mánadagur 23. januar 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 23. januar 2017 · Nr. 10
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FØROYSK HEIÐURS
MERKI Í LYNGBY
Føroyskir svimjarar gjørdu um seg í Lyngby Open um vikuskiftið. Kurvabólturin er farin á
rull, fult umfar hevur verið í kvinnuflogbólti og rennikapping hevur verið í Vágum
Pætur Albinus
BADMINTON
Dagarnar 1. og 2. apríl verður skipað
fyri Junior Faroe Islands Open,
sum Badmintonsamband Føroya &
Klaksvíkar Badmintonfelag skipa
fyri. Hetta er ein altjóða kapping
fyri árgangirnar U17 og U15. Kapp
ingin verður í badmintonhøllini í
Klaksvík, og tilmeldingarfreistin
er sett at vera 1. mars.
Flogbóltur
Fult umfar skuldi vera í meistara
deildini hjá kvinnum hetta viku
skiftið,
men
dysturin
ímillum
Drátt og Mjølnir bleiv útsettur.
Leygardagin dystaðust Fleyr og ÍF
í Gundadalshøllini, og her vunnu
havnagenturnar
3-0-sigur
eftir
settúrslitini 25-19, 25-16, 26-24. Í
Trongisvági var spennandi dystur
ímillum tveir av eltarunum hjá
oddaliðnum, Drátti, nevniliga TB og
KÍF. Her vann TB 3-1. Settúrslitini
vóru 25-17, 20-25, 25-21, 25-16. Triði
dysturin var í Sørvági ímillum SÍ
og Ternan, og her vann heimaliðið
greiðan 3-0-sigur. Settúrslitini vóru
25-12, 25-17, 25-23. TB hevur nú lagt
seg undir liðina á KÍF á øðrum
plássi. Tey bæði hava 17 stig, meðan
oddaliðið Dráttur, sum hevur ein
dyst tilgóðar, hevur 19 stig. Kom
andi leygardag bresta Dráttur og
TB saman á Giljanesi.
FR. ÍTRÓTT
Fjórða umfar av árligu TF-vetrar
kappingini varð runnið vesturi
í Vágum leygardagin, har tey í
opna bólkinum runnu ein tein, ið
var knappar 12 kilometrar. Øll tey
kendu vóru ikki við – Jan Elmar
Sørensen er á venjingarlegu í
Suðurafrika og Marnar Djurhuus
er skaddur – og tað skuldi vísa seg
at gerast ein dystur ímillum tveir
brøður, nevniliga Eirik og Andrias
Hansen, sum tó høvdu leingi við at
rista tann unga Julian Gregersen
av sær. Andrias fekk at enda eitt
hol og vann við 10 sekundum
ímóti bróðurinum. Julian bleiv
nummar trý. Hjá kvinnunum vann
Rebekka Fuglø, sum er í stórformi,
frammanfyri veteranin Rigmor
N. Arge. Annika Thomsen bleiv
nummar trý. Hjá gentum vann
Maria Biskopstø, hjá dreingjum
Hans Eihilt Sivertsen og hjá ung
lingum Julian Gregersen. Fimta
umfar verður í Hoydølum um tvær
vikur. Tá verður samstundis FM í
lendisrenning.
HONDBÓLTUR
Danski hondbóltsvenjarin, Henrik
Gerster, sum hevur verið venjari
hjá Stjørnuni, H71, Kyndli, VÍF
og í Hondbóltssambandi Føroya,
skiftir í næstum til danskan hond
bólt, har hann skal standa á odda
fyri mansliðnum hjá Odder Hånd
bold, ið heldur til í næstbestu
deildini. Henrik Gerster er giftur
og búsitandi í Føroyum, men er í
løtuni venjari í Noregi. Sum skilst,
so flytur hann til Odder at búgva
seinni í vár. Málsetningurin hjá
felagnum sigst vera, at tað ætlar
sær upp í bestu deildina. Í løtuni er
liðið á 8. plássi í næstbestu deildini.
JUDO
Fríggjakvøldið skipar Judo Før
oyar fyri almennum fyrilestri
um aldurstillagaða venjing av
børnum og ungum. Tað verður
ein av fremstu serfrøðingum og
granskarum í Svøríki, Michail
Tonkonogi, sum heldur hendan
fyrilesturin. Hann hevur svart belti
í judo, men Judo Føroyar sigur, at
fyrilesturin er sera viðkomandi
fyri allar ítróttargreinar, og at øll
eru vælkomin. Fyrilesturin, sum
er ókeypis, verður í skálanum í
Eysturskúlanum
fríggjakvøldið
kl.19.00.
KURVABÓLTUR
Landskappingin er farin á rull aftur,
og leygardagin var grannauppgerð
ímillum havnafeløgini Sporðdrekan
og Hamar. Sporðdrekin legði best
frá landi og varðveitti leingi eina
rímiliga leiðslu. Hálvleiksstøðan
var 26-23. Í triðja fjórðingi økti
Sporðdrekin
til
41-31,
áðrenn
Hamar kom við einum mótsvari
í seinasta fjórðingi og fór at verja
álopskent. Teir megnaðu tó ikki
meira enn at pynta um úrslitið
í
dystinum,
sum
Sporðdrekin
vann 50-46. Fríði í Geil Jensen var
toppskjútti hjá Sporðdrekanum við
19 stigum, meðan veteranurin Pól
Jakobsen somuleiðis fekk 19 fyri
Hamar. Ravnur av Toftum hevur
fult stigatal eftir fyrstu tríggjar
dystirnar, meðan Sporðdrekin og
Hamar hava eitt stig í part.
SVIMJING
Føroysk luttøka hevur verið í
Lyngby
Open
um
vikuskiftið.
Longu fyrsta kvøldið gjørdi Óli
Mortensen bart og vann gull sann
førandi í 400m frí við tíðini 4:03.15
frammanfyri ein annan føroying
á flatlondum, Frans Johannessen,
ið vann silvur við tíðini 4:07.84. Óli
vann eisini gull í 400m blandað við
tíðini 4:41.61, ið annars er nakað frá
føroyska metinum 4:30.17 hjá Alva
Hjelm. Á tí nakað styttri teininum,
200m frí, var Frans hin kvikasti og
vann gull við tíðini 1:55.49, meðan
Alvi Hjelm fekk bronsu við tíðini
2:00.43. í 200m bringu var Alvi
eitt lítið sekund frá gullinum.
Hann fekk silvur við tíðini 2:30.86.
Leygarkvøldið vóru Alvi og Frans
eisini í finalum, og tá bleiv tað til
eitt bronsuheiðursmerki í part
– Óli við 26.48 í 50m firvald og
Frans við 25.17 í 50m frí. Á seinasta
kappingardegnum,
sunnudagin,
gjørdist tað til nøkur heiðursmerki
til Frans Johannessen. Hann vann
gull í 200m blandað við tíðini 2:13.56,
silvur í 50m bringu við tíðini 30.25,
silvur í 100m frí við tíðini 54.97 og
bronsu í 50m frí við tíðini 25.07.
STUTTSØGD TÍÐINDI
Henrik Gerster fer nú aftur til heimlandið
Frans Johannessen gjørdi bart í Lyngby
Eirikur megnaði ikki at fanga bróðurin (savnsmynd)