mánadagur 23. januar 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. januar 2017 · Nr. 10
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Neli Heldarskarð
Tað stundar til hálvleik í
fyrsta bólkaspælsdystinum
í bólki 2 ímillum Kyndil og
StÍF. StÍF er um at leggja
ein sera góðan fyrra hálv
leik aftur um bak og fara til
hálvleiks við einari trýmáls
leiðslu. Høvuðsorsøkin til
hetta er ein tann besti leik
arin, sum er at finna í FTZ-
deildini, nevniliga vinstri
bakkurin, Sveinur Justin
ussen. Frá byrjan av setur
stórskjúttin hjá stranding
um dagsskránna í dystinum.
Fimm av seks teimum fyrstu
málunum hjá strandingum
verða skorað av høga bakk
inum, ið er til at steðga. Tá
ið liðini eru um at fara til
hálvleiks
hevur
Sveinur
Justinussen skorað átta av
13 málunum hjá StÍF í fyrra
hálvleiki, og lagt er upp til,
at hann heldur fram í sama
stevi í seinna hálvleiki.
Men 15 sekund áðrenn
hálvleik broytast fortreyt
irnar hjá StÍF. Kyndil fer í
skjótálop, har ungi vong
urin, Bartal Klein Olsen,
verður spældur leysur. Við
fullari ferð rennur evna
ríki kyndilsmaðurin ímóti
málinum, men beint áðr
enn hann sleppur at skjóta
verður Bartal Klein Olsen
feldur av júst Sveini Just
inussen.
Dómurin
frá
dómaraparinum er eirinda
leysur. Reytt kort til stór
skjúttan hjá StÍF, sum annars
hevði spælt ein meistarligan
fyrra hálvleik.
Liðini fóru til hálvleiks við
støðuni 13-11 til útiliðið, men
spurningurin var nú, hvør
skuldi skora málini hjá StÍF í
seinna hálvleiki.
Aðrir tóku við
Tað hoyrir tó við til søguna,
at Kyndil als ikki spældi
á einum nøktandi støði í
gjár. Fleiri vilja vera við, at
mann fyri mann hava kynd
ilsmenn ein sterkan hóp,
men sum tað eisini er sæð
fleiri ferðir í FTZ-deildini
hendan veturin, so er liðið
ov óstøðugt. Hendan søgan
endurtók seg í fyrsta steypa
kappingardystinum. Serliga
tveittu
kyndilsmenn
ov
nógvar lættar bóltar burtur,
og ongantíð tyktist veruligt
glið at koma á spælið hjá
kyndilsmonnum.
Lagt var upp til, at Kyndil
skuldi taka dirigentstavin í
seinna hálvleiki, men knotur
var í strandingunum, sum
veruliga tóku ábyrgd. Í fyrra
hálvleiki hevði StÍF bert
tríggjar málskjúttar, men
hetta talið kom upp á sjey,
tá ið leikur var lokin. Serliga
vóru tað ungu profilarnir,
Allan Norðberg og Pætur
Johansen, sum gingu undan
við málskjótingini. At enda
gjørdist
Allan
Norðberg
toppskjútti hjá StÍF við 10
málum – seks av hesum mál
um vórðu skorað í seinna
hálvleiki, tá ið størstur tørv
ur var á tí.
Harafturat hevði StÍF ei
heldur heimvenda Kjartan
Johansen við á liðnum. Hetta
tí, at vinstahenti stranding
urin bleiv skaddur fyri viku
síðani í EM-undankappingini
hjá A-landsliðnum.
Møguleikin hjá Kyndli at
fara avstað við sigrinum kom
miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Tá legði Hjalti Mohr Jacobsen
Kyndil á odda 19-18, men
hetta bleiv einasta ferðin í
seinna hálvleiki, at StÍF var
aftanfyri. StÍF tiltuskaði sær
skjótt eina leiðslu upp á tvey
mál, og hon kom ongantíð
veruliga í vanda seinastu 10
minuttirnar. Millum annað
tí, at avloysarin í málinum
hjá strandingum, Levi Nybo,
hevði fleiri stórbjargingar
seinastu løtuna. Endaliga úr
slitið gjørdist 28-25 til StÍF.
– Vit vístu sera góðan
vilja allan fyrra hálvleik, og í
hálvleikinum tosaðu vit um,
at vit skuldu koyra á víðari
og ikki hugsa um, at Svein
ur ikki var við longur. Allir
tóku ábyrgd, og tað var ógvu
liga gott at síggja, sigur Levi
Nybo.
Eitt flott comeback
Levi Nybo er kendur hond
bóltsmálmaður, serliga frá
sínum nógvu árum í málin
um hjá H71. Tað eru tó nøk
ur ár síðani, at málverjin
spældi hondbólt á hægsta
stigi, men í gjár spældi hann
allan dystin á tamb fyri StÍF.
Hetta tí, at vanligi danski
málverjin hjá strandingum ,
Carsten Bang, hevur skaða at
dragast við.
– Carsten hevði ein lítlan
skaða, og hann var ikki heilt
spæliførur. Venjarin (Tomasz
Zilberberg) kom og bankaði
á hurðina hjá mær nú eitt
kvøldið og spurdi, um eg ikki
kundi koma at hjálpa til við
at koma í málið at standa.
Hetta mátti eg líka umhugsa,
men eg valdi so at taka av,
sigur Levi Nybo.
Tað kom óvart á bæði
áskoðarar og Levi Nybo
sjálvan, at hann skuldi spæla
allan dystin. Carsten Bang
var nevniliga við í hópinum
hóast alt.
– Eg hevði hvørki væntað
at byrja inni ella, at tað skuldi
fara at ganga so væl. Undan
dystinum í dag vistu vit ikki,
hvussu Carsten var fyri, so
eg bleiv bilsin, tá ið eg fekk
at vita, at eg skuldi byrja
inni. Men tað bleiv lættari
hjá mær, tí at vit høvdu eina
góða verju í dag, sigur ein
fegin Levi Nybo.
Hetta er tó ikki fyrstu ferð
í hesum kappingarárinum, at
boð eru 35 ára gamla málverj
anum. Í oktober vardi Levi
Nybo eisini málið hjá StÍF
í dysti ímóti júst Kyndli. Ta
ferðina vunnu kyndilsmenn
31-28.
Levi Nybo hevur ikki
vant nakað serligt av hond
bólti seinastu tvey-trý árini.
Hetta kemst av einum fam
iljulívinum, har hann er sera
upptikin, og eisini skaðadarv
aðar albogar, ið arga. Tí mátti
royndi málverjin royna at
brúka høvdið ístaðin fyri
kvikleika.
– Eg mátti royna at brúka
høvdið og mínar royndir
ístaðin fyri kvikleikan. Eg
royndi at flyta meg sum best
bar til, men serliga í fyrra
hálvleiki gjørdi verjan upp
gávuna lættari hjá mær.
At enda sigur Levi Nybo,
at hann ikki veit, um hann
aftur verður at síggja í mál
inum hjá StÍF í hesum kapp
ingarárinum. Í øllum førum
fer hann so ikki at venja við
hjá strandingum, tí tað sigur
hann seg ikki hava tíð til.
VÍF greiddi sína skyldu
Hin dysturin í bólki 2 varð
spældur í Vestmanna, har
føroyameistararnir úr VÍF
tóku ímóti Team Klaksvík.
Hetta eru tvey lið í hvør sín
um enda av FTZ-deildini, og
tí var ongin ivi um, at VÍF
var stórfavorittur til hendan
dystin.
Klaksvíkingar megnaðu
at fylgja við í fyrstu 10 min
uttunum, har munurin ikki
var størri enn tvey mál.
Men longu í hálvleikinum
sást, hvønn veg tað gekk, tí
vestmenningar fóru til hálv
leiks á odda við seks málum
– 19-13.
Í seinna hálvleiki vaks
munurin ímillum liðini, og
endin var tann, at VÍF vann
36-25.
FAXE KONDI-KAPPINGINI
Stórskjúttin hjá StÍF fekk reytt kort, men strandingar fullu ikki í fátt. Ístaðin tóku
aðrir mans ábyrgd og hálaðu sigurin í hús. – Vit hugsaðu ikki um, at Sveinur ikki
spældi við longur, sigur garvaði avloysarin í málinum, Levi Nybo.
STRANDINGAR
TÓKU ÁBYRGD
Sveinur Justinussen varð útvístur ídystinum