mánadagur 23. januar 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 23. januar 2017 · Nr. 10
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tó var tað Team Klaksvík,
sum átti toppskjúttan í dyst
inum. Toppskjútti gjørdist
Sámal á Tjaldrafløtti Olsen,
sum skoraði 10 mál. Mest
skorandi leikari hjá VÍF var
U21-landsliðsleikarin Sjúrður
Olsen, sum skoraði átta mál.
Sostatt eru VÍF og StÍF
komin best frá byrjan í bólki
2. Mikukvøldið eru kynd
ilsmenn noyddir at vinna,
um teir skulu gera sær
vónir um at koma víðari til
hálvfinalurnar. Tá kemur
VÍF á vitjan. Í hinum dyst
inum, sum somuleiðis verð
ur mikukvøldið, hevur StÍF
møguleika at fáa annað
beinið í hálvfinaluna, um tað
sum væntað eydnast strand
ingum at vinna ímóti Team
Klaksvík.
Neistin ongan botn
H71 er favorittur at fara við
bæði
landskappingini
og
steypakappingini. Tí vóru
teir eisini favorittar at vinna
á Neistanum leygarkvøldið,
tá ið hesi liðini hittust í bólki
1. Neistin hevur tvey ár upp
í slag verið í steypafinaluni,
men tað sást ikki aftur á av
rikinum leygarkvøldið.
Í
hálvleikinum
vóru
bara tvey mál á muni, men
hoyvíkingar vinna seinna
hálvleik við tíggju málum.
Hetta er ikki fyrstu ferð í
ár, at Neistin fer í upploysn
í seinna hálvleiki. Tað tykist
sum avrikini kunnu veraa av
bera góð til tíðir, men eisini
uttan botn. Endaliga úrslitið
gjørdist 32-20 til H71.
– Vit hava eitt ungt lið,
sum tá vit standa saman
og stuðla hvørjum ørðum
kunnu vit spæla upp móti
teimum
bestu,
men
vit
mangla kanska ta stóru
stjørnuna og tann roynda
spælaran, sum tekur ábyrgd,
tá harðast leikar á. H71 hevur
millum annað Peter Krogh,
sigur Teis Horn Rasmussen,
spælskipari hjá Neistanum.
Júst Peter Krogh kom í
eina heldur margháttiliga
støðu í dystinum, tá ið
troyggja hansara skrædnaði
tá ið hann gjørdi eina álops
atsókn ímóti neistaverjuni.
Tessvegna var stórskjúttin
hjá H71 noyddur at skifta í
nýggja troyggju.
Næstbestu
hoyvíkingarnir vóru
við í ein hálvleik
Greiðasti
favoritturin
av
øllum hetta vikuskiftið var
KÍF, sum í seinna dystinum
í bólki 1 tók ímóti næstbesta
liðnum hjá H71, ið annað árið
upp í slag hevur spælt seg í
steypakappingina sum átt
anda liðið. Til dagliga spælir
H71 2 í 1. deild, har mótstøðu
liðini somuleiðis eru eykalið
hjá liðunum í bestu deildini.
H71 hevur tó ein breiðan
hóp at taka av, og tað løgdu
kollfirðingar til merkis ser
liga í fyrra hálvleiki. Eftir 20
minuttir var nevniliga ongin
munur á liðunum, tá ið støð
an var 8-8. KÍF megnaði tó at
fara til hálvleiks á odda 14-11.
Í seinna hálvleiki kom
stígur í málskjótingina hjá
hoyvíkingunum. Í heili 13
minuttir eydnaðist tað ikki
H71 2 at skora nakað mál, og
tískil gjørdist heimasigurin
rættiliga stórur. KÍF vann
dystin 27-17 og hevur nú góð
kort á hondini áðrenn dystin
komandi vikuskiftið í Hoy
víkshøllini, tá ið besta liðið
hjá H71 er mótstøðuliðið.
Tá er treytaleysa kravið
til neistamenn, at teir skulu
vinna ímóti H71 2, um teir
skulu gera sær vónir at koma
víðari úr bólkaspælinum.
neli@sosialurin.fo
MANSHONDBÓLTUR
FAKTA
Bólkur 1:
H71 – Neistin 32-20 (15-13)
H71: Dánjal Tórgarð 8, Peter Krogh 7, Hilmar Leon
Jacobsen 6, Jónas G. Djurhuus 5, Pætur Thomsen 3,
Hans Kári Hansen 1, Sigmundur Dahl 1 og Sigmundur
Nolsø 1.
Neistin: Rói Berg Hansen 5, Teis Horn Rasmussen 4,
Christopher Moe 3, Rune Olsen 3, Frank Askildsen
2, Rasmus Muller 1, Pætur Mikkjalson 1, og Torkil
Hentze Mørk 1.
KÍF-H71 27-17 (14-11)
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Rúni Joensen 6,
Frederik Sørensen 4, Andrias Nielsen 2, Teitur
Joensen 2, Fríði Weyhe 2, Tony Weyhe 1, Jákup
Trygvason 1 og Ási Dam 1.
H71 2: Hjalti Bachmann 5, Rani Højgaard 3, Bergur
Ákason 2, Vilhelm Poulsen 2, Niklas Højgaard
Hanusarson 2, Leivur Mortensen 1, Boas Heinesen 1
og Rasmus Rosendahl Rasmussen 1.
Bólkur 2:
Kyndil-StÍF 25-28 (11-13)
Kyndil: David Edvardsen 6, Hørður Fannar Sigtórsson
5, Hjalti Mohr Jacobsen 5, Tummas Pauli Hanusarson
4, Bjarni Sørensen 2, Høgni Klein Olsen 2 og Bartal
Klein Olsen 1.
StÍF: Allan Norðberg 10, Sveinur Justinussen 8,
Pætur Johansen 4, Pætur Joensen 2, Borgar Persson
2, Marius Joensen 1 og Jógvan Joensen 1.
VÍF-Team Klaksvík 36-25 (19-13)
VÍF: Sjúrður Olsen 8, Filip Jojic 6, Julian Olsen 6,
Andrias Eriksen 4, Bjarti Hansen 4, Rúni Joensen 3,
Høgni Zachariassen 3 og Rói Lamhauge 2.
Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 10,
Borgar Persson 6, Finnur Hansson 4, Hans Arni
Thomsen 2, Jens Pauli Mohr 2 og Vilhelm Vilhelmsen
1.
Sjeymálsskjúttin hjá H71
leygarkvøldið, Peter Krogh,
fekk troyggjuna skrædda
av mótstøðuleikara
Nummar Lið
Dystir
V.m.
T.m.
Munur
Stig
Nummar Lið
Dystir
V.m.
T.m.
Munur
Stig
Levi Nybo stóð væl í StÍF málinum