mánadagur 23. januar 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. januar 2017 · Nr. 10
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KVINNUHONDBÓLTUR
VB megnaði at fylgja við í ein hálvleik, men so slitnaði í seinna
hálvleiki. Steypakappingin hjá kvinnum er farin á rull
FYRSTA LIÐIÐ K
Neli Heldarskarð
Tað eru farnir 35 minuttir av
dystinum í høllini á Hálsi ímillum
Kyndil og VB í bólki 2 í Faxe Kondi-
kappingini. Talan er um ein javnan
dyst, og vágbingar hava alla orsøk
at trúgva, at her er møguleiki at
vinna stig. Stórskjúttin hjá VB,
útlendska Danijela Mistric, hevur
við trimum málum javnað til 13-13
eftir, at Kyndil fór til hálvleiks við
støðuni 12-10.
Eftir hetta byrjar alt at ganga
eftir vild hjá kyndilskvinnum,
meðan støðan er tann umvenda hjá
VB. Kyndil byrjar at seta meira ferð
á spælið, og sum restin av dystinum
frálíður gerst meira og meira týði
ligt, at tað, sum var ein javnur og
spennandi dystur, endar við at
blíva til stórsigur til heimaliðið.
Kyndilskvinnur enda við at vinna
dystin heili 27-18, og hetta merkir, at
Kyndil sum fyrsta liðið í Faxe
Kondi-kappingini hevur tryggjað
sær pláss í hálvfinalunum.
Málturkur
Allan fyrra hálvleik var lítil og
ongin munur á liðunum. Liðini
fylgdust at á máltalvuni, men tó var
tað í størri mun heimaliðið, ið hevði
ta lítlu yvirvágina, sum onkuntíð
stakk seg upp. Kyndil legði seg á
odda bæði 6-4 og 7-5 við málum frá
bert 16 ára gamla spælskiparanum,
Súnu Krossteig Hansen, og Turið
Arge Samuelsen, ið mangan leyp
væl inn frá sínum plássi á vinstra
vongi. Men serliga Danijela Mistric
gjørdi, at spenningurin helt sær í
dystinum, tí útlendski stórskjúttin
hjá VB gekk á odda við mál
skjótingini og javnaði til 8-8. Síðsta
løtan í hálvleikinum bleiv merkt av
tveir minuttir útvísingum til bæði
liðini, men hetta gagnnýtti Kyndil
betur og fór til hálvleiks á odda.
Høvuðsorsøkin til skrædlið í
seinna hálvleiki var, at at málskjót
ingin hjá VB steðgaði upp. Hetta
kom serliga til sjóndar frá 44.-54.
minutt, tí í hesum tíðarskeiðnum
skoraði VB ikki eitt einasta mál.
Nógv varð lagt á herðarnar á
Danijelu Mistric, sum eisini skaraði
framúr við sínum 11 málum, men
hon var einasta skothóttanin útifrá
hjá vágbingum. Av og á valdu kynd
ilskvinnur at mansverja Mistric, og
tá gjørdist álopsspælið hjá VB av
álvara stirvið.
Undan málturkinum hjá vágs
kvinnum var støðan 18-16, men tá ið
Danijela Mistric skoraði 17. málið
hjá VB hevði Kyndil skorað 24 mál,
og harvið var leyst og liðugt.
– Vit brenna ov illa
Eftir Danijelu Mistric er tað serliga