mánadagur 23. januar 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 23. januar 2017 · Nr. 10
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KVINNUHONDBÓLTUR
KOMIÐ VÍÐARI
Gurið Krosslá Augustinussen, ið
spælir á bakkinum, sum er ímillum
undangongukvinnurnar hjá VB.
Eftir dystin helt hon, at tað vóru
brendir kjansir, sum gjørdu, at
munurin ímillum liðini bleiv so
stórur.
– Eg haldi ikki, at nakar munur
var á liðunum í fyrra hálvleiki, men
í seinna hálvleiki brenna vit snøgt
sagt ov illa. Brendu kjansirnir
kostaðu okkum dýrt, sigur Gurið
Krosslá Augustinussen.
Til dystin í gjár brúkti VB bert 10
leikarar av sínum 13 á dómara
seðlinum. Gurið Krosslá Augustin
ussen heldur tó ikki, at tað var
vantandi breidd hjá VB í mun til
Kyndil, sum skifti meira út, ið gjørdi
munin ímillum liðini so stóran.
– Eg haldi ikki, at vit hava ov
tunnan hóp. Tað hevur gingið sera
væl í ár í álopinum, meðan okkara
trupulleikar í størri mun hava ligið
í verjuni. Í dag gongur tó eisini væl
í verjuni til tíðir, men trupulleikin
var álopsspælið, har neyvleikin
manglaði, sigur Gurið Krosslá Aug
ustinussen.
Tapið hjá VB merkir, at vág
bingar møguliga fáa eitt slag av
einum finaludysti at spæla í síðsta
bólkaspælsdystinum. Vinnur Stjørn
an sum væntað ímóti H71 týs
kvøldið, so hava bæði VB og
Stjørnan tvey stig, áðrenn liðini
hittast komandi vikuskiftið í Vági.
Bert eitt av hesum liðum kann
koma víðari saman við Kyndli.
– Vit hava góðar vónir til síðsta
dystin ímóti Stjørnuni. Í dag spæla
vit upp ímóti Kyndli ein stóran part
av dystinum, so tað er eitt krav, at
vit vinna síðsta dystin á heima
vøllinum, sigur Gurið Krosslá Aug
ustinussen at enda.
Við fýra stigum eftir tveir
spældar dystir er Kyndil víðari.
Sigra kyndilskvinnur í seinasta
bólkaspælsdystinum
ímóti
H71
komandi leygardag eru tær eisini
fullvísar í at vinna bólkin, sum
kann vísa seg at verða ein fyri
munur.
VÍF tók fyrsta stigið
Liðini í Faxe Kondi-kappingini hjá
kvinnum eru uppbýtt í tveir bólkar,
har fýra lið eru í eina bólkinum og
trý í hinum. Seks lið eru at taka av í
Hvonndeildini, og tí er sjeynda liðið
H71 úr 1. deild, sum nú fær høvið
at royna seg ímillum tey bestu í
føroyskum kvinnuhondbólti.
Í trýliðsbólkinum finna vit
Neistan, VÍF og StÍF. Av tí, at tvey
lið koma víðari úr bólkinum, so
kann so lítið sum bert ein sigur
møguliga vera nóg mikið til at
spæla seg víðari í hálvfinalurnar.
VÍF og StÍF hittust í høllini í
Vestmanna í gjár, og har var
gongdin í dystinum meinlík dysti
num í høllini á Hálsi. Liðini fylgdust
at í fyrra hálvleiki og fóru til
hálvleiks við støðuni 12-10 til VÍF. Í
seinna hálvleiki skrædnaði tó
ímillum liðini, og endin var tann, at
VÍF vann við heili sjey málum - 26-19.
Hjá VÍF gekk Daniella Joensen á
odda við málskjótingini við sínum
sjey málum. Liljan Djurhuus, sum
ikki spældi við í fyrru helvt av
hesum kappingarárinum vegna
barnsburð, er eisini í ferð við at
finna máltevið framaftur. Hon
skoraði fimm av málunum hjá VÍF
í gjár.
Við sínum fimm málum gjørdist
Birna Tummasardóttir toppskjútti
hjá StÍF.
Mikukvøldið hittast StÍF og
Neistin á Skála, og tá verður óivað
neyðugt hjá strandingum at vinna,
um kvinnurnar hjá StÍF skulu
varðveita vónina um at spæla seg
víðari til hálvfinalurnar. Hetta
verður fyrsti dystur hjá verandi
steypavinnarunum, neistakvinn
um, í ársins steypakapping.
neli@sosialurin.fo
Kyndil-VB 27-18 (12-10)
Kyndil: Súna Krossteig Hansen 5, Turið Arge 5, Anna Brimnes 4, Guðrið G.
Eystberg 4, Bjarta Johansen 3, Bára Krossteig Hansen 2, Anja Eliasen 1, Anja
Hammer 1 og Gudrun Restorff 1.
VB: Danijela Mistric 11, Gurið K. Augustinussen 3, Bára Krosslá Mortensen 2,
Maria Halsdóttir Weyhe 1 og Rannvá Johannessen 1.
VÍF-StÍF 26-19 (12-10)
VÍF: Daniella Joensen 7, Liljan Djurhuus 5, Ema Bezanovic 4, Brynja
Rógvadóttir 3, Agnas Olsen 3, Randi Virgarsdóttir 3 og Ró Nielsen 1.
StÍF: Birna Tummasardóttir 5, Ninna K. Johansen 4, Poula Berg 3, Sunfríð
B. Johansen 2, Rebekka Poulsen 1, Heidi Sevdal 1, Ingibjørg Kass 1, Anna
Danielsen 1 og Durita Hummeland 1.
Súna Krossteig Hansen hevur
á ungum aldri fingið stóra
ábyrgd á Kyndilsliðinum
Bjarta Johansen fekk 3 mál frá strikuni fyri Kyndil.
VB skal nú stríðast við Stjørnuna
um at koma víðari í bólkinum