mánadagur 23. januar 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. januar 2017 · Nr. 10
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
PREMIER-LEAGUE
Tróndur Arge
Wayne Rooney er ein av
spælarunum, sum kemur at
skrivað seg í søgubøkurnar.
Ein spælari um dagsins fót
bóltshyggjari fer at minnast.
Hann hevur ikki rakt somu
hæddirnar sum Cristiano
Ronaldo og Lionel Messi,
hevur ikki útsjóndina hjá
David Beckham og hevur
heldur ikki verið ein ein
mansherur
sum
eitt
nú
Steven Gerrard.
Hinvegin, so tykist Wayne
Rooney útfylla ein nýmótans
Paul Gascoigne leiklut. Mað
urin, ið spælir fótbólt á gøt
uni, sum bleiv stóra vónin
hjá Onglandi.
Hóast hann hevur skotið
250 mál fyri Manchester
United og 53 mál fyri enska
landsliðið,
so
er
Wanye
Rooney javnan fyri kritikki.
Fyrstu tíðina fyri sín atburð
og sinnalag. Seinnu árini fyri
at vilja úr Manchester United
og hareftir ikki avrika á eins
høgum stigi, sum hann gjørdi
fyrr.
Byrjaði við einum braki
Á sumri 2004 blívur Wayne
Rooney dýrasti tannáring
urin í fótbóltsheiminum, tá
Manchester United keypir 18
ára gamla Everton spælaran
fyri yvir 200 milliónir krónur.
Wayne Rooney staðfestir
longu sítt navn sum 16 ára
gamal, tá hann við framúr
skoti søkkur Arsenal, sum tá
ikki hevur tapt í 30 dystum í
Premier League. Hann blívur
tá yngsti spælarin at skjóta
mál í Premier League. Eitt
met hann ikki longur hevur.
Tí kemur tað ikki óvænt
að, at fleiri stóru feløgunum
vil hava Wanye Rooney. New
castle leggur nógv fyri, at fáa
ungan mannin úr Liverpool
longur norður at spæla fót
bólt.
Everton tekur ikki av, men
stutt seinni boðar Wayne
Rooney frá, at hann vil sleppa
vekk. Nú standa Sir Alex
Ferguson
og
Manchester
United klárir við einum boði
upp á yvir 200 milliónir krón
ur.
Skiftið fær nógva umtalu
og tað tekur langa tíð, áðrenn
fyrstu viðhaldsfólkini hjá
Everton
fyrigeva
lokala
dreinginum fyri at skifta.
Mál frá fyrsta degi
Fáar dagar eftir skiftið skor
aði Wayne Rooney hattrik, tá
Manchester United vann 6-2
á Fenerbahce úr Turkalandi í
Champions League.
Longu tá varð greitt, at
Wayne Rooney var eitt gott
keyp hjá Sir Alex Ferguson.
Fyrstu árini lá hann um tey
tjúgu málini um árið. Hann
spældi ikki altíð sum bein
leiðis áleypari, men eisini í
leiklutinum sum framrætt
aður miðvallari.
Fleiri av árunum stóð
hann eisini í skugganum av
Cristiano Ronaldo og Carlos
Tevez, tá talan var um at
skjóta mál. Avrikini vóru góð
øll árini og Wanye Rooney var
ein elskaður maðurin á Old
Trafford, men umheimurin
hevði síni fyrilit.
Óði maðurin
Stóri veikleikin hjá Wayne
Rooney er eisini hanara stóra
styrki. Tað er sinnalagið á
honum. Wanye Rooney hevði
segði fyrstu árini torført við
at halda sær í skinninum, tá
blóðið bleiv heitt. Tað kost
aði nøkur reyð kort og út
vísingar. Fjølmiðlarnir vóru
eisini skjótir úti við rívuni
og kritikkurin heglaði niður
yvir Wayne Rooney.
Tú kanst siga nógv um
Wayne Rooney, men øðin er
ein partur av hasara styrki.
Hann letur seg ikki kúga á
vøllinum og mangan tykist
øðin verða ein motivatión.
Millum annað er tiltikið, at
tá hann skorar eitt av sínum
flottastu málum, sum er ein
fluktari móti Newcastle í
2005.
Eg sá at eg møguliga
skuldi skiftast út, og eg
hevði skeldast við dómaran,
tí hann revsaði ikki Alan
Shearer fyri tey fríspørkini
hann gjørdi, greiðir Wayne
Rooney frá í sjónvarpssend
ing.
Bólturin dettur fyri føt
urnar á Wayne Rooney, sum
í øðini bankar bóltin í málið.
Upp og niður í senn
Í 2009 verður Cristiano Ron
aldo seldur til Real Madrid,
meðan Carlos Tevez skiftir
til Manchester City. Wayne
Rooney
er
í
stórformi
frammanfyri málið og skorar
ikki færri enn 34 mál kapp
ingarárið eftir at teir eru
seldir.
Tá er Wayne Rooney ein
einmansherur, og tað er
ikki Manchester United líkt.
Órógv er handan leiktjøldini,
har Glazer-familjan er illa
dámd sum eigarar av felag
num.
Í oktober mánaði í 2010
boðar Wanye Rooney frá, at
hann ynskir at sleppa úr fe
lagnum. Sir Alex Ferguson
hevur tíðindafund og sigur
seg einki skilja. Ósemjan
verður loyst fáar dagar seinni
og Wayne Rooney heldur
fram sum spælari hjá Man
chester United.
Hatta var mín størsti per
sónligi feilur, sigur Wayne
Rooney í dag við bretskar
miðlar.
Toppar í 2012
Í 2011 vinnur Manchester
City
meistaraheitð.
Tað
tendrar ein neista í Wayne
Rooney og Manchester Uni
ted. Aftur er Wayne Rooney
stuðulsspælarin hjá einum
framherja, ið skorar meg
inpartin av málunum. Sam
an við Robin van Persie vinn
ur Manchester United uttan
stórvegis trupulleikar 20.
meistaraheitið í seinsta ár
inum hjá Sir Alex Ferguson
sum venjara.
Aftur skorar Wayne Roo
ney 34 mál.
Kritikkur og
plássvillingur
Í tíðini eftir Sir Alex Ferguson
stríðist Manchester United
við at halda fast heitinum
sum stóra felagi í Onglandi.
Nýggjur venjari er David
Moyes, sum í 2004 var venj
ari hjá Everton. Wayne Roo
ney ákærdi hann í bók fyri
at likið tíðindir rundan um
skiftið hjá honum á sinni.
David Moys stevndi Wayne
Rooney, sum síðani umbar
fyri at hava ført fram ósann
indi.
Alt var gott teirra millum,
tá David Moyes setti seg í
sessin sum venjara hjá Man
chester United. Tó gekk illa
á vøllinum og David Moyes
bleiv koyrdur.
Í tveimum kappingarárum
undir Louis van Gaal hevði
Wayne Rooney torført við at
vinna sær fast pláss. Hann
verður fluttur aftur á miðj
una í onkrum dysti, meðan
hann aðrar dystir spælir
longur frammi. Tey flestu
eru samd um, at hann ikki er
tann spælari hann eina ferð
var, men Wayne Rooney held
ur fram at skjóta mál.
Fleiri met
Hann
byrjaði
sína
yrkisleið við at seta met sum
yngsti málskjúttin í Premier
League. Nú er hann samlaður
toppskjútti í Premier League
og fyri Ongland. Hevur skotið
flest mál á útivølli í Premier
League og er toppskjútti í
Evropa fyri teir reyðu.
Alíkavæl verður hann ikki
virðismettur av øllum.
Hann er ein fullkomin
spælari, sum bæði kann
skjóta mál og leggja upp.
Hann arbeiður hart og er ein
leiðari á vøllinum. Øll vita
hvør Wayne Rooney er, men
Ongland
skal
virðismeta
hann meiri. Eg síggi ikki
áleyparar sum hann longur.
Kunnu tit nevna mær nakr
an? Og altíkavæl eru tit ikki
nøgd, sigur Zlatan Ibrahimo
vic við bretskar fjølmiðlar.
Helst verður tað sum við
so nógvum øðrum. Hann
verður minutur fyri tað góða,
tá hann eina ferð er givin.
trondur@sosialurin.fo
Wayne Rooney er nú samlaður toppskjútti hjá Manchester United, eftir at hann um vikuskiftið
skoraði sítt mál nummar 250 fyri felagið. Hóast hann nú er samlaður toppskjútti hjá bæði
Manchester United og enska landsliðnum, so er hann fyri nógvum atfinningum
Wayne Rooney 250 mál fyri Manchester United:
ÚTSKELDAÐUR
TOPPSKJÚTTI