mánadagur 23. januar 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 23. januar 2017 · Nr. 10
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
PREMIER-LEAGUE
Ryan Mason er ikki i lívsvanda, eftir ógvusligan samanstoyd.
Hull City spælarin rendi høvðið saman við Chelsea
verjuspælaran, Gary Cahill. Hann bleiv koyrdur á sjúkrahúsið
Skallabrot
MASON IKKI Í LÍVSVANDA
André Olsen
Tað sá ógvuliga álvarsamt
út, tá Hull spælarin, Ryan
Mason, mátti av vøllinum
við børu, tá Hull á útivølli
spældi móti Chelsea. Serliga
sá tað so álvarsamt út, tí at
Ryan Mason hevði kraga um
hálsin, umframt eitt tól at
geva honum ilt við.
Ryan Mason fór beinleiðis
á sjúkrahúsið eftir dystin,
har tað leingi ljóðaði at hann
var í lívsvanda, av tí at hann
bæði hevði fingið kraniubrot
og heilabløðing. Hull vísir
tó aftur, at Ryan Mason er
í lívsvanda. Í tíðindaskrivi
sum Hull City hevur sent út,
skrivar felagið.
– Felagið kann boða
frá at, Hull spælarin Ryan
Mason, fekk eitt skallabrot
í útidystinum móti Chelsea.
Hann varð beinleiðis tikin
á sjúkrahúsið, har hann nú
er skurðviðgjørdur. Ryan er
nú í einari stabilari støðu
og er ikki í lívsvanda. Tað er
væntandi, at hann verður
liggjandi á sjúkrahúsinum
teir komandi dagarnar, skriv
ar Hull City á heimasíðuni.
Støðan hendi í fyrra hálv
leiki, tá Gary Cahill hjá Chel
sea og Ryan Mason hjá Hull
stoyttu høvdini saman í
einum luftbólti. Sjálvur dyst
urin millum feløgini endaði
við einum 2-0 sigri til odda
liðið, Chelsea.
andre@sosialurin.fo