mánadagur 23. januar 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. januar 2017 · Nr. 10
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
André Olsen
Eins og tvey tey undanfarnu
árini, hava vit á Sosialinum aftur
í ár valt at gjørt ein lista yvir 10
ungar leikarar, ið allir hava góðan
møguleika fyri at fáa sítt gjøgn
umbrot í føroyskum fótbólti í fram
tíðini.
Aftur í ár er listin gjørdur í sam
ráð við fleiri fakfólk, ið hava stóran
kunnleika til ungu leikararnar, ið
eru á listanum.
B36 eigur flest leikarar
Teir 10 ungu leikararnir á listanum
í ár, koma frá fýra føroyskum
feløgum. Tey fýra feløgini eru B36,
NSÍ, Víkingur og 07 Vestur, har B36
eigur teir flestu av leikarunum.
Heili fýra av teimum 10 leikarunum
koma nevniliga úr B36.
Allir spæla í Føroyum
Merkisvert við listanum í ár er, at
eingin umboðar nakað útlendskt
felag. Tað hevur annars verið
vanligt tey bæði undanfarnu árini
at fleiri av teimum ungu leikar
unum hava havt sín dagligadag
uttanlands, men soleiðis er ikki í
ár. Tó ljóðar at útlendskur áhugi er
fyri onkrum av ungu leikarunum á
listanum í ár.
Listin skal brúkast
til framtíðina
Eitt sindur stuttligt er eisini at
síggja, hvørjir áður hava verið á
hesum listunum. Flestu av teimum
eru nøvn, ið man hevur sæð aftur í
føroyskum fótbólti, og tað er eisini
endamálið við hesum greinunum.
Millum annað hevur ungi og evna
ríki leikarin, Teit Jacobsen, verið á
listanum hesi bæði seinastu árini,
ið sum kunnugt stutt undan jólum
í fjør varð seldur til danska Super
liga felagið, Sønderjyske.
Ætlanin við hesum listunum
er nevniliga at gera teir á hvørjum
árið, soleiðis at man um bæði fá
og nógv ár kann síggja hvørjir av
teimum ungu leikarunum, ið sum
16-17 ára gamlir vóru mettir sum
størstu talentini náddu tað, og
hvørjir ikki náddu tað.
Teir 10 ungu leikararnir í ár eru
hesir:
ÁRGANGUR 1999
Andri Benjaminsen, NSÍ
Føddur: 12-01-1999
Pláss á vøllinum: Bakkur/Kantur
Upprunafelag: B68
Felag: NSÍ
Ungi og evnaríki NSÍ leikarin, ið
upprunaliga kemur úr B68, fekk
longu í fjør sínar fyrstu minuttir
á besta liðnum hjá NSÍ. Og tá
hann í næstseinasta umfarinum á
heimavølli móti AB, fyri fyrstu ferð
fekk møguleikan frá byrjan á besta
liðnum hjá NSÍ, gjørdi ungi maðurin
ikki mætari enn at skjóta mál.
Andri Benjaminsen er ein sera
skjótur og ágangandi leikari, ið
kann spæla fleiri pláss á vøllinum.
Hann hevur fyri tað mesta spælt í
báðum borðunum frameftir vøll
inum, men eisini hevur hann roynt
seg sum vinstri bakkur. Millum
annað á U-19 landsliðnum í fjør.
Hóast hørðu kappingina um
plássini á besta NSÍ liðnum, er tað
sannlíkt at Andri Benjaminsen fer
at fáa spælitíð í komandi kapp
ingarárið.
Hannes Agnarsson, B36
Føddur: 06-02-1999
Pláss á vøllinum: Kantur/Áleypari
Upprunafelag: B36
Felag: B36
Tann einasti av leikarunum á
listanum, ið longu hevur fingið
sítt gjøgnumbrot í Effo-deildini.
Spældi heili 16 dystir við B36 í fjør í
Effo-deildini, har hann tvær ferðir
kom á máltalvuna. Harumframt
kom hann eisini á máltalvuna í
Champions League kappingini, tá
hann skoraði á heimavølli móti
maltesiska Valletta FC.
Verður mettur av vera ein av
teimum mest lovandi leikarunum
í føroyskum fótbólti og hevur eina
ferð, ið fáir kunnu kappast ímóti.
Harumframt er ungi leikarin eisini
tekniskt væl fyri og avbjóðandi.
Beit seg meira ella minni fastan
á B36 liðið í fjør, og tað er væntandi
at Hannes Agnarsson kemur at fáa
ein uppaftur meira týðandi leiklut í
komandi kappingarárinum.
Mórits Heini Mortensen, NSÍ
Føddur: 25-03-1999
Pláss á vøllinum: Mitt á
miðvøllinum
Upprunafelag: NSÍ
Felag: NSÍ
Fekk eisini í fjør sínar fyrstu
minuttir
á
besta
liðnum
hjá
NSÍ, tá hann í útidystinum móti
B36 tíðliga í kappingarárinum
fekk møguleikan á byrjan á sen
trala miðvøllinum. Og tað at fáa
møguleikan frá byrjan á sentrala
miðvøllinum sum 17 ára gamal,
sigur eitt sindur um unga miðvall
aran.
Smæðist
ikki
burtur
sum
miðvallari og fyllir nógv á mið
vøllinum í mun til sín unga aldur.
Harafturat er hann skilagóður við
bóltinum, og kom eisini nakrar
ferðir á máltalvuna fyri næstbesta
liðið hjá NSÍ í fjør, umframt U-18
liðið.
Stríðist ein harðan dyst við
nógvar í Runavík um pláss á sen
trala miðvøllinum á besta NSÍ
liðnum, men tað tykist eingin ivi
vera um, at hann í framtíðini fer
at vera eitt sjálvskrivað val á besta
NSÍ liðnum.
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Føddur: 01-07-1999
Pláss á vøllinum: Mitt á
miðvøllinum
Upprunafelag: Víkingur
Felag: Víkingur
Ein av lovandi framtíðarleikarunum
hjá FM-vinnarunum úr Víkingi,
sum nógv verður væntað av í
felagnum. Eigur enn til góðar at
fáa sínar fyrstu minuttir á besta
liðnum, men var í fjør ein týðandi
leikari á næstbesta liðnum.
Spælir á miðvøllinum, har hann
er serstakliga skilagóður við bólt
inum. Harumframt hevur hann
eina góða ferð sum spælari, um
framt at hann hevur eitt gott spark
við báðum beinum.
Er helst ein av teimum næstu
ungu leikarunum í Gøtu sum fer at
fáa sítt gjøgnumbrot í felagnum.
Men stríðist ein truplan dyst móti
fleiri góðum og rutineraðum monn
um á Víkinga liðnum.
Rói Mørk Hentze, B36
Føddur: 22-09-1999
Pláss á vøllinum: Málverji
Upprunafelag: B36
Felag: B36
Ungi B36 málverjin, sum í fjør stóð
á U-19 landsliðnum, verður mettur
sum ein av mest lovandi ungu mál
monnunum í landinum.
Til at vera málmaður, hevur
Her eru 10
ungir føroyskir
leikarar, ið
hava góðan
møguleika,
fyri at gera
seg galdandi
í føroyskum
fótbólti í
framtíðini. Í ár
eigur B36 flest
av teimum ungu
leikarunum,
meðan NSÍ eru
teimum næstir
við trimum
leikarum
10 UNGIR LEIKARAR
Arnbjørn Svensson
Sjúrður Pauli
Nielsen
Hannes Agnarsson
Fróði Rasmussen
Rói Henze