Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 23. januar 2017 · Nr. 10 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR R AT HALDA EYGA VIÐ Rói Mørk Hentze flestu fyritreytir fyri at koma langt. Hann hevur hæddina við sær, er væl fyri tekn­ iskt, sparkar væl út og loftar væl. Harumframt tykist hann eisini at duga væl at lesa spælið. Kemur helst ikki at fáa sítt gjøgnumbrot enn í bestu føroysku deildini, av tí at málverjar sum oftast eru eitt vet eldri, tá teir fáa sítt gjøgnumbrot. Men tykist heilt víst vera ein framtíðar málmaður í B36. ÁRGANGUR 2000 Bárður á Reynatrøð, Víkingur Føddur: 08-01-2000 Pláss á vøllinum: Málverji Upprunafelag: Víkingur Felag: Víkingur Góðir málverjar hanga ikki á trøð­ unum í føroyskum fótbólti, men tað tykist sum um at nakað gott er á veg í føroyskum fótbólti, tá hugsað verður málmansliga. Á listanum í ár eru ikki færri enn tveir málmenn, ið báðir tykjast serstakliga evnaríkir. Bárður á Reynatrøð stóð longu í fjør nógv í mál á næstbesta liðnum hjá Víkingi, umframt at hann stóð í mál á U-17 landsliðnum, sum spældi seg víðari úr undankapping í Luksemburg í fjør. Hevur hæddina til at vera mál­ maður, og útstrálar – hóast sín unga aldur – ein óvanligan trygg­ leika í málinum. Er eisini góður til at lesa spælið, og er væl fyri mál­ manstekniskt. Fer longu í ár at taka kappingina upp um málmanspláss á besta liðnum hjá Víkingi, har hann tó tykist at vera í skugganum hjá Elias Rasmussen, sum helst fer at spæla fast fyri Víking í ár. Tað er tó væntandi at Bárður á Reynatrøð innan fá ár kemur at geva honum harða kapping um málmansplássið í felagnum. Fróði Rasmussen, B36 Føddur: 10-02-2000 Pláss á vøllinum: Miðverji/ Bakkur Upprunafelag: B36 Felag: B36 Ungi verjuleikarin úr B36, fekk longu í fjør sínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá B36 í heima­ dystinum móti B68. Hann var harumframt eisini liðskipari á U-17 landsliðnum, ið sum kunn­ ugt spældi seg víðari úr undan­ kappingini í Luksemburg. Spælir fyri tað mesta í mið­ verjuni, men kann eisini spæla á bakkinum. Er vinstrabeintur, og er ógvuliga sterkur í luftspælinum. Harumframt er hann eisini skjótur sum verjuleikari, umframt at hann dugir væl at spæla. Er helst ein leikari, ið vit koma at síggja meira til í føroyskum fótbólti framyvir, men tað er óvíst um tað longu verður í ár á besta B36 liðnum, har kappingin um verju­ plássini tykist serstakliga hørð. Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ Føddur: 11-04-2000 Pláss á vøllinum: Miðverji/ Bakkur Upprunafelag: NSÍ Felag: NSÍ Var, eins og hinir leikararnir, sum eru føddir í árgangi 2000, eisini í fjør ein fastur partur av U-17 lands­ liðnum, ið fekk søguliga gott úrslit. Spældi harumframt eisini heilt nógv á næstbesta liðnum hjá NSÍ, og stóð seg væl, hóast sín unga aldur. Er ein sera skjótur og ágangandi verjuleikari, ið eisini kann spæla longur frammi á vøllinum. Er lut­ fals­liga lágur á vøkstri, men dugir væl at lesa spælið og er tryggur á bóltinum. Kemur helst hesi komandi árini spakuliga at blíva ein týðandi partur av besta liðnum hjá NSÍ, men í løtuni er kappingin um pláss­ ini í verjuketuni hørð. Magnus Holm Jacobsen, B36 Føddur: 23-05-2000 Pláss á vøllinum: Mitt á miðvøllinum Upprunafelag: HB Felag: B36 Var millum mest eyðsýndu leik­ ararnar á U-17 landsliðnum í fjør, har fleiri útlendsk feløg ljóða til at hava áhuga fyri unga og evnaríka miðvallaranum. Spælir við óvanliga stórum myndugleika á miðvøllinum hóast sín unga aldur, og smæðist ikki við at takkla ígjøgnum. Er illsintur sum fótbóltsspælari, men illsinnið tykist at vera ein styrki hjá hesum unga leikaranum. Er harumframt eisini óvanliga skilagóður við bólt­ inum, og dugir væl at leggja langar og presisar avleveringar. Tað ljóðar at ungi og evnaríki B36 leikarin, skjótt skal yvir til italska felagið, Atalanta, at roynd­arvenja, og tykist avgjørt at vera ein framtíðar leikari í føroyskum fótbólti. Asbjørn Heðinsson, 07 Vestur Føddur: 19-12-2000 Pláss á vøllinum: Mitt á miðvøllinum Upprunafelag: 07 Vestur Felag: 07 Vestur Er ein av mongum lovandi leikarum úr Vágunum. Var í fjør eisini fastur partur av U-17 landsliðnum. Spælir fyri tað mesta á mið­ vøllinum sum verjukendur miðvall­ ari, har hann er serstakliga hart arbeiðandi og orkar væl. Vinnur flestu nærdystirnar, og hóast at hava sínar styrkir í at spæla sum verjukendur leikari, varð hann eisini nýttur longur frammi á U-17 landsliðnum farna kappingarár. Har skuldi hann serliga stressa verj­urnar hjá mótstøðuliðnum, orsakað av sínari ótroyttiligu orku. Eigur enn til góðar at spæla sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá 07 Vestur, men tað tykist lítil ivi vera um, at tann dysturin er heilt nær. Listin av leikarum frá 2015: Árgangur 1997: Meinhard E. Olsen (Vendsyssel), Betuel Hansen (NSÍ), Høgni E. Nielsen (07 Vestur), Bartal Wardum (HB), Jákup Thomsen (FC Midtjylland) Árgangur 1998: Teit Jacobsen (Sønderjyske), Petur Knudsen (NSÍ), Adrian Justinussen (HB), Bjarni Petersen (B36), Janus Svabo Samuelsen (07 Vestur) Listin av leikarum frá 2016: 1998: Teit Jacobsen (HB), Petur Knudsen (NSÍ), Jákup B. Andreasen (KÍ), Adrian Justinussen (HB), Janus Svabo Samuelsen (07 Vestur) 1999: Hannes Agnarsson (B36), Mórits Heini Mortensen (NSÍ), Svein Knút Vesturdal Magnussen (Vejle BK), Arnbjørn Svensson (Víkingur), Petur í Túni Petersen (Víkingur) Asbjørn Heðinsson Andri Benjaminsen Magnus Holm Jacobsen Mórits Heini Mortensen Bárður á Reynatrøð