mánadagur 23. januar 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. januar 2017 · Nr. 10
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er nú gott og væl eitt
ár, síðani tú steðgaði á
føroyska landsliðnum.
Hvussu sær títt fót
bóltslív út í dag?
– Eg steðgaði heilt við at spæla í
summar, har alt endaði við upp
flyting við Fremad Amager – ein
deiligur endi. Eg spæli als ikki nú,
men bara renni eitt sindur.
Hvat gert tú til dagligt?
– Eg eri lærari og venjari á Køben
havns Idrætsefterskole í Valby.
Harumframt havi eg seinasta
hálva árið verið álopsvenjari hjá
2. deildarliðið hjá Hvidovre, so
fótbóltur er framvegis ein stórur
partur av mínum gerandisdegi.
Fylgir tú framvegis
føroyska landsliðnum?
– Sjálvandi geri eg tað, men tað
er trupult at síggja dystirnar í
Danmark. Eg vænti mær nógv
av liðnum, og eg eri sannførdur
um, at tað liggja stór úrslit fyri
framman.
Hør var størsta
upplivingin, ið tú hevði
við landsliðnum?
– Tað eru næstan ov nógvar til
at nevna her, men sigrarnir á
Grikkalandi eru sjálvandi tað
størsta. Harumframt var tað stórt
at spæla í Týsklandi. Eg havi altíð
virðismett allar ferðirnar og upp
livingarnar uttan fyri vøllin ógvu
liga høgt, eins og elskaði at sleppa
til Føroya regluliga – tað sakni eg
allarmest.
Kanst tú ímynda tær
einaferð í framtíðini at
vera venjari í Føroyum?
– Eg eri júst blivin liðugur sum
A-venjari og fari avgjørt ikki at
útihýsa nakað. Men í fyrstu at
løgu eri eg í gongd við at skapa
kontakt til Føroya umvegis mítt
dagliga starv, har sum eg fegin
vil hava ung føroysk talent niður
á skúlan hjá okkum. Eg eri í ferð
við at leggja eina ferð til Føroya
til rættis sum skjótast við júst tí
endamáli.
Vikan ið fór
Philip Lund, sum spældi við B36
í endanum av kappingarárinum
2015, hevur gjørt
Sáttmála við B36 fyri komandi
kappingarár. 27 ára gamla
danski framherjin skeyt fýra
mál í sjey dystum fyrru ferðina
hann spældi við B36.
Havnar Badmintonfelag
hevur sett Paulo Alexandre
Pinheiro úr Portugal í starv sum
høvuðsvenjari hjá felagnum.
Kjartan Johansen, sum bæði
spældi við U21 landsliðnum og við
A-landsliðnum herfyri, hevur valt
at flyta aftur til StÍF. Hann hevur
spælt við Team Sydhavsøerne, men
felagið hevur ikki yvirhildið sínar
avtalur. Málið er framvegis at
royna seg uttanlads í framtíðini.
sdffdsafsd
Væntandi skiftir 15 ára gamli
Hanus Sørensen til FC Midtjylland
í næstum. Framrættaði HB
arin hevur verið í Danmark
og hugt eftir umstøðunum,
men endaliga avtalan er ikki
komin upp á pláss, sigur Jákup
í Stórustovu, umboðsmaður.
Óli Mortensen vann gull í 400
metra blandaðari svimjing á
langgeil í svimjing, tá ið tey
avgreiddu ta kappingina á Lyngby
Open 2017 við tíðini 4:41.61.
Danski hondbóltsvenjarin, Henrik
Gerster, sum er kendur her heima
fyri at hava staðið á odda fyri
fleiri føroyskum feløgum, fer nú
aftur til danskan hondbólt.
Turkaland, Montenegro og
Luksemborg verða mótstøðuliðini hjá
føroyska kvinnulandsliðnum, sum í
apríl mánaði skal spæla innleiðandi
EM-undankapping í Føroyum
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Hetta er ein filmur frá 2009 um
karismatiska
venjaran,
Brian
Clough, sum í 41 hendingaríkar
dagar er venjari hjá Leeds United.
Tað er eitt tað mest umstrídda
venjaraskiftið, tá Leeds United
velur at seta Brian Clough sum
venjara, eftir at Don Revie verður
settur sum enskur landsliðsvenjari.
Brian Clough og hjálparvenjari
hansara, Peter Taylor, vinna
enska meistaraheitið í 1972 við
Derby County, sum teir fáa upp
úr næstbestu deildini.
Árið eftir spælir Brian Clough
høgt spæl, tá hann setur seg upp í
móti formannninum í felagnum.
Hann endar við at blíva koyrdur.
Filmurin snýr seg serliga um
teir 41 dagarnar hann í 1974, uttan
Peter Taylor, er venjari hjá Leeds,
sum í tíggju ár upp í slag er endað
millum fýra tey fremstu. Brian
Clough hevur fleiri ár havt ilt
eyga á Don Revie og hansara hart
spælandi Leeds United liði.
Málið við at taka yvir í Leeds
United er, at gera tað betri enn
Don Revie og seta enska landsliðs
venjaran upp á pláss.
Filmurin minnur um fleiri
av ensku filmunum, sum hava
jørðsamband. Tað eru brot frá
veruligu dystunum við í film
inum. Í løtum er filmurin meiri
ein familjufilmur, enn ein doku
mentarur.
HYGG UM: Tú minniast afturá
Brian Clough ella leitar eftir
onkrum løttum flimi við ítrótti
sum tema
IKKI HYGG UM: Tú væntar eina
gjøgnumførda dokumentargongd
av Brian Clough í Leeds United,
ella ein film í stíl við “GOAL”
filmarnar
HVUSSU ER AT HYGGJA: Sindur
óveruleikakent í løtum, men sum
heild ein lættur filmur
HVAT SIGUR TÚ: Filmurin er
verdur at síggja, men ikki nakað
meistaraverk
★★★★★★
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Christian Lamhauge Holst
Aldur: 35 ár
Starv: Lærari
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Dómararnir hava verið nógv í andgletti í Premier League
í ár. Soleiðis var eisini um vikuskiftið. Millum annað í
dystinum á Etihad millum Manchester City og Tottenham,
tá ið City kendu seg snýttar fyri brotsspark, beint áðrenn
Tottenham javnaði til endaliga úrslitið 2-2. Hvør var
leikarin hjá City, sum bleiv skumpaður og skuldi fingið
brotsspark?
2 Ikki minni rok var í dystinum millum Arsenal og Burnley
í gjár. Tá fekk Arsenal-leikari beinleiðis reytt kort fyri
ógvusliga takling. Hvør var útvísti leikarin?
3 Arsenal vann dystin 2-1 takkað verið einum ivasomum
brotssparki í evstu løtu. Hvør skoraði uppá brotsspark?
4 Danmark bleiv ógvuliga óvæntað sent út úr
HM-endaspælinum í hondbólti í gjár. Hvørjum landi tapti
Danmark fyri?
5 Hvussu eitur venjarin hjá danska hondbóltslandsliðnum,
sum gevst í summar?
6 Í apríl skal føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti spæla
EM-undankapping. Hvar verður kappingin leikt?
7 Hvussu eitur venjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum?
8 Hvør er liðskipari á føroyska kvinnulandsliðnum?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1. Raheem Sterling
2. Grant Xhaka
3. Alexis Sanchez
4. Ungarn
5. Guðmundur
Guðmundsson
6. Í Føroyum
7. Pætur Smith
Clementsen
8. Rannvá Andreasen
UMMÆLI
Filmur:
The Damned United
Fakta:
Brian Clough stóð seg ikki væl í Leeds, men vann seinni
sína sigrar við Nottingham Forest, har hann millum
annað vann European Cup. Hann doyði í 2004 69 ára
gamal.