Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 23. januar 2017 · Nr. 10 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Heri sigur sína hugsan... Terji Nielsen Í farnu viku kundu vit her í Sosialinum avdúka, at for­maðurin í HB seinastu mongu árini, Finnbogi Arge, fór at takka fyri seg á aðalfundinum, sum verð­ ur í komandi viku. Og nú tykist so greitt, at tað verð­ur eitt ógvuliga kent andlit í HB og ikki minst í føroyska samfelagnum, sum fer at taka við róðri­ num í sigursvanda havnar­ felagnum. Tí sannlíkt verður fyrr­verandi løgmaður, Kaj Leo Johannesen, valdur til nýggjan formann. Váttar at vera spurdur Sjálvur váttar Kaj Leo Jo­ hanne­sen, at hann hevur fingið fyrispurningin, um hann er sinnaður at gerast nýggjur formaður í HB, men hann leggur eisini afturat, at enn er eingin endalig avgerð tikin. Annars hevur hann ikki nakrar viðmerkingar. Tað kann sjálvsagt ikki takast nøkur avgerð, fyrr enn aðalfundurin formliga hevur valt Kaj Leo Johannesen í starvsnevndina næsta týs­ kvøld, og tá ið tað er gjørt, so skipar nývalda nevndin seg sjálv. Kaj Leo Johannesen hev­ ur áður sitið í starvs­nevndini hjá HB sum varaformaður fyrst í nítiárunum. Sum leikari hevur fyrr­ verandi løgmaður ongantíð umboðað nakað annað fe­ lag, og hann var málverji hjá besta liðnum hjá HB líka frá á heysti í 1984 fram til seinasta leikdag í 1999, tá ið hann takkaði fyri seg. Í 2004 vardi Kaj Leo HB- málið á seinasta leikdegi, tá ið HB fekk FM-steypið sama ár, sum felagið fylti 100 ár. Tilsamans spældi Kaj Leo Johannesen heili 300 dystir á besta liðnum hjá HB. Stórar avbjóðingar Tað er einki at taka seg aft­ ur í, at tað eru stórar av­ bjóðingar, sum liggja fyri framman í HB. Fráfarandi formaðurin, Finnbogi Arge, boðaði herfyri frá, at HB fór eftir FM í 2017, og tað krevur ein sterkan hóp. Tí noyðist HB at styrkja seg markant sum skjótast. Sum tað bleiv skrivað á in.fo í gjár, so tykist tað greitt, at FM-vinnarin úr Víkingi í fjør, Heðin Hansen, skiftir til HB fyrsta dagin, og sum vit skrivaðu í Sosial­ inum í farnu viku, so skulu tveir danir, Martin Bergvold og Daniel Pedersen, koma til Føroya í hesi vikuni at hyggja eftir umstøðunum og møguliga skriva undir sáttmála við havnarfelagið. Fíggjarligu avbjóðing­ar­ nar eru eisini stórar, tí eitt fimtapláss í fjør rakk ikki til europeiska luttøku, og tí eru inntøkurnar í ár ikki eins høgar, sum tær hava verið seinnu árini. So Kaj Leo Johannesen fær eina avbjóðing í at styrkja liðið markant, sam­ stund­is sum hann skal ansa eftir peng­unum. Seinnu árini hava vit sæð hondbóltin og flogbóltin gjørt nógv fyri at gera ítróttirnar meir ferðmiklar og meir áskoðaravinaligar, og sigast má, at broytingarnar hjá t.d. flogbólti við, at hvør bóltur telur hevur gjørt tað væl stuttligari at spæla flogbólt, og at hyggja eftir flogbólti. Fyrr máttu bólturin vinnast, áðrenn tú kundi vinna eitt stig, og tað var ofta sera langdrigið. Hondbólturin fór yvir til at loyva liðunum at taka málverjan út, og at spæla við sjey útispælarum. Hondbólturin loyvir eisini liðunum at seta eitt álop í gongd nógv skjótari enn áður, og tað hevur gjørt mun, tá talan er um undirhaldsvirðið. Fótbólturin er meir afturhaldsinnaður, tá tað kemur til broytingar. Tó vóru tvær broytingar gjørdar áðrenn aldarskiftið, sum munaðu. Tað hjálpti væl, at liðið, sum vinnur ein fótbóltsdyst heldur fær trý stig, enn tvey stig, sum í gomlum døgum, og tað hjálpti eisini væl, at tað bleiv bannað hjá málverjanum at taka bóltin upp við hondunum, tá verjuleikararnir leggja bóltin aftur til hann. Málverjarnir sóu eitt sindur stuttligir út tey fyrstu árini, tá teir í panikki sparkaðu bóltin út til innkast, men tað gingu bara nøkur fá ár, so sat tað hjá øllum málverjunum. Marco van Basten, tekniskur stjóri í FIFA, ynskir at gera tíggju broytingar í fótbóltslógini. Onkrar av broytingunum eru einki minni enn kollveltandi fyri fótbóltin, sum vit kenna hann í dag. Broytingarnar Marco Van Basten fyrislær eru hesar : 1. Ongin rangstøða 2. Ávíst tal av fríspørkum fyri hvønn spælara 3. Effektiv spæltíð frá 80. minutti 4. Gult kort merkir út í tíggju minuttir 5. Brotsspark verður ein dribbling frá 25 metrum 6. Bara liðskiparin hevur lov at tosa við dómaran 7. Fleiri útskiftingar í longdari leiktíð 8. Færri dystir 9. Færri spælarar á vøllinum í yngri deildunum 10. Flúgvandi útskiftingar í ungdómsdeildunum Ikki allar eru skilagóðar, men her eru nakrar, sum eru verdar at fara eftir. Brotssparkið og brotssparkskappingarnar í verandi líki eru somikið væl umtóktar og frágingnar, at har eru óneyðugt at broyta. At blaka ein spælara út í tíggju minuttir, og eingin rangstøða eru broytingar, sum høvdu elvt til kaos, og hesar eiga avgjørt ikki at roynast. Men har eru avgjørt broytingar, sum eru verdar at taka undir við. At bert liðskiparin kann práta við dómaran er skilagott, og hevði tálmað óneyðugum og fjákutum kjaftasliti. At lið sleppa at skifta meir út í longdari leiktíð er avgjørt nakað, sum hevur bæði ítróttarligan og menniskjaligan X-faktor. Effektiv spælitíð frá 80. minutti, so vit sleppa undan einum leikarabýti í 89. minutti er eisini avgjørt uppá sítt pláss at innføra. Fótbólturin er komin langt síðani 1863, og neyðugt er við nøkrum dagføringum, men ikki einari kollvelting. herisimonsen@gmail.com Spennandi uppskot hjá Marco van Basten Væntandi verður fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Johannesen, valdur til nýggjan formann í HB í komandi viku Kaj Leo Johannesen, fyrrverandi løgmaður, verður í næstu viku væntandi valdur til nýggjan formann í HB Savnsmynd KAJ LEO SKAL STJÓRNA HB