mánadagur 23. januar 2017síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 4 • 23. JANUAR 2017
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Hús & Heim
Vilmund Jacobsen
U
mleið helmingurin av el-orkuni
í einum húsarhaldi fer til
hvítvørunar, eitt nú til køliskáp,
frystiboksir, uppvaskimaskinu, komfýr,
vaskimaskinu og turkimaskinu. Tí er
tað týdningarmikið, at hesi tól verða
brúkt optimalt.
Ráðini eru altíð at fylla maskin
urnar, áðrenn tendrað verður og at
vaska við rætta hitanum, eins og
skilagott er at sentrifugera klæðini
eyka, um turkimaskina verður brúkt.
Tá sparir tú orku.
Hitin í køliskápi eigur at vera
umleið fimm hitastig, og kuldin í
frystiboksini eigur at vera umleið 18
kuldastig.
Umráðandi er at stilla køliskáp og
frystiboks rætt inn, tí el-orka, sum fer
fyri skeytið, gagnar hvørki tær, penga
punginum ella umhvørvinum.
Standby-nýtsla
Øll tól til undirhald, hava stóra
standby-nýtslu, serliga tí at tey ofta
standa í hesi støðu í nógvar tímar
dagliga.
Teldur, printarar, skannarar, hátal
arar sjónvørp, DVD-spælarar, play
station, nitendo og WII-spøl hava
eina ávísa el-orkunýtslu, um tey ikki
verða sløkt, tá liðugt er at brúka tey.
Best er at sløkkja á sjálvum tólinum
ella á vegginum og ikki við fjarstýr
ingini.
Týdningarmikið fyri
orkunýtslu at brúka
hvítvørur optimalt
Ráðini eru altíð at fylla maskinurnar, áðrenn tendrað verður
Ráðini eru altíð at fylla maskinurnar, áðrenn tendrað verður
Spar upp á
heitt vatn og
tú sparir olju
Vilmund Jacobsen
Æ
tlar tú tær at spara olju í
húsarhaldinum, snýr tað
seg ikki minst um at hugsa
teg um. Lat tað gerast tín vani at
hugsa um ovnarnar í húsinum - at
hesir ikki standa óneyðuga heitir, tá
lýtt er í veðrinum.
Tað snýr seg ikki um at sita kaldur
heima við hús, men heldur, at hiti ikki
fer til spillis.
Tey, sum ráðgeva um orkusparing,
siga, at fyri hvørt hitastig, sum tað
verður kaldari inni, sparir tú fimm
prosent í olju. Ein máti er at skrúva
eitt sindur fyri um náttina, og tá tú
ert úti. Skilagott er tó ikki at lata
hitan í rúminum minka við meira
enn fýra stigum, tí tá verður tað ov
kostnaðarmikið at hita rúmið upp
aftur.
Í betri tíðini av árinum verður væl
minni olja brúkt til upphiting enn í
køldu vetrarmánaðunum. Hinvegin
kostar upphitingin av vatninum tað
sama - summar og vetur, og tað er
kostnaðarmikið at hita vatn. Tí er
skilagott, um tú vilt spara olju, eisini
at spara heita vatnið.
Góð bjálving
Eitt er, hvussu tú ansar eftir hita-og
nýtsluni av heitum vatni í húsinum.
Annað er, hvussu væl ella illa húsini
eru bjálvað. Tað er stórur orkumissur
í illa bjálvaðum húsum. Bjálving er
ein eingangsíløga, sum er skjót at
vinna aftur, og er soleiðis ein varandi
sparing. Eru húsini ótøtt og trekkja
illa, elvir hetta til stóra meirnýtslu.
Vindeygu kunnu vera ein stórur
orkumissur, og tí loysir tað seg ofta
at skifta til orkugløs, um vindeyguni
eru ótøtt, gomul ella punkterað.
Orkugløs hava ta ávirkan, at hitin
sleppur inn, samstundis sum gløsini
forða fyri, at hitin í rúminum sleppur
út. Tí er skilagott at hava orkugløs
og tøtt vindeygu og úthurðar.
Ketil og oljufýr
Stórur orku- og hitamissur er í
ketlum, sum ikki verða reinsaðir
eins og í oljufýrum, sum ikki verða
stillaðar. Bert fáir millimetrar av
sóti í ketlinum hava við sær, at olju
nýtslan økist fleiri prosent. Steðgar
oljufýringin í heilum, kostar tað eisini
eyka, hvørja ferð húsini skulu hitast
uppaftur.