mánadagur 23. januar 2017síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 4 • 23. JANUAR 2017
20
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
T
á Vikublaðið vitjaði í Íslandi í
heyst, vitjaðu vit eisini ein dag
í Vestmannaoyggjunum. Hetta
var ein góður og sera hugnaligur
dagur, har vit hittu føroysku hjúnini,
Varnik Niclason úr Sumba og konu
hansara, Marionnu, ættað frá Gjógv.
Hon fór til Íslands at arbeiða, og
hann fór yvir at royna eydnuna sum
fiskimaður. Tey hvørki kendust ella
vistu av hvørjum øðrum, fyrr enn tey
blaðung ein dag møttust mitt úti á
vegnum í Vestmannaoyggjunum og
hava verið saman síðan.
Tá vit sita við borðið í hugnaligu
húsunum hjá teimum við góðum kaffi
og køkum, sigur Marianna, at mamma
hennara doyði, tá hon bert var ein stór
smágenta.
– Mamma doyði frá mær og systkj
um mínum, tá eg var 10 ára gomul.
Hon doyði barsilssong, og barnið
livdi. Pápi mín, Sivar Joensen, var jarn
smiðjur og hevði smiðju við síðuna av
húsunum hjá okkum. Tey søgdu við
meg, at »nú mást tú eiga barnið…«
Tað skilst á Marionnu, sum í dag
er 82 ára gomul, at hetta var ein tung
tíð, og tað var ein tung tíð, sum lá fyri
framman hjá familjuni við Gjógv.
Tá Marianna var vorðin tilkomin,
gjørdist hon so spent eftir at sleppa
til Íslands at arbeiða.
– Tað var okkurt, sum dró meg til
Íslands, og eg vildi bara sleppa yvir
hagar. Hví so var, dugi eg ikki at siga,
men eg kendi ongan har yviri. Tá var
eg 21 ára gomul og hevði hildið hús
við pápa og systkjum mínum í fleiri ár.
Varnik, sum nærkaðist teimum 80,
tá vit hittu tey bæði, kemur nú upp
í prátið og sigur, at Marianna fyrst
arbeiddi í Reykjavík í eina stutta tíð,
áðrenn hon fyrstu ferð kom í Vest
mannaoyggjarnar.
– Hon kom higar saman við ein
ari íslendskari vinkonu, sum hon
arbeiddi saman við í Reykjavík. Eg
haldi, at vinkonan hevði skyldfólk í
Vestmannaoyggjunum. Hetta var ein
summardag í besta veðri. Eg haldi, at
tað var ein sunnudag, og eg minnist
ikki rættiliga, um tær steðgaðu her
í ein ella tveir dagar. Tað var, meðan
tær báðar vóru her, at vit møttust, og
vit hava, sum Marianna sjálv segði,
verið saman síðan. Á stutta steðgin
um, fann hon sær eisini arbeiði her.
Hon segði arbeiðið upp í Reykjavík og
kom higar at búgva.
Byrjaði sum flekjari
Men, hvat var tað, sum førdi Varnik
sjálvan til Íslands, og hvussu byrjaði
ævintýrið hjá honum í Íslandi?
– Eg byrjaði at sigla sum 13 ára
gamal, og eg hevði longu sum 17 ára
gamal verið fýra summar við slupp
undir Føroyum. Vit royndu eftir sild
norðan fyri og saltaðu umborð. Um
heystið í 1963, tá eg just var komin
aftur av skipi, var lýsing í føroysku
bløðunum, har íslendskt felag søkti
eftir royndum flekjarum til trolarar.
Hann sigur, at teir vóru fimm ung
ir dreingir úr Sumba, sum fóru til Ís
lands, og sjálvur var hann 17 ára
gamal.
– Minnist eg rætt, fóru vit yvir í
november mánaða í 1963. Vit komu
umborð á ein ringan trolara, og vit
tjentu einki. Millum jól og nýggjárs
vóru allir trolararnir inni. Ein dagin,
eg vitjaði inni hjá Frelsunarherinum í
Reykjavík, kom eg í prát við stýrimann
og bátsman á einum trolara, sum
kallaðist Mars. Reiðaríið átti tá tríggj
– Vit høvdu búð í húsunum í umleið eitt ár. Hetta var um 02-tíðina um náttina, meðan vit lógu
og svóvu. Tað var skiparin hjá mær sum ringdi. Hann byrjaði við at siga: »Róligur, róligur ...«
Eg visti slett ikki, hvat hann meinti við, men tá var tað farið at goysa. Skiparin bað okkum
koma oman í havnina og oman í bátin beinanvegin. Tá vit hugdu út, stóðu eldsúlur longu upp
úr fjallinum, sigur 79 ára gamli sumbingurin í Vestmannaoyggjunum, Varnik Niclasson
Her stóðu nýggju
húsini hjá okkum!
– Her stóðu húsini
hjá okkum, sum
fórust í eldgosinum.
Nú liggja tey
einar 30, 40 ella
50 metrar undir
grótbræðingini,
sigur sumbingurin
í Vestmanna
oyggjunum, Varnik
Niclasson
Varnik Niclasson:
Ógvusliga eldgosið í Vestmannaoyggjunum byrjaði mitt á
nátt hin 23. januar í 1973, og 350-400 hús vórðu løgd í oyði