mánadagur 23. januar 2017síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 4 • 23. JANUAR 2017
21
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
ar trolarar, Mars, Neptunus og Uranus,
og hetta vóru allir roktrolarar.
Varnik sigur, at teimum vantaðu
flekjarar umborð á Mars, og allir
sumbingarnir sluppu við.
– Hetta var ein síðutrolari. Vit
fiskaðu um náttina og lógu stillir um
dagin. Um náttina varð blóðgað og
syrgt fyri, at trolið kom útaftur. Um
morgnarnar var dekkið fult av stórum
toski og upsa. Tá flaktu vit allir, eisini
maskinmeistari og kokkur. Slíkar dag
ar stóðu einir 12 mans og flaktu. Vit
fiskaðu á Selvágsbankanum, og alt
var stórur og góður fiskur. Tá tað gekk
best, mundu vit fáa eini 300 tons í
saltfiski í lastina eftir einari viku.
Hann sigur, at um summarið vóru
nógv færri mans umborð á trolarunum,
tí tá vóru teir á ísfiskaveiði, og tá var
ikki brúk fyri flekjarunum.
– Áðrenn eg fór heim til Føroya
aftur hetta árið, var eg eitt nú við
sildabáti av Akranesi. Vit fiskaðu á
Norðurlandinum, men tað gekk einki
serligt.
Varnik sigur, at tá hann kom heim
til Føroya um heystið, hevði hann
18.000 kónur í hondini.
– Heim komin fór eg inn í Føroya
Banka at seta pengarnar inn. Tað var
ein ung genta, sum tók ímóti mær í
bankanum, og eg minnist, at hon
rádnaði, tá hon sá allar pengarnar, eg
hevði við mær.
Hann vísir á, at um hetta mundið
vóru línubátarnir byrjaði í Føroyum,
og tá var ein góð ársløn einar 5000-
6000 krónur um árið.
– So góð var fortjenasta í Íslandi
um hetta mundið í mun til í Føroyum,
leggur Varnik aftrat.
Fór aftur til Íslands
Í januar í 1965 fór Varnik Niclasson
yvir aftur í Vestmannaoyggjarnar.
Hann hevði ongan skipskjans, tá hann
fór, men tað var nógv arbeiði í oyggj
unum um hetta mundið.
– Tað vóru einir 100 bátar her tá,
men flestu bátar vóru mannaðir, og
tí gekk tað eitt sindur striltið at fáa
kjans, men tað eydnaðist til endans.
Eg fekk kjans við einum snurriváðsbáti.
Vit vóru fýra føroyingar við bátinum,
og vit gjørdu tað heilt einastandandi
gott. Skiparin var íslendingur. Vertíðin
byrjaði í januar og vardi til mai. Vit
gjørdust nógv besti bátur í oyggjunum
hesa vertíðina.
Hann sigur, at árið eftir hevði skip
arin ein størri bát, og tá fóru teir eisini
at salta umborð. Varnik var í eini trý
ár við hesum bátinum, og tað gekk
óføra væl.
– Eftir hesi árini fór eg við einum
95 tons stórum stálbáti, sum kom úr
Eysturtýsklandi. Tá báturin kom, fór
eg oman á bryggjuna við Marionnu
at vísa henni hetta stásiliga fiski
far. Hetta var eftir tátíðini ein væl
útgjørdur bátur, og hann hevði eisini
radara. Tað høvdu hinir ikki, sum eg
hevði verið við.
Varnik vísir á, at ein maður av
Bakkafjørðinum, sum hevði siglt sam
an við hesum skiparanum í eini 10 ár,
var farin av. Hann ynskti at vera heima
hjá mammu síni, sum var vorðin sjúk.
– Skiparin stóð nú knappliga og
vantaði ein mann. Hann kom yvir til
mín og bjóðaði mær kjans, og eg tók
av. Hetta var ein rættiligur rokskipari,
og eg var saman við honum í eini sjey
ár, leggur hann aftrat.
Aftur til Marionnu
Meðan vit sita og skifta orð aftur við
kaffi og góðum køkum inni hjá Varnik
og Marionu, sigur fryntligi sumbing
urin, at hann og Marianna møttust í
Vestmannaoyggjunum umleið eitt ár
eftir, at hann var komin til oyggjarnar.
– Eftir at vit vóru komin saman,
giftust og høvdu fingið børn, vóru
vit ikki nógv heima í Føroyum, men
Marianna fór av og á heim til Føroya
við børnunum. Meðan hon einaferð
var í Føroyum, og eg var til skips í
Íslandi, møtti hon einum sumbingi í
Havn. Hesin segði, at hann skuldi yvir
til Íslands við bátinum Óla Horn úr
Vági at taka agn á Seyðisfjørðinum,
og síðan skuldu teir til Grønlands at
fiska. Kona mín spurdi nú, um hon
kundi sleppa við til Íslands. Jú, tað
kundu hon og børnini saktans.
Varnik vísir á, at kona hansara
tá slett ikki hevði hugsað um, hvar
Seyðisfjørður liggur í mun til Vest
mannaoyggjarnar, men hon vildi bara
sleppa til Íslands.
Marianna leggur nú upp í prátið
aftur og sigur, at alt gekk væl á ferðini
yvir til Íslands við Óla Horn, og veðrið
var gott.
– Eg havi ongantíð havt sjóverk,
og tað gekk væl við børnunum eisini.
Onkra løtu spældu tey niðri á dekk
inum á bátinum. Eg vildi bara sleppa
aftur til Íslands, og tí tók eg henda
møguleikan við Óla Horn, sigur Mari
anna.
Varnik sigur, at tað tekur stívliga
eitt samdøgur at sigla av Seyðisfirði
til Vestmannaoyggjarnar.
– Men, tað var so heppið, at júst
um hetta mundið, sum Óli Horn var á
veg til Íslands, og kona mín og børn
vóru við, ætlaði skiparin hjá mær sær
heim. Vit vóru júst um hesar leiðir,
og skiparin hjá mær vildi bíða eftir,
at Óli Horn skuldi koma. Tá báturin
við konu og børnum mínum kom til
Seyðisfjarðar, løgdu vit uttan á skipið
og tóku tey umborð hjá okkum.
Hesi árini, meðan børnini vóru
smá og vuksu til, var Marianna ofta
um sumrarnar heima í Føroyum við
børnunum, men tað var langt ímillum,
at Varnik vitjaði, tí hann var fyri tað
mesta til skips.
Varnik sigldi í tilsamans 54 ár. Tey
seinastu nógvu árini sum bátsmaður
við einum av bestu trolarunum í
oyggjunum. Tá hann gavst at sigla
eftir hesi mongu ár, fór hann í land
at smíða.
– Mær hevur altíð dámað væl at
smíða, og eg havi smíðað nógv her
inni hjá okkum sjálvum.
Marianna leggur nú aftrat, at
Varnik ofta smíðaði millum túrar, og
tá høvið beyðst annars, og eftir at
hann legðist upp, fór hann at smíða
burturav.
Varnik sigur, at hann og konan eiga
eini summarhús inni á meginlandinum,
sum liggja beint oman fyri Selfoss, og
her dámar honum eisini væl at stákast
við ymiskt fyrifallandi.
Í sínum arbeiðslívi var Marianna
í fleiri ár í einum toyhandli í Vest
mannaoyggjunum, og hon arbeiddi
eisini nógv ár í fiski, sum henni dámdi
ógvuliga væl.
Húsini fóru í gosinum
Fyrstu húsini, sum hjúnini áttu í Vest
mannaoyggjunum, vóru eini gomul
hús, sum stóðu mitt í býnum. Tað
gekk so væl at fiska um hetta mundið,
at Varnik tjenti og betalti húsini eftir
teimum árum. Her búðu tey í eini 4-5
ár.
Varnik og Marianna høvdu júst
bygt sær nýggj hús, tá tað fór at goysa
í Vestmannaoyggjunum minniligu
vetrarnáttina hin 23. januar í 1973.
– Vit høvdu búð í nýggju húsunum
í umleið eitt ár, og her hevði eg eisini
smíðað nokso nógv sjálvur. Tað byrjaði
at goysa um 02-tíðina um náttina,
meðan vit lógu og svóvu. Tað var
skiparin hjá mær, sum ringdi. Hann var
vanur at ringja, og onkuntíð kom fyri,
at hann purraði meg út. Hesa náttina
í 1973 sigur hann beinanvegin:
»Róligur, róligur…« Eg visti slett ikki,
hvat hann meinti við, men tá var tað
rættiliga farið at goysa. Marianna og
eg vóru heima við børnunum, og vit
lógu øll og svóvu, tá skiparin ringdi.
Skiparin bað okkum koma oman í
havnina og oman í bátin beinanvegin,
og vit fingu at kalla einki við okkum,
kanska eitt sindur klæðum til børnini.
Tá sonur okkara kom upp hesa nátt
ina, helt hann, at hann skuldi í skúla,
sigur Varnik brosandi.
Tá hjúnini hugdu út og sóu, hvussu
vorðið var, stóðu eldsúlur longu upp
úr fjallinum.
– Hetta sá út sum eitt snarlás, sum
mikil eldur kom upp úr.
Varnik sigur, at tey slett ikki høvdu
roknað við hesum, men um kvøldið
hevði verið ein pinkalítil jarðskjálvti,
sum tey ikki hugsaðu stórvegis um.
- Eg haldi ikki yvirhøvur, at tað var
nakar panikkur at snakka um hesa
náttina. Alt fólkið í býnum fór oman
í havnina. Tað vóru ikki so nógvir bilar
tá sum nú. Tað vóru mest reiðarar og
onnur, ið tjentu nógvar pengar, sum
áttu bilar. So, tey flestu fóru til gongu
oman í havnina.
Hann sigur, at allir bátarnir í Vest
mannaoyggjunum og eisini bátar
innan av meginlandinum sigldu við
fólki inn til Torlakshøfn og Grindavík.
Tað vóru eisini bátar, sum sigldu fleiri
túrar við fólki.
– Eftir eldgosið arbeiddu vit, ið
sigldu við skipinum, sum eg var við, í
ein hálvan mánaða við at bjarga ym
iskum út úr húsunum, sum komandi
var til. Vit pakkaðu niður og syrgdu
fyri, at fólk fingu tað, tey áttu.
Beint eftir eldgosið, og meðan fólk
enn vóru í gongd við at bjarga ymisk
um, sum bjargast kundi, fór Marianna
at arbeiða á hotellinum í oyggjunum.
– Tað var løgreglan, sum tá búði á
hotellinum. Marianna varð sett niður í
kjallaran at vaska toy fyri løgregluna,
og har var alt fult av gassi.
Varnik og Marianna siga, at har,
sum hús teirra stóðu í eldgosinum,
eru eingi hús í dag. Tey liggja langt
undir grótbræðingini, kanska einar 30,
40 ella 50 metrar niðri.
– Kirkjan í Vestmannaoyggjunum
fór næstan undir í øsku og ikki av
sjálvari grótbræðingini. Øska kom yvir
allan býin.
Eftir eldgosið í Vestmannaoyggj
unum, tá føroysku hjúnini høvdu mist
húsini og alt tey áttu, fóru tey til
Grindavíkar at búgva.
– Vit fingu nýggj hús í Grindavík, og
eg fekk eisini tjans við einum góðum
báti har. Vit búðu bara nakrar mánaðir
í Grindavík. Marionnu dámdi slett ikki
at vera har, og bæði vildu vit sleppa
heim aftur til Vestmannaoyggjarnar.
Tá tey komu aftur til oyggjarnar,
bygdu tey sær eini onnur hús, men tey
húsini eiga hjúnini ikki longur.
– Marianna fekk trupulleikar við
knøunum og húsini, vit búðu í, vóru
ikki serliga væl egnaði til hana, tí her
vóru trappur. Tí fóru vit fyri nøkrum
árum síðan í skifti við ein mann, har
hann fekk okkara hús, og vit fingu
húsini hjá honum.
Varnik Niclasson sigur, at einki
hevur verið at merkt til nakað eldgos
aftur í oyggjunum, og her hava ongar
ristingar verið at snakka um.
Eini 350-400 hús vórðu løgd í oyði
í herviliga eldgosinum í 1973.
Varnik Niclasson dugir sera væl til hendurnar, tó at
hann ikki er útbúgvin timburmaður. Hann hevur pyntað
nógv kring húsini, ið eisini hava vunnið heiðursløn
sum snøggastu hús í Vestmannaoyggjunum
Hon er frá Gjógv, og hann er úr Sumba. Tey møttust fyrstu ferð í Vestmannaoyggjunum sum ung,
og tey hava verið saman síðan. Tá hann er úti og ringir til hennara, snakka tey íslendsk saman