Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-23, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2017síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 4 • 23. JANUAR 2017 22 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vilmund Jacobsen Í juli mánaði í fjør læt Jógvan Han­ sen, sum leingi hevur verið virkin í tónleikalívinum í Íslandi, upp eina barr ella eina krógv í Reykjavík. Navnið er Græna Herbergið - ella Grøna Herbergið, sum vit vildu sagt á før­oysk­um. Tað eru Jógvan og ein íslendskur vinmaður og tónleikari, sum saman eiga virksemið, og teir hava eisini aðrar íleggjarar, sum hava lyft undir verk­ætlanina. – Í fleiri ár havi eg sum tónleikari arbeitt nógv rundan um slík støð sum hetta, men eg havi ikki verið partur av teimum sjálvur. Hinvegin havi eg gingið og hugsað um at royna hetta. Í sínari tíð arbeiddi eg eitt skifti sum barrvørður í Barok, men nærri slíkum virksemi eri eg ongantíð komin. Barrin ella krógvin hjá Jógvani og vinmanni hansara í Reykjavík liggur ógvuliga sentralt fyri í býnum, og tað er lítið meira enn eitt hanagleiv oman í Hørpuna. – Tað er alt annað enn lætt at sleppa inn í slík høli, ið liggja so væl fyri í býnum, tí tað eru nógv, sum vilja inn, tá hølini gerast tóm. Tað er eisini rættiliga trupult at fáa loyvi til barrvirksemi í Reykjavík yvirhøvur, tí kvotur eru á, hvussu nógvar barrir kunnu vera í býnum. Hann heldur, at teir í so máta hava verið ógvuliga hepnir, tí loyvið, sum teir hava fingið, fevnir um alt frá skeinkiloyvi til restauratiónsvirksemi og dans. Tvær hæddir Snotuligu hølini eru í tveimum hædd­ um, soleiðis at dansur kann vera í nið­ aru hæddini, samstundis sum friðar­ ligur tónleikur er í ovaru. – Eg vil siga, at okkara barr er rættiliga tónleikafokusera, og vit hava livandi tónleik her flestu kvøld í vikuni. Jógvan Hansen sigur, at í byrjanini spældi hann nógv sjálvur, tí tað kostar pengar at fáa fólk inn at spæla, og teir halda ikki, at tað er líka mikið, hvør tað er, sum spælir. – Tá vit hava livandi tónleik, verður gjarna koyrt frá umleið klokkan 21 á kvøld til klokkan 03 ella 03.30, og fríggjakvøld hevur hann altíð dans við orkestri. Leygarkvøld klokkan 22 kemur altíð ein pianistur inn á gólvið, og hesin spælir í ovaru hæddini frá klokk­ an 22 til klokkan 01, tá vit líka sum hava felagssang saman við teimum, sum eru inni á gólvinum. – Hetta er eitt tiltak, sum hevur ver­ið ógvuliga væl móttikið. Íslend­ ingar eru akkurát líka sum føroyingar, tá ræður um felagssang. Teimum dám­ar væl at syngja við og vera partur av góða stemninginum. Hetta tiltak dregur nógv fólk inn á gólvið, og ofta hevur verið fullsett. Fríggjakvøldið best Jógvan Hansen vísir á, at fríggjakvøldið sum oftast er tað besta kvøldið í vik­ uni. – Tað er í fyrsta lagi life tónleikurin, sum tá er til dansin í niðaru hæddini. Vit hava ikki bara onkran at spæla eitt slíkt kvøld, men tað besta, tú finnur í býnum. Slíkt kostar pengar, og rakst­ urin hjá okkum er eisini rímiliga dýrur. Men, tað kostar einki at koma inn á Græna Herbergið. – Tað eru ikki øll, sum fara á barr, ið hefta seg við, um tónleikurin er ordiliga góður ella bara so nøkulunda, men tað eru eisini tey, sum fara har, ið tað besta er. Jógvan Hansen vísir á, at tá bæði hann og vinmaðurin, sum hann eig­ ur staðið saman við, eru virknir tón­ leikarar, koma eisini nógvir aðrir tón­ leikarar inn á gólvið. – Eg havi ta kenslu, at vit sum tón­leikarar hava gott orð á okkum her í Reykjavík, og tað er avgjørt ein fyrimunur. Ikki minst hetta hevur við sær, at fleiri aðrir tónleikarar koma inn á gólvið. Í fleiri førum merki eg, at tað eru tónleikarar, ið líka sum koma inn á gólvið fyri at bera okkum eina tøkk, tí vit kanska hava hjálpt teimum í onkrum øðrum føri. Jógvan Hansen tekur sum dømi, at hann varð biðin at samskipa fleiri stór jólaborð í tíðini fram til jólar. – Tá skuldi eg eisini finna tónleik­ arar til tiltøkini. Mín leiklutur var í hes­um førinum ikki at spæla, men at sam­skipa. Tá fingu fleiri av tónleik­ arunum í Reykjavík, sum vit samstarva við, møguleikar at spæla til jólaborð. 30 ár og eldri Vit spurdu at enda Jógvan Hansen, hvør aldursbólkur serliga vitjar inn á Græna Herbergið. – Tað eru serliga fólk, sum eru 30 ár og eldri, sum vit síggja her inni á gólvinum. Hetta fegnast vit um, tí vit halda, at tað líka sum hevur manglað okkurt innbjóðandi stað til tey tilkomnu í býnum. Jógvan Hansen sigur, at í ovaru hædd­ini er ongantíð so nógvur gang­ ur, at fólk ikki kunnu tosa saman, og hetta er nakað, sum teir leggja stóran dent á. – Fólk skulu kunna sita og práta saman uttan av vera køvd av tónleiki. Hinvegin kann nógvur gangur vera í niðaru hæddini, men tað órogvar van­ liga ikki tey, sum sita í ovaru hæddini og práta. Hann sigur, at tað eru fleiri bólkar, sum koma at spæla konsertir niðri undir, og her sleppur ikki ein og hvør. – Tað er ikki soleiðis, at vit lata ein og hvønn fara niður í kjallaran at spæla býtt, um eg so kann siga. Her skal leverast nakað fyri pengarnar, sum Jógvan Hansen tekur til. Undirtøkan, sum Græna Herbergið hevur fingið síðan byrjan, hevur verið ógvuliga góð, og eigararnir eru nøgdir við gongdina síðan byrjan í juli mánaði í fjør. Græna Herbergið er navnið á barrini ella krónni, sum føroyski tónleikarin í Íslandi, Jógvan Hansen, hevur latið upp saman við einum vinmanni í Reykjavík Jógvan Hansen er nú barreigari í Reykjavík Tað eru Jógvan Hansen og ein íslendskur vinmaður og tónleikari, sum saman eiga Græna Herbergið Undirtøkan, sum Græna Herbergið í Reykjavík hevur fingið síðan byrjan, hevur verið ógvuliga góð