Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. januar 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. januar 2017 · Nr. 11 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Myndugleikarnir skulu vera meiri avgjørdir, tá ið ódnar­veður er. Tað heldur Hendrik Old, landsstýrismaður í sam­ ferðslumálum. Í næstsíðstu viku var av ringasta veðri við øgiligum kavaroki og jarðroki, og tá mæltu Landsverk og løg­ regl­an fólki staðiliga frá at fara í bil. Men hjá nógvum var tað sum at sleppa vatn á gás, tí tað var nógv fólk, sum ikki aktaðu boðini, men fóru kort­ini í bilin – og løgdu enn­ tá á fjøllini at koyra ímillum bygdir. Avleiðingin var at nógvir bilar rendu seg fastar í kav­ anum. Í summum førum rýmdu fólkini frá bilunum og lótu teir bara standa, bæði inni í bygdum øki og á fjøllunum. Men tað vóru eisini nógv fólk, sum vórðu verandi í bilunum, og summi av teimum komu at sita í bilinum í fleiri tímar, áðrenn hjálpin kom fram. Men avleiðingin av at fólk ikki aktaðu áheitanina um at lata vera við at koyra, var eisini, at bjargingarfólk hjá Landsverki máttu leggja rættiliga nógv fyri, fyri at fara á fjøllini at bjarga fólki úr bilum, sum stóðu fastir. Men samstundis eru allir teir undirkavaðu bilarnir eisini til stóran ampa fyri tey, sum skulu grava kavan av vegnum aftur, tí tey fáa ikki grivið fyri bilum, sum standa framvið vegnum, bæði innanbíggja og uttan­ bíggja. Kann ikki halda fram Hendrik Old heldur ikki, at hetta kann halda fram og tí má ein betri loysn finnast. Hann sigur, at tað vísir seg, at fólk taka ikki tilmæli um at lata vera við at koyra, í álvara, sama, hvussu staðilig tey eru. – Og so tá ið tey so koma í neyð, ringja tey eftir løg­ regluni og Landsverki fyri at verða bjargað, leggur hann afturat. Tí heldur heldur hann, at tað verður rætt og slætt neyðugt at gera meiri burtur úr at steingja vegir, tá ið óveður er. Hann heldur, at nú tað vísir seg, at tilmæli ikki hjálpa, er neyðugt at boðini frá myndugleikunum eru so mik­ið greið, at tey ikki eru til at misskilja. – Tá ið líkindini eru so vánalig, at Landsverk og løg­ regla halda at tað eru óráð at fara í bil, eiga tey ikki at mæla frá at koyra. Tey eiga bart út at kunngera, at tað er ikki koyrandi. – Men tað skal sjálvsagt ikki gerast, fyrrenn tað eru so ring líkindi, at tað ikki er vandaleyst fara frá hús­ um. Hinvegin mugu vit hava álit á, at menninir hjá Lands­verki, sum fáast við kavagrevstur, duga á at skyna, nær tað ikki er ráðiligt at fara frá húsum. Ein almenn fráboðan um, at tað ikki er koyrandi, er ein nógv greiðari boðskapur enn eitt tilmæli um ikki at koyra bil. Og hann sigur, at hetta er ein spurningur, hann fer at taka upp á fundi við Lands­ verk í næstum. Hann sigur, at vísir tað seg heldur ikki at hjálpa, má spurningurin so viðgerast einaferð afturat. Men tá kann avleiðingin verða, at veg­urin verður stongdur við bummi av onkrum slagi, leggur hann afturat. Í hesum sambandi kann nevnast, at fyrr varð Oyggj­ar­vegurin onkuntíð stongdur tá ið tað var óveður. Men eldri bjargingarfólk hava fortalt okkum, at tað var heldur ikki altíð, at fólk aktaðu tað, tí tað hendi seg, at lásið á bumminum varð rætt og slætt brotið upp, og so hildu fólk á fjøllini kortini. VIL BJARGA FÓLKI UNDAN AT KOMA Í NEYÐ Tað vísir seg, at tað nyttar ikki at heita hampuliga á fólk og sostatt má sterkari lútur til, tí hetta kann ikki halda fram, sigur Hendrik Old, landsstýrismaður Áki Bertholdsen Heldur enn at avtaka bummgjaldið fyri at koyra ígjøgnum undir undir­ sjóvartunlarnar, hevði tað verið betri at brúkt ein part av tí upp á ein tunnil undir Sandavágsháls. Tað heldur Hendrik Old, landsstýrismaður í sam­ferðslumálum. Hann heldur, at verð­ ur bummgjaldið partvís varðveitt, kann ein part­ur av tú setast av og verða savna sama til at gera ein tunnil undir Sanda­vágs­ háls. Í illveðri, serliga í kava, er Sandavágshálsur eitt tað ringasta vegastrekkið í landinum, samstundis sum at har er rættiliga nógv ferðsla, eisini til og frá flogvøllinum. Eisini í kavarokinum í næstseinastu viku var tað á Sandavágshálsi, at tað stóð eina ringast til, tí har stóru fleiri bilar fastir í kavanum. – Eg haldi, at tað hevði verið ein fantastiskur fyri­munur at fingið ein tunnilin undir Sanda­vágs­ háls, heldur Hendrik Old. – Onkur heldur enntá, at tunnilin skal ganga heilt yvir í Vatnsoyrar, men tað er kanska at gera nakað nógv av, heldur hann. Seinur dagur Men sum støðan er nú, væntar hann, at tað verð­ ur seinur dagur, at koyr­ andi verður undir Sanda­ vágsháls. Sum arbeiðshátturin er nú, verða tunlar nevniliga fíggjaðir soleiðis, at játtanin verður sett á fíggjarlógina so hvørt tunnilin verður gjørdur, so tá ið hann er liðugur, er hann eisini goldin. Tað merkir, at rættiliga stórar upphæddir skulu setast av til ein tunnil á hvørjum ári. Og Hendrik Old er sannførdur um, at við hesi skipanini verður tað seinur dagur, at koyrandi verður undir Sandavágshálsi ígjøgnum ein tunnil, tí nógvar aðrar útbyggingar eru settar út í kortið at gera hesi næstu árini, eisini tunlar. Og tí heldur hann, at ein loysn kundi verið at brúkt ein part av bumm­ gjaldinum til tað enda­ málið. Hann vísir annars á, at tá Vágatunnilin varð gjørd­ur á sinni, vóru røddir frammi um at hann skuldi eisini fara undir Sandavágsháls og koma út í Sandavági. – Sjálvur var eg heitasti talsmaður fyri tí, men tað fekk ikki undirtøku, tí at mótmælini ímóti tunli­num vóru so ógvus­ lig. Mótmælini vóru so ógvuslig, at fleiri politik­ arar, helst úr Vágum, stúrdu fyri, at fóru tey at tosa um at gera tunnil til Sandavág, fór alt at detta niðurfyri, so var betri bara at fáa ein tunnil. Einasta rætta er at gera nýggjan tunnil Ístaðin fyri at avtaka bummgjaldið, kundi tað verið eitt hugskot at brúkt ein part av tí til at fíggja arbeiðið at gera ein tunnil undir Sandavágsháls STERKARI LÚTUR Tey, sum ikki akta boðini, koma ikki bara sær sjálvum í neyð, men tey koma eisini teimum, sum skulu bjarga teimum, í eina keðiliga støðu, og tí má sterkari lútur til – Tað hevði verið ein fantastiskur fyrimunur at fingið ein tunnilin undir Sandavágsháls, heldur Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum TÍÐINDI