Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. januar 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. januar 2017 · Nr. 11 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Tað tók eitt sindur av tíð at fáa sett Markamóts­nevnd­ ina, sum er ein avgerandi myndugleiki, í sambandi við, at eldraøkið var lagt út til kommunurnar ella kommu­ nal samstørv. Men í september í fjør setti landsstýriskvinnan við almannamálum, Eyð­gunn Samuelsen, Javnaðar­flokk­ urin, nevndini. Bárður Larsen, advo­ kat­ur, er formaður, og Ása Olsen, aðalskrivari í MBF, er næstformaður, með­an Katrin Danielsen, kommunu­ lækni, er nevndarlimur. Fleiri markamót eru mill­um kommunurnar, Al­ manna­verkið og sjúkrahús­ verkið, tá ið tað snýr seg um tænastur til borgarar. Við markamót verður hugs­að um ymisk málsøki, har ábyrgdin hjá ymsum myndugleikum umskarast. Neyðugt er tá at staðfesta, hvørjar meginreglur eru galdandi í ábyrgdarbýtinum millum partarnar – land og kommunur. Við útleggingini av eldra­ røktini eru nýggj markamót komin millum land og komm­unur, og arbeitt hevur verið við at tryggja, at borg­arar ikki detta niður ímillum ymsu skipanirnar, tí myndugleikar ikki kunnu semjast. Beinanvegin tá ið eldra­ økið var lagt út til komm­ unurnar vísti tað seg, at í nógvum førum vóru um­ skaringar, so tað ikki var greitt um tað var landið ella kommunurnar, sum høvdu ábyrgdina. Fyri at fáa skil á hesum var eitt markamótsskjal gjørt. Hetta skjalið er grundarlagið undir teimum avgerðum, sum Markamótsnevndin tekur. Útfrá skjalinum skal nevndin taka avgerðir, sum síðani eru vegleiðandi fyri mál av sama slag. Greiðari reglur Tá ið eldraøkið flutti til komm­unurnar vísti tað seg beinan­vegin, at í fleiri førum var tað soleiðis, at borgarans støða var so háttað, at ilt var at siga við lógini í hond, hvør mynduleiki átti at veita borgarunum neyðugar tænastur. Millum annað hevur tað vísti seg, at tá ið fólk, yngri ednn 67 ár gerast sjúk og hava hjálp fyri neyðini, so ber ikki altíð til at siga, hvør skal veita hesa hjálp. Í veruleikanum var tað so, at kommunurnar yvirtóku tænasturnar til borgarar ekdri enn 67 ár, men í ávísum førum noyðast tær eisini at taka sær av yngri fólki, sum hava varandi sjúku, men tó ikki liggja á sjúkrahúsi. Tað er í mongum slíkum førum, at ivi er um, hvør hevur ábyrgdina av at veita hjálpina. Er tað framvegis landið ella er hetta ein part­ ur, sum fylgir við yvirtøkuni av eldraøkinum? Í skjalinum stendur við vísing til lógina, at kommu­ nala heimatænastan er heimahjálp og heima­sjúkra­ røkt. Landið hevur nakrar ábyrgdir, sum eru nevndar í forsorgarlógini. Málbólkurin, sum landið stuðlar eru menn­ingartarnað, fólk við avmarkaðum sálarligum før­ leika, seinheilaskadd, rørslu­ tarnað og fólk við sansibreki. Ta er soleiðis, at hava borg­arar bæði tørv á stuðli og røkt, so er tað álagt stuðuls­tænastuni at sam­ skipa heimatænastuna og stuðuls­tænastuna. Skjalið Í niðurstøðuni í einum skjali, sum var gjørt millum land og kommunur, stendur at: • Kommunurnar hava á­byrgdina av heimatæn­astuni, sum í stuttum merkir, at kommunurnar hava ábyrgd av sjúkrarøkt og persónligari røkt • Landið hevur ábyrgd­ ina av at veita stuð­ uls­tænastu til vaksin heima­búgvandi frá 18 til og við 66 ár við serligum avbjóð­ingum, soleiðis at tey hava møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív. Stuðulin kann halda fram eftir at viðkomandi er fyltur 67 ár • Tænastan til børn, ið hava brek, verður fram­ haldandi ein uppgáva hjá landinum. Børn, ið bera fjølbrek, fáa í dag stuðul og umlætting frá almannaverkinum nær­um alt samdøgrið og tí verður mett, at tað er best fyri børnini at røktar­uppgávan er ein partur av tí stuðuls- og um­lættingartænastu, sum al­manna­verkið annars veitir. Tað er út frá hesum megin­ reglum, at marka­móts­ nevndin arbeiðir og tek­ur sínar avgerðir, har ábyrgdin verður løgd til komm­ unurnar ella til landið. MARKAMÓTSSKJALIÐ ER GRUND UNDIR AVGERÐUM Markamótsnevndin tekur avgerðir um hvør hevur ábyrgd av sjúkum -kommuna ella landið Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Á myndini Bárður Larsen, formaður, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, og hinir báðir limirnir í markamótsnevndini, Ása Olsen og Katrin Danielsen. ELDRAØKIÐ Eftirspurningurin eftir einum markamótsskjalið og einari markmótsnevnd milum eldrarøktina o forsorgina var stórur. Í fjør kom marka­móts­ skjalið og í september var ein markamótsnevnd sett. Hetta var neyðugt at gera, men tað hevur víst seg, at nevndin als ikki síðani hon var sett hevur arbeitt undir serliga stór­ um arbeiðstrýsti. Fimm avgerðir eru tiknar í nevndini. Talið er ikki stórt, men hetta eru avgerðir, sum eisini verða brúktar sum for­ dømir í øðrum málum, sum líkjast.. Bárður Larsen er for­ maður í nevndini, har eisini aðalskrivarin í MBF og ein kommunulækni eru limir. Samstarvið virkar