týsdagur 24. januar 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 25. januar 2017 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Síðani
kommunurnar
yvirtóku
eldraøkið,
hava
fleiri upplivað, at summar
tænastur
hjá
ávikavist
kommunum og landið um
skarast.
Ein markamótsnevnd er
farin til verka og hon hevur
í fleiri førum tikið avgerð
um, hvør tað er sum eigur at
veita tænastuna.
Gott at avgerðir
verða tiknar
Fyri tey, sum dagliga virka
í tænastunum, bæði hjá
kommununum
og
hjá
landinum, er tað ein lætti, at
greiðar avgerðir verða tiknar.
Í einum føri snúði tað
seg um, hvør skuldi gjalda
rokningina fyri uppihald
á einum røktarheimi í eitt
ávíst tíðarskeið. Maðurin
hevur sálarligt brek og er
yvir 67 ár.
Fyri at ein borgari skal
fáa eitt serligt búpláss frá
landinum, so skal borgarin
hava eitt ávíst sjúkustig,
áðrenn
kravið
um
eitt
týðandi sálarbrek er lokið.
Nevndin metti ikki, at
talan var um so týðandi
sálarbrek, at hann kundi
fáa serligt búpláss udnir
landinum.
Tað vil í hesum føri siga,
at av tí at borgarin er yvir
67 áar, so er tað kommunan
sum skal gjalda fyri tíðina á
røktarheimi.
Í
fleiri
førum
hevur
nevndin tikið støðu til sein
heilaskaddar menn og um
hvør skal gjalda fyri teirra
búpláss.
Lógin sigur, at røktarheim
ella eldrasambýli kann í heilt
serligum førum hýsa øðrum
røktarkrevjandi persóni enn
fólkapensjonisti.
Markamótsnevndin
er
av teirri fatan, at kjarnuøkið
fyri røktarkrevjandi undir 67
ár, ið kunnu fáa búpláss frá
kommununum, eru borgarar,
ið hava sjúku, ið eldri fólk
typiskt fáa, og sum er pro
gressiv og degenererandi.
Alzheimers
og
onnur
sløg av demensi eru mest
vanligu sjúkur í so máta, ið
elva til, at persónur gerst
óafturvendiliga og alsamt
meira røktarkrevjandi.
Sclerosa á seinni stigi er
annað dømi.
Sonevndur
alkohol
demensur – ella seinheila
skaði grundað á langtíðar
misbrúk av alkoholi, er ikki
á sama hátt ein degenerativ
sjúka sum hinar fyrr nevndu.
Steðgar viðkomandi við
misbrúkinum og fer at liva
sunnari, kann progressiónin
steðga.
Almannaverkið
hevur
higartil við heimild í for
sorgarlógini,
varðað
av
búplássum til hendan bólk.
Markamótsnevndin
dugir
ikki at síggja, at hetta økið er
flutt frá landi til kommunur.
Nevndin metir, at Al
mannaverkið eigur at veita
tilboð um búpláss á heimi
fyri seinheilaskadd, tá talan
er um alkoholdemens og
apopleksi, meðan komm
unurnar vanliga eiga at
veita tilboð um búpláss á
røktarheimi ella eldrasam
býli til borgarar undir 67 ár,
ið eru raktir av Alzheimers
demens.
ELDRAØKIÐ
Tikið avgerðir um mark
millum røkt og forsorg
Nú sæst endi á stríðnum millum land og kommunur og hvør hevur ábyrgd
av at veita stuðul – Markamótsnevndin tekur avgerðirnar
Kommunurnar taka sær av teimum yvir
67 ár, men ofta eru umskaringar, sum geva
ivamál um hvør hevur ábyrgdina.
Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, var landsstýriskvinna við
almannamálum, tá ið eldraøkið var lagt út til kommunurnar
Eyðgunn Samuelsen er landsstýriskvinna við
almannamálum í dag oghevur í stóran mun
samstarv við kommunurnar á eldraøkinum.