Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. januar 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. januar 2017 · Nr. 11 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Einkarrætturin hjá Rúsuni at innflyta rúsdrekka eigur at verða avtikin. Tað heldur Ronnie Thomas­sen, formaður í Ein­ Malt, sum er ein bólkur fyri fólk við serligum áhuga fyri whisky. Hann heldur, at tað er spell at so at siga allur okk­ ara rúsdrekkapolitikkur er lagdur av fráhaldsfólki og sam­stundis er at kalla allur rúsdrekkapolitikkurin lagaður til tey heilt fáu, ið ikki duga sær hógv í brenni­ víni. Hinvegin verða áhuga­ mál­ini hjá tí stóra meiri­lut­ anum av fólki, sum dugir sær hógv, og ikki hevur brenni­ vínstrupulleikar, fullkomi­ liga skúgvað til viks. Broyti endamálini við Rúsu Og Ronnie Thomsen heldur avgjørt, at skipanin við Rús­ uni eigur at verða endur­ skoðað. Og sum vit hava lisið seinastu dagarnar, er hann als ikki einsamallur um at halda tað. Sjálvur heldur hann, at stjórin í Rúsuni hevur besta boðið upp á, hvussu tað kann gerast. Stjórin í Rúsuni hevur víst á, at Rúsan hevur tvey mótstríðandi endamál. Í øðrum lagi skal Rúsan rekast vinnuliga, tí hon skal geva eitt ávíst avlop um árið, og tí má hon stimbra søluna í ein ávísan mun. Í øðrum lagi skal hon vera við til at tálma rúsdrekkanýtsluna, og tað merkir, at hon skal vera avmarkandi fyri nýtsluna. Formaðurin í EinMalt heldur, at bæði hesi krøvini til Rúsuna eiga at verða strikað. – Kravið um, at Rúsan skal geva eitt ávíst avlop í landskassan á hvørjum ári, eigur at verða slept, tí tað avmarkar virkseminum hjá Rús­uni og trýstir prísin á rús­drekka, upp. – Hinvegin skal hon held­ ur ikki hava til endamáls at tálma nýtsluni, tí hava vit aðrar stovnar til, bæði Fólka­heilsu­ráðið og við­ gerðarstovnar. Ronnie Thomassen held­ ur tvørturímóti, at Rúsan skal heilt einfalt hava eittans endamál og tað er at vera ein tænasustovnur, sum hevur eitt so stórt og gott úrval, sum gjørligt. Rúsan skal varðveitast Ronnie Thomassen ásannar PRIVATFÓ AT INNFLY Rúsan skal ikki hava til endamáls at tálma nýtsluni Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hetta høvdu vit Tað er eitt sindur niðurgerandi at siga, at handlarnir í Føroyum ikki eru førir fyri at selja rúsdrekka, heldur stjórin í SMS Áki Bertholdsen – Tað er heilt burturvið at siga, at sleppa handlarnir í Føroyum at selja rúsdrekka, hevði úrvalið minkað og prísirnir høvdu farið upp. Tað sigur Niels Morten­ sen, stjóri í SMS. Sum tað kann lesast í øðrum greinum her á síð­uni, halda summi, skulu vit hava fría rúsdrekkasølu í Før­ oyum, fer úrvalið at versnað, tí vanligir handlar fara at verða noyddir at leggja seg eftir teimum sløgum, sum selja og tað merkir, at fólk, sum vilja hava serstøk sløg av rúsdrekka, verða slept upp á fjall. Hava ikki sett seg inn í støðuna Hesum er Niels Mortensen grundleggjandi ósamdur í. – Tann, sum sigur, at handilsvinnan í Føroyum, ikki hevði kunnað lyft hesa uppgávuna og bæði hevði kunna tryggjað fólki sámu­ ligar prísir, og eitt fjøl­broytt úrval, hevur rætt og slætt ikki sett seg inn í hand­ils­ vinnuna, sigur hann. Hann heldur enntá, at ein slíkur hugburður er ikki sørt niðrandi fyri handils­vinnuna. – Tað, tey í roynd og veru siga, er, at varð kongligi eina­handilin varðveittur í Føroyum, høvdu vit havt bæði bíligari prísir og størri úrval av vørum, leggur Niels Mortensen afturat. Hann leggur dent á, at hann hevur onga støðu til um vit skulu varðveita eina skipan við eini Rúsu, tí tað er ein politiskur spurningur burturav. Men hann leggur afturat, at politikarar skulu ikki varðveita rúsuna av fíggjar­ ligum orsøkum, ella tí teir vilja tryggja føroyingum eitt fjølbroytt úrval. Áki Bertholdsen – Tað er ikki vist, at frí rús­drekkasøla hevði verið nakar fyrimunur fyri før­ oy­ingar. Tað heldur Rógvi Andri­ as Fossádal, stjóri í Rúsuni. Í seinastuni hevur nógv verið frammi um at handl­ ar skulu eisini sleppa at selja øl og vín. Stjórin í Rúsuni hevur onga meining um, hvussu rúsdrekka skal seljast í Før­oyum, tí tað er ein polit­iskur spurningur. Men hann heldur, at tað eru nakrir spurningar, sum eiga at verða um­hugs­ aðir í hesum sambandi. Í hesum sambandi held­ur hann, at hann yvir­høvur er semja um, er, at skulu handlar selja rús­drekka, fer úrvalið at minka, tí tá fara handlar at leggja seg eftir teimum sløgum, sum selja mest. – Handlar skulu hava vinning og tí fara teir at hugsa mest um tað, sum fólk keypa mest av, og tí er vandi er fyri at úrvalið fer at versna. Hesum er Jørgen Nicla­ sen, løgtingsmaður fyri Fólka­flokkin, samdur í. Hann sigur, at fáa vit fría rúsdrekkasølu, fara vit at fáa nógvar handlar, sum selja rúsdrekka. Men tað fer so aftur at merkja, at sølan hjá tí einastaka handlinum fer at verða avmarkað. – Ein handil kann ikki liggja inni við eini stórari og fjølbroyttari goymslu av rúsdrekka og tí er tað eitt mistak at halda tað, at tað fer at veksa um úr­ valið, at vit fáa fría rús­ drekka­søla, sigur hann. – Hinvegin kann tað væl vera, at teir ymsu handl­arnir fara at hava eitt ymiskt úrval, leggur hann afturat. Men tað er Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Fram­ sókn, ikki heilt samd í. Hon er samd í, at tann einstaki handilin fer ikki liggja inni við eini stórari goymslu av víni. Men hin­vegin heldur hon, at veksandi áhugin fyri mat­gerðarlist fer at vera grundarlag fyri at vit fáa ein serhandil við víni, har tey, sum hava serligan áhuga fyri víni, kunnu fáa tað víni, tey vilja hava. Vandi fyri príshækkingum Hinvegin heldur Rógvi Andrias Fossádal, at tað er eisini sannlíkt, at prísirnir á rúsdrekka fara upp, tí at Rúsan hevur nógvar stór­ rakstrarfyrimunir. – Vit keypa í stórum og tí fáa vit hampiliga góðar prísir og hann heldur, at tað kann verða ein av­ bjóðing hjá handlum, sum skulu innflyta minni nøgd­ ir. Hinvegin heldur hann eisini, at tað kann geva rúmd fyri einum serhandli við rúsdrekka í Havn. Men hann fer neyvan heldur at kunna bíleggja rúsdrekka so bíligt, sum Rúsan kann. Og verður ein ser­ handil í Havn, er eisini ein spurningur, hvussu tæn­astan verður til øll tey, sum búgva uttan fyri Havn­ina, leggur hann afturat. Prísurin fer at hækka og úrvalið fer at versna Frí rúsdrekkasøla hevði verið eitt bakkast fyri tey, sum vilja hava eitt stórt úrval Rúsan er trygdin fyri einum stórum úrvalið og fyri at prísirnir ikki hækka Føroyar eru ov lítlar til ein slíkan serhandil Ronnie Thomassen RÚSDREKKAPOLITIKKUR