Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. januar 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 25. januar 2017 · Nr. 11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 LK SKULU SLEPPA YTA RÚSDREKKA RÚSDREKKAPOLITIKKUR samstundis, at í EinMalt eru ymsar áskoðanir um, hvussu rúsdrekkasølan skal skipast. Summir limir vilja hava fría rúsdrekkasølu, men sjálvur vil Ronnie Thomas­ sen varðveita skipanina við rúsuni, tí hann heldur, at tað er besta trygdin fyri at úrvalið er so stórt og fjøl­ broytt, sum til ber. Annars er tað fallið Niels Mortensen, stjóra í SMS, fyri bróstið, at summi halda, at tað er neyðugt við eini Rúsu fyri at at tryggja eitt stórt úrval av rúsdrekka, tí tey vænta ikki, at handilsvinnan klárar tað. Men Ronnie Thomassen er samdur við teimum, sum halda, at tað fer handils­ vinnan ikki at klára. – Sama hvat stjórin í SMS sigur, fara handlar at selja tað, sum mest verður keypt av, tí ongin handil fer at liggja inni við serstøkum marglætisrúsdrekka, sum bara tey allarfægstu keypa. Hann sigur, at tað vísa royndirnar aðrastaðni, at úrvalið í vanligum handlum er lítið, tí teir leggja seg eftir at selja hópframleitt rús­ drekka. Harafturat er úrvalið al­ samt minkað, tí handlarnir halda upp at at selja há­ góðsku­vørur, sum lítið verð­ ur keypt av. Privatfólk skulu sleppa at innflyta Men samstundis sum at skip­anin við Rúsuni verður varð­veitt, heldur Ronnie Thomassen, at tað skal verða lættari hjá fólki at fáa fatur á hágóðskuvørum og tí skal einkarrætturin hjá Rúsuni til at innflyta rúsdrekka, takast av, so at eisini privatfólk sleppa at innflyta rúsdrekka. Nógv hava ført fram, at sleppa handlarnir at selja rús­drekka, fara vit at fáa ein serhandil við úrvals­brenni­ víni, ella hágóðsku­vørum, sum hann kallar tað. Men tað er Ronnie Thomassen sann­førdur um, at vit ikki fáa, tí hann heldur, at Føroyar eru ov lítlar til ein slíkan serhandil. Og skuldi ein slíkur handil komið, er vandi fyri, at prísirnir fara upp í loft. Ístaðin kundi hann hugsa sær, at Rúsan verður varð­ veitt fyri at tryggja eitt stórt og gott úrval. Men harafturat heldur hann, at tað skal vera frítt hjá privatfólki at innflyta rúsdrekka. Hann hugsar sær eina skipan, har fólk kundi bílagt sær rús­ drekka, men at tað kundi verið ígjøgnum Rúsuna. – Tað, eg kundi hugsað mær, er ein skipan, har eg kundi bílagt eina fløsku á internetinum, men at tað gekk ígjøgnum Rúsuna, so at vøran varð send Rúsuni, sum síðani roknar tey av­ gjøld, sum skulu takast, og so verður vøran útflýggjað mær. Sum støðan er nú, ber til hetta partvís til. – Trupulleikin er, at sum støðan er nú, skal tað vera Rúsan, sum bíleggur vør­una fyri teg. Og sum oft­ast má talan vera um eina minstu­ nøgd, ofta seks fløskur. Rúsan bíleggur ikki eina og eina fløsku. Í hesum sambandi heldur hann eisini, at rúsdrekka er alt ov dýrt í Føroyum, og tískil eiga avgjøldini eisini at verða lækkað, og ein partur av tí hevði verið at strika avlopskravið hjá Rúsuni. Hámarkið má avtakast Og so heldur Ronnie Thomas­sen eisini, at hámarkið fyri, hvussu sterkt rúsdrekka, tað er loyvt at innflyta til Før­oya, má takast av. – Sum lógin er nú, er tað ikki loyvt at innflyta rús­ drekka, sum er sterkari enn 60 prosent. Og tað markið má avtakast sum skjótast, tí nógvar hágóðskuvørur av rúsdrekka, eru sterkari enn 60 prosent. Hann sigur, at hetta er eitt hámark, sum varð sett fyri at forða føroyingum í at drekka finspritt, sum er 96 prosent. Samstundis vórðu allar øl, sum vóru sterkari enn gull, ella 5,8 prosent, bannaðar. Men tá ið bannið fyri sterkum ølið varð avtikið, varð bannið fyri sterkum rúsdrekka standandi eftir. – Sostatt er ólógligt at inn­flyta nógv av teimum bestu whiskysløgunum, tí tey eru ólóglig. Eitt bann, sum upprunaliga varð ásett fyri at forða føroyingum at drekka finspritt, ger tað sostatt eisini ólógligt at inn­ flyta marglætis-rús­drekka og tí virkar hetta hámarkið beint ímóti endamálinum sigur Ronnie Thomassen. klárað sum einki Niels Mortensen, stjóri í SMS sigur, at tað er ein andsøgn í at siga, at bara Rúsan kann tryggja føroyingum eitt stórt úrval av rúsdrekka og bíligari prísir. Tað er sum at siga, at varð kongligi einahandilin varðveittur, høvdu vit havt bæði bíligari prísir og størri úrval av vøruma Rúsdrekka er bara ein viðfáningur Niels Mortensen sigur, at í fyrstu atløgu kostar tað tíggjutals milliónir at reka Rúsuna um árið í lønum, húsa­leigu kring landið, og øðr­um. Hann sigur, at teir leve­ ran­dørar, føroyska hand­ ils­vinnan samstarvar við, handla fyri einar 100 milli­ ardir um árið, og í tí sam­ bandi er rúsdrekka bara ein viðfáningur. – Og at siga, at Rúsan hevur stórrakstrarfyrimunir, er rætt og slætt burturvið, tí hon er altso ikki meiri enn ein evarska lítil handil í hes­ um sambandi. Hann vísir eisini á, at í vanligum handlum í Dan­ mark er rúsdrekka ikki meiri enn eini 10 prosent av søluni, so tað hevur ikki serliga stóran týdning. Varð rúsdrekka selt í handlinum, svitast ikki, at úrvalið hevði verið væl størri enn tað er nú, og prísirnir høvdu helst verið lægri, ella í hvussu so er høvdu teir ikki verið hægri enn teir eru nu. Stjórin í SMS vísir á, at í summum handlum í Dan­ mark er úrvalið væl størri enn tað er í Rúsuni. Men hann ásannar kortini, at í lágpríshandlum, leggja tey seg eftir at hava tær vørur, fólk keypa mest av. Hinvegin er hann sann­ førdur um, at verður rús­ drekka selt í handlum í Før­oy­um, høvdu teir ymsu handl­arnir lagt seg eftir yms­um vørum og tilsamans hevði úrvalið verður mun­ andi størri. – Og vit høvdu eisini havt eitt serstøk sløg, sum bara tey fægstu drekka, tí tað snýr seg eisini um at hava ein handil, sum viðskiftafólk halda tað vera spennandi at vitja, sigur stjórin í SMS. Hann sigur, at longu í dag selja handlar eisini vørur, teir ikki selja so nógv av fyri at gera handilin spennandi at koma inn í. – Fíggjarliga ella handils­ liga er tað høpisleyst at hava ein stovn sum Rúsan er, stað­ festir Niels Mortensen. Politikarar skulu ikki varðveita rúsuna av fíggjarligum orsøkum, ella tí teir vilja tryggja føroyingum eitt fjølbroytt úrval Niels Mortensen – Tað skal vera lættari hjá fólki at fáa fatur á hágóðsku- brennivíni, og tí skulu privatfólk sleppa at innflyta brennivín, sigur Ronnie Thomassen, formaður í EinMalt