Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. januar 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. januar 2017 · Nr. 11 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hanus Vang verkfrøðingur Eg hevði ikki vænt­ að, at nakað aftur kundi koma fram í málsgongdini um »Havnartunnilin«, sum kundi kløkka meiri, enn høpis­ leysi tunnilsmunnin á Hvítanesi! Hann kemur upp í tveytifimm metra hædd, sum kostar einar fýrahundrað metra tunnil eyka! Munandi betri loysn hevði verið at havt tunnilsmunnan á Sandvíka­ leiðini! Henda sera vánaliga norska ráð­geving sigst at hava kostað Skála­fjarðartunlinum eini fýrati miljónir! Men gakk! Nú kom fram, at Heðin og Henrik hava skrivað undir eina av­talu um vegaføringina frá tunli­ num. Jú, teir ætla at gera fleiri kilo­ metrar av vegi meiri enn neyðugt, og tvær rundkoyringar heldur enn eina við Hjalla! Og vit her búgva koma at gjalda fyri býttleikarnar! Soleiðis fáa teir eisini forðað møguligari framtíðar býarbygging á leiðini, eins og teir longu hava gjørt á Hvítanesi! Hvussu kundi hesin ørskapur henda? Jú! Tað er sjálvandi tí, at Løg­ tingið, nærum einmælt, samtykti at lata einum »tilfeldigum juridiskum persónih – Skálafjarðartunnlinum – einaræði á vegapolitikki Føroya, sum var væl kjølfestur av Mikkjali Helmsdal og mongum øðrum. Hetta samtykti Løgtingið nær­ um einmælt, og úrslitið síggja vit nú! Haldi at tey als ikki vóru vakin, sjálvt um tey helst fáa góða tímaløn og eftirløn! At hyggja eftir hasi norsku vegaloysn fær ein at hugsa um, at hatta kundi líkst eini innkoyring til Los Angeles ella annan stórbý! Men har búgva mangar miljónir. Á Skálafirði og Suðurstreymoy eru vit einans eini 25.000 fólk. Ætlaði vegurin fer beinleiðis at leiða ferðsluna framvið Hvítanesi, Hoydalar og á Ringvegin! Hví droyma teir um at leiða ferðsluna við áttati kilometra fer til Vesturbýin, tá øll tunga ferðslan skal til ella frá Skansaboða? Nei! »Der lades alt håb ude«! Hvítanes og Los Angeles KJAK Bjarni Djurholm Um hálvan no­vemb­ er gjørdi Am­nesty meininga­kanning um støðu føroyinga um flóttar (tað var so almenn frá­ greiðingin). Tríggir spurningar vórðu settir - sera yvirordnaðir og leið­andi. Hetta gjørdi, at spyrjarin í veru­ leikanum fekk tað svarið, sum dyrgt varð eftir. Var millum teirra, sum bleiv uppringdur, og skal eg skal umrøða spurningarnar. Spurningur 1) Hvussu samdur ert tí í, at fólk eiga at kunna leita sær friðskjól í øðrum londum fyri at sleppa undan kríggi og forfylging? Svarið gevur seg sjálvt. Tey allarflestu eru uppá for­ hond samd um, at krígsoffur og for­fylgd kunnu leita sær friðskjól aðra­staðni. Tí er spurningurin í besta lagi leiðandi og í øðrum lagi manipu­ lerandi, tá hann nú verður brúktur sum alibi fyri vælvildina hjá før­ oyingum at taka móti flóttum og migrantum í hesum tíðum, har muslimar og afrikanar í milliónatali leita sær til Evropa at liva sum økonomiskir flóttar (og harímillum eisini terroristar). Amnesty International setti ein generellan spurning, har fólk eru positiv - hetta fyri at (miss)brúka í heildarmyndini og boðskapinum hjá Amnesty Føroyadeild. 83% vóru partvís samd ella samd. Flott tøl. Eg svaraði samdur. Spurningur 2) Hvussu samdur ella ósamdur ert tú í, at landsstýrið átti at gjørt meira fyri at hjálpa flóttafólkum undan kriggi og forfylging? Her er úrslitið sjálvsagt eisini greitt frammanundan. Stórt sæð allir føroyingar taka undir við at hjálpa, har ástendur. Hygg bara eftir allar hjálpini, sum land, felagsskapir og einstaklingar árliga lata úr Føroyum. Tí gevur hetta svarið seg sjálvt, 77% vóru partvís samd ella samd. Hinvegin var einki sagt um, at talan var um migrant- og flótta­ fólka­støðuna í Miðeystri og/ella Afrika. Um tey spurdu hava hugsað um alla elendigheitina í umrøddu økjum, kann tað verða gitt um. Givið er tó, at tey allarflestu taka undir við sjónarmiðinum um, at vit eiga at hjálpa á staðnum. Í sambandi við fíggjarlógar­við­ gerðina undan jólum, skjeyt Fólka­ flokkurin m.a. upp, at játta 10 mio kr til hjálpararbeiði uttanlands. Hetta var tíverri ikki samtykt. Men aftur til spurningin. Einki varð sagt um, at meirhjálp til flóttar hevði nakað við flóttar til FO at gera. Eg svaraði samdur. Spurningur 3) Hvussu nær hevði tú persónliga viljað tikið ímóti fólkum, sum flýggja undan kríggi og forfylging? Hevði tú latið tey búð * í Føroyum? * í býnum ella bygdini hjá tær? * í grannalagnum hjá tær? * heima hjá tær? * ella noktað teimum at komið til FO? Her kemur veruliga endamálið við spurningunum. Fyrst bóndafangar Amnesty svar­aran í spurningi 1 og 2, har svar­arin vísir eyðkenda føroyska gev­ara- og næstrakærleikan. Síðani kemur spurningur 3, har man tilætlað heldur mus­lim­ar og migrantar uttanfyri svar­møgu­ leikan hóast at øll vita, at júst hesir fólka­bólkar eru orsøk til ovurhonds frustratiónir, ótta og vreiði í øllum Europa og aðrastaðni í heiminum eisini. Ja, spurningarnir um hesi fólk geva í hesum døgum politiskar skjálvtar í øllum Europa – orsakað av yvirgangi og annars illvilja og fíggindaskapu hjá hesum fólkum móti okkara demokratium – sum fyri allar demokratar er ræðandi. Men nei, nú tóktist endamálið eitt annað, at prógva, at føroyingar við opnum ørmum taka ímóti ØLLUM flóttafólkum (har øko­ nomiskir migrantarnir verða tagdir burtur, sum í 100túsunda tali av ungum monnum floymdu inn í ES í 2015 og 2016). Tí vóru spurningarnir settir upp, so svararin bleiv bóndafangarður - hvat skuldi hann nú svara? Tí har var slettis einki nevnt um migrantar (sum flestu er ungir óútbúnir menn og telja í minsta lagi 2/3 av øllum sokallaðu “flóttunum”) og muslimar - hesir bólkar, sum í veruleikanum er tann ovurstóri politiski trupulleikin í Evropa í dag. Vegleiðing ella villeiðing? Eg segði tí við ungu kvinnuna, at spurningurin í besta lagi var mangul­fullur, í ringasta lagi vill­ leiðandi, og at eg ikki vildi svara spurn­inginum, hóast eg hevði svar­ að játtandi uppá spurning 1 og 2. Samanumtikið er tað til lítið rós fyri Amnesty soleiðis at bíleggja kanning, sum uppá forhond gevur tað úrslitið, sum føroyski parturin av Amnesty sannlíkt fór eftir – at fáa muslimskar migrantar til Føroyar. Líka so undranarsamt er tað, at Gallup letur seg brúka í mein­ingar­ kanning, sum so sjónliga gerst partur av manipulatión av fólka­ hugsanini, sum so verður varpað lurtarum og hyggjarum sum eitt sjaldsamt meiningsskifti millum føroyingar. Skoytast kann uppí, at í sama spurnarumfari, bleiv veljara­kann­ ing gjørd. Visti ikki av, at Amnesty eisini var hugað í politisku fordeil­ ingini í Føroyum? Eisini er tað undranarsamt, at meiningakanningin um flóttar, sum bleiv gjørd hálvan november, varð kunngjørd tveir mánaðir seinni, júst sum landsstýrismaðurin var til samráðingar í Keypmannahavn um útlendingamál, har lands­stýris­ maðurin alment kunngjørdi, at hann ætlar at opna Føroyar fyri flóttum … tilvild, ella!? Amnesty International, flóttar, migrantar og muslimar – veruleiki, politikkur ella manipulatión?