týsdagur 24. januar 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. januar 2017 · Nr. 11
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
DÁMAR TÆR AT
SKRIVA SO VEL
MIÐLAHÚSIÐ
Vit fýra, Anna Lindenskov Schiller,
Elisabet Holm Simonen, Janita
Sivertsen og Jóhanna Óladóttir
Joensen, hava verið tvær vikur í
starvsvenjing á Miðlahúsinum.
Vit hava verið í rættinum til
sjóforhoyr, á løgtingsfundi,
vitjað aðrir starvsnæmingar og
mangt annað. Eisini hava vit
skrivað fleiri greinar til in.fo
og í Sosialin. Tað hava verið
tvær stuttligar og læruríkar
vikur, og okkum dámdi væl.
Um tú hevur áhuga fyri miðlum og
ert sjálvstøðugur, og tær dámar at
skriva, vilja vit viðmæla tær at fara
í starvsvenjing í Miðlahúsinum.
15 ára gamli Djóni Æðustein Lias
son og 16 ára Beinir Erlendson
Simonsen fóru mánadagin 9.
januar í starvsvenjing hjá Siggert
Patursson, bónda í Hoyvík.
Her hava teir seinastu 14
dagarnar sópað, fórðað, vaskað og
upplivað bóndalívið.
Teir lótu væl at og viðmæla
øðrum við áhuga at fara í
starvsvenjing har.
Djóni og Beinir fóru til Siggert
Patursson, bónda, tí teir vildu
royna okkurt nýtt og spennandi.
Djóni hevði kunnað hugsað sær
at fingið eitt lærupláss sum bóndi.
Meðan Beinir heldur vildi royna
upplivingina.
Arbeiðsdagurin er heldur longri
enn á øðrum starvsplássum. Hann
byrjar á morgni klokkan 8 og
endar um 17-18 tíðina á kvøldi.
Hóast hetta dámar teimum væl.
Hava roynt
bóndalívið
Næmingar
í spennandi
starvsvenjingar
plássum
Í níggunda og tíggjunda flokki
hevur verið vanligt hjá næmingum
at farið í starvsvenjing í tvær
vikur. Næmingarnir velja eftir
egnum áhuga hvagar teir fara.
Summi arbeiðspláss eru sera glað
fyri starvsnæmingar og taka væl
ímóti teimum. Meðan onnur ikki
taka starvsnæmingar inn. Nøkur
arbeiðspláss eru meira eftirspurd
enn onnur, tí kann tað vera ringt
at sleppa inn á summi støð.
Nakrir næmingar velja støð, ið teir
kundi hugsað sær at fingið sum
frítíðararbeiði. Onnur velja okkurt,
sum tey høvdu kunnað arbeitt
við seinni í lívinum, og aðrir velja
okkurt, sum teir bert vilja royna.
Vit hava gjørt samrøður við nakrar
floksfelagar, sum hava verið á
ymsum áhugaverdum støðum.
Tey eru: Andrias Nolsøe, Beinir
Erlendsson, Djóni Liasson, Iris
Jónleifsdóttir, Durita Dam
Slættanes og Páll Rubek Joensen.
Tey hava øll valt spennandi støð,
og tey hava greitt okkum frá teirra
uppliving.