týsdagur 24. januar 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 25. januar 2017 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Páll Rubek Joensen hevur
tær seinastu vikurnar verið í
starvsvenjing í Eik Banka, har
hann hevur gjørt alt møguligt
ymiskt.
Hann fekk eina
yvirlitsætlan, tá ið hann
byrjaði, og so hevur hann gjørt
eitt sindur av hvørjum. Hann
hevur talt pengar og skilt
myntir.
Eisini hevur Páll verið við
einum byggifrøðingi og hjálpt
honum við ymiskum.
Ein dagin var hann við
postmanninum og koyrdi runt
við honum. Ein annan dagin
var hann í kantinuni og gjørdi
mat. So hann hevur gjørt eitt
sindur av hvørjum.
Páll valdi at fara í
starvsvenjing í Eik Banka, tí
hann helt, at tað fór at vera
spennandi og vildi fegin læra
eitt sindur um bankaverðina.
Páll heldur, at hann
kann brúka hettar til ymisk
arbeiðisøkir. Hann vil fegin
viðmæla øðrum at fara í
starvsvenjing í Eik Banka, tí
hann lærdi nógv nýtt og hevur
lært at gera mat, og um KT-
infrastruktur, um virðisbrøv og
virði á pengum.
Vildi læra eitt
sindur um
bankaverðina
Royndi seg í
donsku verjuni
Iris Jónleifsdóttir Magnussen
fór á eitt heldur øðvísi stað í
starvsvenjing. Hon valdi at fara í
Forsvarið í Danmark. Iris hevur
áhugað fyri herinum og kríggji
og vildi prøva okkurt stuttligt og
øðrvísi.
Í Forsvarinum var Iris
saman við umleið 20 øðrum
starvsnæmingum. Tey lærdu
serstakliga nógv um herin.
Allar kommandoirnar og
hermannavenjingarnar, so sum
at ganga ordiligt, vinstra bein
fyrst, brúka armarnar rætt. Tey
vandu á forðabreyt, vitjaðu eitt
KFUM heim fyri særdar hermenn.
Eisini lærdu tey um vápn, taka
tey sundur, at skjóta, hvussu tú
heldur í vápninum og siktar,
og hvussu tú kastar hond- og
roykgranatir.
Sjálvandi lærdu tey eisini
um herin, flogvápn, sjóverjuna og
um hernaðarbilar.
Iris veit ikki, um hon kann
brúka tíðina í Forsvarinum
til nakað. Hon fór mest fyri
upplivingina.
Iris legði afturat, at øll áttu at
roynt hesa lærduríku uppliving,
og at hon lærdi simpulten so nógv.
Andrias Nolsøe Jacobsen
hevur verið í starvsvenjing á
bæði Løgmansskrivstovuni,
Fíggjarmálaráðnum, Sam
ferðslumálaráðnum og Uttan
ríkis- og Vinnumálaráðnum á
Tinganesi.
Andrias hevur verið runt á
øllum deildunum, ið eru har.
Fólkini, ið arbeiða har, hava
greitt honum frá, hvat tey
arbeiða við.
Andrias hevur lært nógv
nýtt um politisku skipanina,
hann hevur lært at hyggja
kritiskt eftir politikarunum.
Hann hevur verið við til
fundir og gjørt nakrar smáar
uppgávur. Eisini hevur hann
stóran áhuga fyri samfelags
frøði, tí var Tinganes upplagda
staðið fyri hann at fara í
starvsvenjing.
Andrias heldur, at Tinganes
ger eitt so fjølbroytt arbeiði.
Hann vildi síggja Tinganes frá
eini aðrari síðu, sum vit vanliga
ikki síggja í miðlunum.
Andrias helt, at Tinganes
er eitt stað fyri eitt serligt slag
av persónum. Tú skalt duga at
lurta, læra og hava áhuga fyri
tí, tey greiða frá. Um tú hevur
áhugað fyri samfelagsfrøði og
vilt vita, hvussu samfelagið
verður stýrt, so heldur Andrias,
at Tinganes er rætta staðið at
fara í starvsvenjing.
Lært at hyggja
kritiskt eftir
politikarunum
Durita Dam Slættanes hevur
tær tvær seinastu vikurnar verið í
starvsvenjing í XL Byg í Tórshavn.
Hon hevur ruddað uttanfyri,
borið jólavørur út á lagrið og
koyrt nýggjar vørur út í handilin.
Henni dámdi tað væl, og
hon helt, at tað var stuttligt og
læruríkt.
Durita heldur tó ikki, at hon
fer at arbeiða innan fyri hesa
yrkisleið, tá hon verður eldri.
Durita hevur lært nakað nýtt
og vil viðmæla øðrum at fara í
starvsvenjing í XL Byg.
Havi lært
nógv nýtt
Lag
til rættis:
Anna Lindenskov
Schiller, Jóhanna
Óladóttir Joensen, Janita
Sivertsen og Elisabet
Holm Simonsen, sum hava
verið í starvsvenjing
í Miðlahúsinum