týsdagur 24. januar 2017síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 25. januar 2017 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
www.gevidblod.fo
Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú
teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum
ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo
Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.
www.nordikliv.fo
Nýggjar
tryggingartreytir
Við gildi frá 1. mars 2017
verða tryggingartreytirnar hjá
NordikLív broyttar fyri ávísar
bráðsjúkur hjá børnum og
vaksnum.
Vaksin
Broytingarnar fyri vaksin bera m.a.
við sær, at sjúkuavgerðin
„krabbamein“ verður víðkað, so at
útgjald kann verða veitt fyri upp í
tvær krabbameinssjúkuavgerðir,
sum verða tiknar í tryggingartíðini.
Sjúkuavgerðin „varandi hjartasvíkjan
við skurðíseting av ICD/CRT-eind“
verður víðkað, so at hon fevnir um
skurðíseting av langtíðarvirknari
mekaniskari hjartapumpu.
Harumframt eru einstakar herðingar
gjørdar, m.a. einstevning av
sjúkuavgerðunum undir
„krabbamein“ og uppískoyti av kravi
um meinstig undir “fylgjur eftir
bruna í heila ella heilahinnum“ og
„fylgjur eftir borreliaígerð ella Tick
Borne Encephalitis (TBE)“.
Børn
Broytingarnar fyri børn bera við
sær, at sjúkuavgerðin „krabbamein“
verður víðkað, so at til ber at fáa
útgjald fyri upp í tvær
krabbameinssjúkur, sum verða
staðfestar í tryggingartíðini.
Harumframt er ein einstøk herðing
gjørd við einstevning av krøvunum í
sambandi við sjúkuavgerðina undir
„krabbamein“.
Tryggingartreytirnar í sambandi við
ávísar bráðsjúkur hjá børnum verða
víðkaðar við møguleikanum at velja
fulnað í sambandi við deyða
umframt fulnað fyri diabetes 1. Í
ávikavist bólkalívsavtaluni og
tryggingaryvirlitinum sæst, um
tryggingin er víðkað við fulnaði fyri
deyða og/ella fulnaði fyri diabetes 1.
Hevur tú spurningar í sambandi við
broytingarnar, ert tú vælkomin at
seta teg í samband við NordikLív.
Til ber at lesa tryggingartreytirnar,
sum eru galdandi frá 1. mars 2017,
á www.nordikliv.fo.
Skrivstovufólk og
skrivstovunæmingur til
Landsfólkayvirlitið og
Tinglýsingina
SkrivStovufólk
vit bjóða
eitt arbeiðspláss við góðum trivnaði og
samstarvi, har tú hevur góðar møguleikar
at menna tínar førleikar. Tú fert at arbeiða
sjálvstøðugt og samstundis í tøttum
samstarvi við deildarleiðaran og hini
starvsfólkini á deildini.
vit vænta
at tú hevur skrivstovuútbúgving, banka-
útbúgving, advokatskrivaraútbúgving ella
aðra líknandi útbúgving. Tað er ein fyri-
munur at hava viðkomandi arbeiðsroyndir.
Dentur verður lagdur á, at tú ert fyri-
komandi, dugnalig/ur og nærløgd/lagdur.
Vit leggja dent á, at tú sært nýggjar
arbeiðsuppgávur sum eina spennandi
avbjóðing, kann arbeiða sjálvstøðugt og
dugir væl at samstarva.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv. Tað fevnir um
málsviðgerð á Landsfólkayvirlitinum og
Tinglýsingini.
Starvið verður sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmanna-
felagið. Starvið er flokkað í lønarflokki 4.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum,
CV og møguligum viðmælum skal sendast
til:
umhvørvisstovan
Postboks 2048, 165 Argir
ella sum teldupostur til : us@us.fo
Viðmerk: “Skrivstovufólk”
Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni í
hendi í seinasta lagi tann 7. februar 2017.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda
sær til Malenu Egeberg Jacobsen, deildar-
leiðara, á telefon 342400.
SkrivStovunæmingur
vit bjóða
eitt arbeiðspláss við góðum trivnaði, har
tú luttekur í fjølbroyttum uppgávum. Tann
praktiski parturin av útbúgvingini fer fram
í Tinglýsingini, Landsfólkayvirlitinum og á
skrivstovuni.
vit vænta
at tú hevur staðið FHS, HH, students-
ella HF-prógv. Lærutíðin er 3 ár við FHS
prógvi, 2 ár við HH prógvi og 2½ ár við
students- ella HF-prógvi. Skúlagongdin
er fýra tíðarskeið í Danmark.
Dentur verður lagdur á, at tann, ið
settur verður, er fyrikomandi og nærlagdur.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sbrt. sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Starvið er flokkað í lønarflokki 3.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum,
CV og møguligum viðmælum skal sendast
til:
umhvørvisstovan
Postboks 2048, 165 Argir
ella sum teldupostur til : us@us.fo
Viðmerk: “Skrivstovunæmingur”
Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni í
hendi í seinasta lagi tann 7. februar 2017.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda
sær til Malenu Egeberg Jacobsen, deildar-
leiðara, á telefon 342400.
Umhvørvisstovan er stovnur undir Heilsu-
og Innlendismálaráðnum, sum fevnir um
virkisøkini umhvørvisvernd og –gransking,
orku, kortlegging, matrikul, tinglýsing,
nøvn, vápn, landsfólkayvirlit og skógrøkt.
Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, us@us.fo
SÍÐAN 1936
GUMMIBÁTATÆNASTAN
Mykinesgøta 6 · 100 Tórshavn · tel +298 31 49 13 · gbt@gbt.fo · www.gbt.fo
VIT HAVA VOGNIN
TIL EINHVØNN TØRV