Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-24, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. januar 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. januar 2017 · Nr. 11 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Betty Mortensen f. 17.06.24 d. 18.10.16 andaðist og varð jarðað. Tøkk til prestin Berg Debes Joensen. Takk til sangarar, kirkjutænarar og tykkum mongu, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar og minnisgávur. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu Betty til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Helena, Tummas og Brian Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymsan hátt vístu samkenslu, tá kona, mamma, dóttir og systir okkara Hanna Sunrid Johansen f. 12.03.1961 d. 04.11.2016 andaðist og varð jarðað. Ein serlig tøkk til familju, vinir, bindiklubbar og deildirnar B8 og G1 á LS, sum veittu so stóra hjálp í sambandi við ervið. Eisini ein stór tøkk til kirkjutænarar, sangarar, Bergur og Theodor fyri vøkru og sigandi orðini í Kapellinum, og í kirkjuni. Vit ynskja øllum eitt gott nýggjár. Jákup, Kristina, Barbara, Inga og Annika við familju Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymiskan hátt vístu samkenslu, tá okkara elskaða systir, mostir, fastir, ommu-og abbasystir Birita Jacobsen f. 20.05-1966 d. 08.11-2016 so brádliga bleiv tikin frá okkum. Takk til tykkum øll, sum vóru og fylgdu Biritu til hennara síðsta hvíldarstað. Takk til talarar, vakran sang, blómur og minnisgávur til Zarepta. Takk til tykkum, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Familjunnar vegna systkini v/ familju Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt vístu samkenslu, tá okkara kæra kona, mamma, vermóðir og omma Margreta Balle Diddan f. 19/3-34 d. 21/11-16 andaðist og fór til gravar. Ein serlig tøkk til starvsfólkini á Lágargarði, sum tóku sær so væl av henni. Vegna familjuna Sten, Kristin, Gitta, Gunvør og Nicolai Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu, tá ið Harrin tók kæra, elskaða mann, pápa, verpápa og abba okkara, Ivan Hummeland Jaobsen 19.11.1939 27.05.2016, heim í Dýrdina. Takk til tykkum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum passaðu hann so væl og vóru so góð við hann tær ferðirnar, hann noyddist at vera innlagdur, hetta virðismetti hann. Takk til tykkum, sum veittu hjálp við jarðarferðina við talu, sangi og bøn og tykkum, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Takk til tykkum, sum vitjaðu inn á gólvið og sum komu til jarðarferðina. Takk fyri blómur og fyri minnisgávur til Siloa Harrin signi tykkum øll. Familjunar vegna Victoria, Sólrun, Randi, Victor og Hans Christian Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri bróðir, svágur, pápa- og abbabeiggi Petur Sofus Eidesgaard (Piddi) f. 04.01.63 d.17.11.16 andaðist og varð jarðaður. Vit takka familju, vinfólki, grannum og øllum tykkum, sum vóru so góð við hann og ríkaðu hansara lív. Ein serlig tøkk til tykkum, ið á ymiskan hátt hjálptu okkum ta síðstu tíðina og tykkum mongu, ið bakaðu og hjálptu til við ervinum. Stóra tøkk til HK bussar og Mizpa fyri tykkara hjálpsemi í sambandi við jarðarferðina. Takk til Emil Olsen fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Somuleiðis takk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Takk fyri blómur, kransar og minnisgávur til Eiðis kirkju. Takk til tykkum øll, sum fylgdu Pidda til hansara seinasta hvíldarstað Gott nýggjár øll somul. Familjunnar vegna Anna Elisabeth, Hans Petur og Jákup Eli við familju