týsdagur 24. januar 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 25. januar 2017 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MERKISDAGAR
Brúdleyp
Fríggjadagin 27. januar
giftast Annika Fríða
Wardum, Streymnes
og Marnar Djurhuus,
Morskranes. Vígslan verður
í Selatraðar kirkju kl. 11.00.
Opið hús verður frá kl. 18.00
í Hvalvíkar Missiónshúsið.
Øll eru hjartaliga vælkomin
at hátíðarhalda dagin
saman við okkum.
Annika & Marnar
Gullbrúdleyp
Tann 28. jan. hava Noomi
og Óla Jákup Guttesen
gullbrúdleyp. Dagurin verð
ur hátíðarhildin saman við
børnunum.
Silvurbrúdleyp
Nú verður skjótt 25 ár síð
ani, vit søgdu ja við hvønn
annan, og tað ynskja vit
at feira saman við familju,
vinum og kenningum.
Veitslan verður leygardagin
8. Apríl 2017 kl. 19 í hølunum
hjá Dansifrøi. Boða frá
luttøku á messenger,
teldupost dan.jona.olsen@
gmail.com ella 210804
áðrenn Grækarismessu 12.
mars 2017.
Jóna og Dan
80 ára
føðingardagur
Fríggjadagin 10. februar
fyllir Elita Falkvard í
Sørvági 80 ár. Dagurin
verður hildin í Hús
møðrafelags húsinum í
Sørvági frá kl 18.
Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin, 4. februar,
giftast Kristina Friang
Obradovic og Dánjal
á Lakjuni, bæði úr
Fuglafirði. Vígslan verður
í Siloa í Fuglafirði kl. 13,
og brúdleypið verður í
Bygdarhúsinum í Leirvík kl.
18 fyri innbodnum.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 22. januar
høvdu Kirsten og Anfríði
Dam Jacobsen, Tórshavn,
gullbrúðleyp. Um onkur
hevur hug at heilsa uppá
tey, eru tey vælkomin til ein
drekkamunn í Samkomuni
Immanuel, Brekkutún 5,
Hoyvík, sunnudagin 29. jan
millum kl. 16.00 og 20.00.
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá okkara
elskaða kona, mamma, vermóður, omma og
langomma brádliga varð tikin heim til Harran.
Jonna Sivertsen
fødd 26. august 1939 deyð 7. januar 2017
Takk til Kristian Guttesen fyri troystarrík orð til
minningarløtuna í Kristnastovu.
Takk til Zacharias Zachariassen og Poul Færø fyri
góð og troystarrík orð til jarðarferðina í Betesda,
somuleiðis takk til Jóanes Norðberg fyri troystarrík
orð á grøvini, og takk til tykkum, ið á ymiskan hátt
hjálptu til við minningarløtuni, jarðarferðini og
ervinum.
Takk tit, sum ringdu, komu á vitjan, bakaðu, sendu
blómur og minnisgávur.
Takk til samkomurnar fyri alt tit hava verið fyri
okkum í Harrans verki.
Takk øll tit, ið fylgdu Jonnu til hennara seinasta
hvíldarstað her á fold.
Familjunnar vegna
Hans, Dan, Svend, Annika, May-Britt, Miriam,
Martin og Filip
Sálm 73.24
Tú leiðir meg eftir ráði Tínum, og síðani tekur Tú
meg upp í dýrd.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá ið okkara kæra mamma, vermamma,
omma, langomma og systir
Ida Jacobsen
f. 16. 11. 1931 d. 07.12. 2016
andaðist og varð jarðað.
Takk til starvsfólkið á G4 fyri góða røkt og
umsorgan og takk til starvsfólkið á Eysturoyar
røktar- og ellisheimi.
Takk til Sverra Steinhólm og Marjuna Bæk fyri góð
orð á sjúkrahúsinum, í kapellinum og kirkjuni.
Takk til Bernhardinu Mikkelsen fyri andaktina í
Fuglafjarðar kirkju.
Takk til kirkjutænarar, sangarar, gravarar, Maggi
fyri koyring og tykkum øll, sum hjálptu so væl til
við jarðarferðini og ervinum. Takk fyri blómur,
kransar og peningagávur til Eysturoyar røktar- og
ellisheim.
Takk til tykkum øll, sum vitjaðu, komu í kapellið,
mintust og fylgdu Idu til hennara seinasta
hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Jógvan og Inga
Almannaverkið søkir eftir starvs
fólkum til Búog viðgerðarstovn til
børn við autismuórógvi at byrja
1. mars 2017, ella eftir nærri avtalu.
Stovnurin veitir búpláss og sernámsfrøðiliga
viðgerð til børn við autismu í einum tryggum
og skipaðum umhvørvi. Stovnurin er partur av
Eind 3, sum savnar tænastur til børn, ung og
vaksin við autismu í Suðurstreymoy.
Setanar og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið og tænastan
í Eind 3 í Trivnaðardeplinum TDS. Starvsfólk
mugu tola broytingar og umskipanir í
starvinum.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og Føroya Pedagogfelag ella avvarðandi
fakfelag við samráðingarrætti á økinum.
Onnur verða lønt sum hjálparfólk sambært
sáttmálanum við Føroya Pedagogfelag
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi 06.02.2017 kl 12.00
av.fo >Leys størv
Sí lýsingina á heimasíðu okkara:
Starvsfólk til
Bú og viðgerðar
stovn fyri børn
við autismu
í Tórshavn