Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-24, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. januar 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. januar 2017 · Nr. 11 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge Søgan um gulu súkklararnar á før­ oysku vegunum heldur fram. Í 2014 sá Team Rynkeby Føroyar á fyrsta sinni dagsins ljós. Tað tók sína tíð hjá føroyska bilføraranum, at venja seg við súkklurnar á føroyskum veg­unum, men avkastið bleiv næst­ an ein millión krónur til børn við krabbamein. Sjávur súkklutúrurin úr Klaks­ vík til París var heilt serligur, tí tað var fyrstu ferð, at eitt føroyskt súkklu­lið fór longu leiðina. Um­ framt skemtiligu søgurnar, um at súkkla í ring og ikki finna veg­in fram, so var túrirn eisini ein áminn­ ing um, at lívið eisini er avbjóðing, men at tú kanst vinna sjálvt teir størstu dystirinar. Við á túrinum vóru fólk, sum bæði høvdu minst vegna krabba­ mein, og roynt tað á egnan kropp. Hóast tað í løtum var kalt, nógvur mót­vindur og regn, so var dysturin ong­an­tíð so harður, sum hjá eini fam­ilju, ið stríðst við krabbamein. Allir súkklararnir komu á mál í París, men soleiðis er ikki altíð við teimum, sum blíva sjúk. Team Rynke­by Føroyar súkklar fyri tey, sum ikki kunnu velja at gevast at stríð­ast – ella súkkla um tú vil. Galladøgurðin er størsta einstaka tiltakið Á hvørjum ári í februar skipar Team Rynkeby Føroyar fyri stórum galla­døgurða á Hotel Føroyum. Tiltakið er tað einstaka tiltak, sum gev­ur flest pengar til innsavnanina hjá Team Rynkeby í Føroyum. Und­ an­farin ár eru omanfyri 200 tús­und krón­ur komnar inn frá galla­døg­ urð­an­um. Galladøgurðin í ár verður leygarkvøldið 11. februar. Eins og undanfarin ár, er tiltakið skip­að á tann hátt, at øll arbeiða sjálv­boðið, eins og matur og drekka verð­ur latið ókeypis, so at allur pen­ ing­urin, sum kemur inn frá søl­uni av atgongumerkjum, fer til hjálp­ ar­arbeiðið hjá Team Rynkeby Før­ oy­um. Umframt eina marglætismáltíð við fýra rættum og drekka afturvið, sum kokkarnir á matstovuni Gras á Hotel Føroyum standa fyri, verður eis­ini undirhald við fleiri kendum før­oy­ing­um. Tórshavnar Manskór, Sign­ar í Homrum, Bollarnir, Jens Marni Hansen, Jóhanna Niclasen, Sjúrð­ur Skaale sum Kári Cool og Trónd­ur Enni & Lív Næs fara at syngja og undirhalda í ár. Innsavnaði peningurin hjá Team Rynkeby Føroyar er higartil far­in til at hjálpa børnum við krabba og familjum teirra, men frá í ár verður gjørd tann broyting, at nú verður peningur eisini latin til børn við lívshættisligari lunga og hjarta­sjúku. Víðka stuðulin Team Rynkeby Føroyar stuðlar nú eisini børnum við álvarsligum hjarta- og lungnasjúkum. Í framtíðini fara føroysku súkkl­ ar­ar­nir í teimum eyðkendu gulu Rynke­by-troyggjunum, at súkkla til frama fyri enn fleiri sjúkurakt børn í Føroyum. Team Rynkeby Føroyar, sum sein­astu trý árini hevur súkklað til París, fyri at stuðla børnum við krabba­meini og familjum teirra, víðk­ar nú sítt stuðulsvirksemi. Ítøkiliga merkir tað, at í fram­ tíð­ini fara børn við lívshóttandi hjarta- og lungnasjúkum eisini at fáa fíggjarligan stuðul. Hetta er í sam­ljóð við endamálinum hjá Team Rynke­by, ið er at stuðla børnum við lívs­hóttandi sjúkum. Higartil hava føroyingar stuðlað við tilsamans trimum milliónum krón­um. Stuðulin, sum føroyska Rynke­by-liðið savnar inn, fer mill­ um annað til familjur, sum eru noydd­ar at fara av landinum fyri at fáa viðgerð til sjúk børn. Ein stórur part­ur fer eisini til gransking innan tey sjúkuøki, ið verða stuðlað. 1,12 milliónir krónur Innsavningin hjá Team Rynkeby GULU SÚKKLAR HJÁLPA BØRNU Eisini í 2017 verður ein herur av gulum súkklum at síggja á vegunum í Føroyum. Endamálið er at samlað pengar inn til børn við krabbamein og álvarsligum hjarta- og lungnasjúkum. 11. feburar verður størsta einstaka tiltakið hjá Team Rynkeby Føroyum Team Rynkeby Føroyar: