týsdagur 24. januar 2017síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 25. januar 2017 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Føroyum í 2016 gav 1,12 milliónir
krónur. Peningurin, sum Team
Rynkeby Føroyar savnaði inn í sam
bandi við túrin til París í fjør, varð
handaður forkvinnuni í Krabba
meinsfelagnum, Duritu Tausen, á
samkomu á Reinsarínum í sept
embur mánaði.
Upphæddin,
sum
føroyska
súkkluliðið fekk inn í 2015/16, varð
1.120.000 krónur.
48 súkklarar og tíggju hjálp
arfólk gjøgnumførdu í ár túrin
úr Klaksvík til París. Samlað varð
súkklað 1428 kilometrar.
Tað vóru tilsamans 1450 súkklar
ar, ið súkklaðu úr teirra heimlandi
til Paris. Millum annað fekk Børne
cancerfonden 43 milliónir krónur.
Endamálið er at gera nakað gott
fyri onnur og tí fløvar tað almikið,
at vit kunnu handa eina so stóra
peningaupphædd
til
børn
við
krabbameini. Vit hava funnið ein
hóskandi leist fyri, ið ger okkum
før fyri at stuðla børnunum á
hvørjum ári, samstundis sum vit
órógva onnur, ið eisini hava tørv á
stuðli, minst møguligt, sigur Finn
Danberg, landastjórin fyri Team
Rynkeby í Føroyum.
Team Rynkeby Føroyar sigur,
at peningurin verður brúktur á
tveimum økjum. Ein partur fer til
fíggjarligan stuðul til børn, sum
fáa krabbamein og familjur teirra,
og av hesum pengunum verður ein
latin danska Børnecancerfonden,
ið tekur sær av teimum føroysku
børnunum, sum fara til Danmarkar
í viðgerð. Ein partur til gransking
innan krabbamein hjá børnum.
Liðið, sum skal súkkla til París
komandi summar, er úttikið. Aftur
hesa ferð eru 50 súkklarar og tíggju
hjálparfólk á liðnum. Alfred Hum
meland verður aftur í ár liðskipari.
Útivenjingin byrjar nú
So verða eyðkendu gulu Team
Rynkeby-súklurnar aftur at síggja
á vegunum kring landið.
Nú fara venjingarnar av álvara
at byrja, boðar Team Rynkeby Før
oyar frá í vikuni.
Vit í Team Rynkeby vilja gera
alt tað, sum vit kunnu fyri at verða
sjónlig og trygg á vegunum. Vit
vóna, at vit við at siga frá, kunnu
fáa allar bilførarar at vísa okkum
súklarum størsta varsemi, skrivar
Team Rynkeby Føroyar í tíðinda
skrivi.
Áhugin at súkkla við Team Ryn
keby Føroyar er framvegis stór
ur. Seinasta freist at søkja var 18.
august í fjør. Inn komu 120 umsókn
ir. 112 umsóknir at súkkla, og átta
til tænastuliðið, sum tekur sær av
súkklarunum og at túrurin annars
gongur sum hann skal.
Liðið verður 50 súkklarar og
væntandi 10 hjálparfólk. Av teim
um 50 súkklarunum er 24 kvinnur,
so tað er nærum javnstøða í hópin
um.
Hugsa um orsøkina
Boðskapurin er, at tá tú møtir gulu
súkklunum á vegnum, so er vert at
hugsa um orsøkina. Team Rynkeby
Føroyar hevur longu lætt um tilver
una hjá fleiri familjum, og verið við
til at stuðlað gransking.
Eitt sindur av toli, er ein lítið
prísur at gjalda fyri at hjálpa børn
um og familjum teirra, tá sjúkan
rakar.
Team Rynkeby Føroyar er fyri
tey, sum mest hava brúk fyri tí.
Góða túr Team Rynkeby Føroyar
2017!
trondur@sosialurin.fo
RARNIR
NUM