hósdagur 26. januar 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. JANUAR 2017
SOSIALURIN 12
4
SAMRØÐA
TÓNLEIKURIN
ER MÍN MÁTI
AT TAKLA
HEIMIN UPPÁ
Eivør Pálsdóttir:
– Onkuntíð fær man ilt av at bróta rammurnar. Skiftið frá tí fólksliga til tað
meira rokk-elektroniska var ræðandi á mangan hátt. Tað var hart at spæla
fyri fólkum, ið vóru komin at hoyra Elisabeth og Elinborg, men í staðin fingu
tungan rokk/triphop tónleik við fullum orkestri, sigur Eivør Pálsdóttir
HALLUR AV RANA
T
að er mánamorgun tá
eg stígi inn í hugnaligu
kaffistovuna Kaffe
baren á Amager. Eg heilsi
upp á starvsfólkini innan diskin
og biði um ein kaffi, áðrenn eg seti
meg við eitt av høgu borðunum
miðskeiðis í hølinum, har Politiken
og onnur donsk bløð liggur spjødd
yvir borðið.
Bløðini eru full við tíðindum
frá vikuskiftinum, ið hevur verið
óvanliga hendingaríkt. Donald
Trump er tikin í eið sum forseti
í USA, og setir tað, saman við
nógvu mótmælisgongunum um
vikuskiftið, dagsskránna í nærum
øllum bløðunum.
Men hóast Donald Trump fyll
ir nógv, so hendi eisini ymiskt
annað um vikuskiftið, ið ikki hevði
nakað at gera við nývalda forsetan.
Millum annað var eitt hátíðarhald
um vikuskiftið í Aarhus í samband
við, at býurin er ársins evropeiskur
mentanarbýur, og fylti tað ment
anarsíðurnar í bløðunum.
Eitt hátíðarhald har Eivør
Pálsdóttir, dagsins viðtalsevni, var
ein av høvuðspersónunum, tá hon
framførdi nøkur løg, standandi
ovast á einum eftirgjørdum vík
ingaskipi, ið bleiv hálaður gjøgnum
miðbýin framman fyri 70.000
áskoðarum.
Í tí eg leggi bløðini frá mær, stígur
Eivør Pálsdóttir inn í kaffistovuna.
Hon virkar avslappað og úthvíld,
tá hon heilsar upp á meg og
starvsfólkini í kaffistovuni, hóast
hon um vikuskiftið hevur framført
á stóra hátíðarhaldinum í Aarhus,
umframt at hon síðan ársskiftið
hevur havt fleiri konsertir, og lagt
síðstu hond á eina nýggja fløgu.
Nýggj live fløga á veg
Fyrr í ár høvdu føroyingar høvi
at uppliva Eivør Pálsdóttir á palli,
tá hon trý kvøld á rað framførdi í
einum fullsettum Sjónleikarhúsi í
høvuðsstaðnum.
Talan var um nakrar serligar
konsertir, ið skulu brúkast til
– Alt sum eg geri,
og havi gjørt, er
ein partur av mær
og tí tónleikinum
eg skapi í dag
MYND: SIGGA ELLA