Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. JANUAR 2017 SOSIALURIN 12 5 nýggju live fløguna hjá song­kvinn­ uni úr Gøtu, ið væntandi verður til keyps seinni í ár. – Eg avgjørdi at byrja 2017 við at gera hesar live konsertirnar í Før­oyum og taka tær upp. Eg havi, saman við mínum bólki, spælt nógvar konsertir seinastu árini, og hava nógv av løgum fing­ ið nýggjan ham við tíðini, av at vera spæld so ofta. So eg hevði hug at eiga upptøkur, sum kunna avspegla hvar eg eri júst nú á míni ferð gjøgnum tónleikin, og samla sangir frá mínum seinastu trimum útgávum á eina live fløgu, greiðir Eivør Pálsdóttir frá. Fyri Eivør Pálsdóttir vóru kon­ sertirnar enn ein áminning um tann stuðulin, ið songkvinnan hevur millum síni landsmenn. – Eg elski at spæla í Føroyum. Tað er nakað serligt, tí tað er mín heimavøllur, og har eg hoyri til. Men tað er slett ikki ein sjálvfylgja at fólk koma og stuðla mær í eini slíkari verkætlan, hóast tey gjørdu tað hesaferð. So eg gjørdist heilt heit um hjarta, og var tað, saman við takksemi, ein kensla, ið fylti meg øll trý kvøldini, sigur song­kvinn­an. Ein persónlig uppgerð Tað sum fólkini á áhoyrarapláss­ unum hesi vetrarkvøldini í Sjón­ leikarhúsinum ikki vistu var, at tey vóru vitni til eina persónliga uppgerð hjá Eivør Pálsdóttir. Sjónleikarhúsið í Havn stend­ ur nevniliga sum eitt tað sterk­asta minnið um eitt meira turbu­lent tíðarskeið í lívinum hjá song­kvinn­ uni, tá hon var í til­gongdini at endur­ nýggja seg sjálvan sum tónleikara. – Tað var fyri sjey árum síðan, tá eg júst hevði latið Larvu út. Eg var mitt í eini tilgongd, har eg hevði gjørt av, at eg var liðug við ein kapittul á míni tónlistarligu menn­ing, og ynskti at grava djypri og granska nýggjar síður av mær sjálvari og tónleikinum. Eg kendi, at eg hevði koyrt meg fasta kreativt og tað mátti ein broyting til, ein slags bumba, ið kundi bróta tær rammurnar, eg sjálv hevði rammað meg inn í sum listafólk. Fløgan Larva var eitt úrslit av tí, sigur Eivør Pálsdóttir. So hjá teimum, ið væntaðu eina stilla og róliga konsert við song­ kvinnuni úr Gøtu, ið um hetta mundi hevði lagt Føroyar, Ísland og Danmark undir sínar føtur við Tað er mitt í ótryggleikanum, at man finnur sínar styrkir og sínar veikleikar og lærir nakað nýtt, og tað er har man kann skapa okkurt sum ikki var har áðrenn, sigur Eivør Pálsdóttir Eivør Pálsdóttir Mynd: Sem Johnsson