hósdagur 26. januar 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
sínum gandakendu løgum, so var
konsertin í Sjónleikarhúsinum
fyri sjey árum síðan nokk ikki tað,
ið tey høvdu væntað.
– Fólk fingu ein skelk. Summi
av teimum væntaðu eina róliga
konsert við gittara og penum
songum, men so komu vit har við
myrkum moog bassum, larmandi
el guitarum og myrkum trummu
taktum. Tað var ein ræðandi, men
samstundis spennandi tíð, har eg
ofta bar kenslu av at eg skuffaði
mínar fjepparar, sigur Eivør
Pállsdóttir og leggur afturat.
– Men fyri meg var kreativi
teturin, frælsi at skapa tað man
hevur hug til at skapa, og at tora
at vassa út á eitt sindur djypri vatn,
meira umráðandi, enn hvussu tað
bleiv uppfatað uttanífrá, hóast eg
ofta fekk ilt av kensluni av, at eg
skuffaði onkrar av mínum fjepp
arum, tí tey væntaðu eina aðra
Eivør, sigur songkvinnan.
Tí var tað eisini við bivandi
hjarta, tá Eivør Pálsdóttir sjey
ár seinni valdi at venda aftur til
staðið, ið taldu millum eitt av
hennara mest ræðandi minnum í
síni yrkisleið sum tónleikara.
– Tað er eitt serligt stað, og tá
ið man er inni har merkir man,
hvussu nógv sál er í hølinum. Fólk
hava flent, dansa, gráti og uppliva
ting, ið hava merkt teirra sál har
inni. Tað merkir man, so tað var
heilt ótrúligt at sleppa inn aftur
har og fáa eina so góða uppliving.
Týdningarmikið tíðarskeið
Sjey ár seinni ásannar songkvinnan,
at tað var ein týdningarmikið tíð í
síni yrkisleið, tá hon valdi at søkja
nýggjar leiðir, hóast tað til tíðir var
trupult.
– Onkuntíð fær man ilt av at
bróta rammurnar. Skiftið frá tí
fólksliga til tað meira rokk-elek
troniska var ræðandi á mangan
hátt. Tað var hart at spæla fyri
fólkum, ið vóru komin at hoyra
Elisabeth og Elinborg, men í staðin
fingu tungan rokk/triphop tónleik
við fullum orkestri, sigur Eivør
Pálsdóttir.
Serliga var tað í Danmark, har
hon stutt frammanundan hevði
vunnið ein tónleikaheiður innan
folk tónleik, at songkvinnan føldi,
at fólk vendu henni bakið, tí tey
dámdu ikki tí nýggju Eivør. Tá ið
harðast leikaði á, fekk hon brøv frá
vónsviknum fjepparum, ið kravdu
eina frágreiðing frá songkvinnuni,
um hví hon hevði broytt stíl.
– Tey føldu seg svikin. Men
tað er altíð eitt sindur ræðandi at
framføra nakað nýtt, tí fólk elska
tað, ið man hevur gjørt, og vilja
hoyra tað gamla, sum tey kenna.
Hetta var sum ein bumba fyri tey,
men eg visti hvat eg gjørdi, og lat
eisini eina live-fløgu út, ið var mítt
farvæl til hatta tíðarskeiðið, og mín
máti at vísa takksemi og umfevna
tað, sum eg nú fór at leggja aftur
um bak, greiðir Eivør Pálsdóttir frá.
Angri einki
Hóast tað var ein hørð tíð fyri Eivør
Pálsdóttir, ið tá var miðskeiðis í
tjúgunum, so var tað eitt neyðugt
stig, tí hon føldi, at hon hevði brúk
fyri at lata sína kreativu síðu føra
seg á nýggjar leiðir.
– Eg hevði brúk fyri at lata upp,
opna mínar kanalir aftur og skapa
tónleik púra frítt. Eg hevði brúk
fyri bara at vera kreativ í fríð og
ikki lata meg avmarka til nakað
ávíst. Sjálvt um tilgongdin var
pínufull sálarliga, so var tað ein
týdningarmikil partur av ferðini
hjá mær higartil, sigur Eivør Páls
dóttir.
Við tíðini gjørdist tað eisini
lættari at ferðast runt og framføra
nýggja tilfarið. Fólk høvdu fingið
við, at føroyska songkvinnan hevði
tikið ein nýggja stíl til sín, og kundu
so taka støðu til, um tey ynsktu at
stuðla tí nýggju Eivør.
– Tey sum vildu koma og hoyra
meg, tey komu, meðan tey, ið høvdu
avskrivað meg, blivu verandi
heima. Tað gjørdist lættari, men tað
tók eina løtu áðrenn eg vann pláss
í nýggja tónleikaumhvørvinum,
sigur Eivør Pálsdóttir, ið als ikki
angrar avgerðina fyri sjey árum
síðan.
– Eg angri aldrin, at eg byrjaði
hesa ferðina, og um eg zoomi út,
so er hon møguliga tað týdningar
miklasta eg havi gjørt sum song
kvinna. Um eg hevði skulu gjørt
tað umaftur, hevði eg gjørt tað á
júst sama hátt, tí onkuntíð skal
man bara loypa út í óvissuna og
vera ótrygg. Tað er mitt í ótrygg
leikanum, at man finnur sínar
styrkir og sínar veikleikar og lærir
nakað nýtt, og tað er har man kann
skapa okkurt sum ikki var har
áðrenn, sigur Eivør Pálsdóttir.
Vil skapa frítt
Síðan Larvu tíðina hevur Eivør
Pálsdóttir latið fimm fløgur úr
hondum. Útgávurnar sum komu
seinni bóru bæði dám av nýggja
ljóðinum, sum songkvinnan hevði
leitað til, samstundis við tær eisini
høvdu elementir frá tí gamla, ið
hon hevði sagt farvæl við.
– Alt sum eg geri, og havi gjørt,
er ein partur av mær og tí tón
leikinum eg skapi í dag. Tá eg
arbeiði so siti eg ikki og hugsi um
tað skal vera folk, rokk ella nakað
ávíst navn, ið man setur á tónleika
sjangrur. Eg vil skapa frítt og orki
ikki fyri at seta eitt label á mín
tónleik, tí har eru so ómetalig nógv
elementir í, og at kalla tað popp/
rokk ella okkurt er jú ikki heilt
rætt, sigur songkvinnan og leggur
afturat.
– Tað er upp til áhoyraran at
avgera júst hvat viðkomandi vil
SAMRØÐA
SOSIALURIN 9
FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017
Eg kendi, at eg
hevði koyrt meg
fasta kreativt
og tað mátti ein
broyting til, ein
slags bumba,
ið kundi bróta
tær rammurnar,
eg sjálv hevði
rammað meg inn
í sum listafólk.
Fløgan Larva var
eitt úrslit av tí
Eivør Pálsdóttir