Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. JANUAR 2017 SOSIALURIN 12 7 kalla mín tónleik, men sjálv kenni eg, at um eg sjálv skal geva tí eitt ávíst navn, so læsi eg meg fasta í kreativu tilgongdini. Mítt ljóð og úttrykk er ein samansjóðing av øllum, ið eg havi upplivað og verið í gjøgnum, blandað saman við har, sum eg eri í dag, sigur Eivør Pálsdóttir Liva sítt egna lív Hóast stílarnir broytast, so eru tað altíð nakrir sangir, ið fáa eitt serligt stað í yrkisleiðini hjá tónleikarum. Nakrir heilt fáir fáa eisini sítt egna lív, og tykjast at ríva seg leysar frá yrkjaranum og gerast fólkaogn. Hjá Eivør Pálsdóttir eru tað serliga tveir sangir, ið hon nevnir, tá tosað verður um sangir, ið tykj­ ast at fáa sítt egna lív. – Teir flestu sangirnir fáa sítt egna lív, men tað er soleiðis, at eg má skriva teir, áðrenn, eg veit hvat teir eru. Elisabeth og Elinborg er ein slíkur sangur. Eg visti ikki, at hetta var ein sangur, ið fólk fóru at taka til sín, greiðir Eivør Pálsdóttir frá og heldur fram. – Hann varð skrivaðu í einum tíðarskeiði, tá eg varð nívd av heim­ longsli, og sat í einum flogfari. Tað eru eini fimtan ár síðan nú, og fólk hava tikið hann til sín. Eg minnist enn hvussu bilsin eg var, tá eg fyrstu ferð hoyrdi hann til mid­ náttarsangin á Ólavsøku. Sangurin er sum eitt smábarn, ið nú er vorðin vaksin og livir sítt egna lív, sigur Eivør Pálsdóttir. Hin sangurin er ein, ið er skriv­ aður um sama mundi, men hevur fylt henni líka síðan, og verður spældur til allar konsertir hjá songkvinnuni. – Trøllabundin skrivaði eg, tá eg var átjan ára gomul, og spæli enn til hvørja tí einastu konsert. Hann er broyttur nógv síðan hann varð skrivaður, tí tað er ein sangur, ið broytist saman við mær. Um 20 ár fari eg væntandi enn at syngja hann, men tá verður hann í einum heilt øðrum búna, sigur Eivør Páls­ dóttir. Nógv í væntu Hóast songkvinnan ikki hevur ætlanir um at skelka nakrar av sínum fjepparum í 2017 við einum brádligum stílskifti, so er nógv á skránni næstu tíðina. Eivør Páls­ dóttir arbeiðir nevniliga við fleiri verkætlanum fyri 2017. – Eg fari nokk at spæla nógvar konsertir komandi ár, og skal eg eftir ætlan á tvær konsertferðir í ár. Tann eina er ein skandinavisk konsertferð har eg spæli í Finn­ landi, Svøríki og Norra, meðan eg seinni fari á eina konsertferð til Týsklands, Eysturríkis og Sveis. Umframt tær konsertferðirnar, so skal eg eisini spæla nakrar konsertir í Onglandi, greiðir Eivør Pálsdóttir frá. Umframt fleiri konsertir, so eru eisini tvær fløguútgávur á skránni í 2017 og ein sjónvarpssending. – Live-fløgan verður vónandi útgivin seinni í ár, meðan eg í løt­ uni legði síðstu hond á eina enska útgávu av Slør. Hon verður eftir ætlan útgivin samstundis við næstu sesong av sjónvarpsrøðuni The Last Kingdom, ið eg í samstarv við John Lunn, frá Down Town Abbey, aftur eri biðin um at gera tónleik til, greiðir Eivør Pálsdóttir frá. Hóast Eivør Pálsdóttir sostatt hevur ríkiligt at síggja til í 2017, so hevur hon eisini nøkur gleðilig tíðindi til sínar fjepparar, ið vóna, at okkurt nýtt tilfar kemur skjótt. – Eg havi sett tíð av í ár til, at eg fái sett meg niður at skriva og framleiða nýggjan tónleik, sigur Eivør Pálsdóttir. 20 ár við tónleikinum Í ár eru 20 ár síðan, at ein tá 13 ára gomul Eivør Pálsdóttir steig á pallin frammanfyri 1.000 áhoyrarum, ið vóru savnaði í Høllini á Hálsi í Tórshavn til Ársins sangrødd 1997. Unga gøtugentan vann á hinum níggju luttakarunum, og fýra ár seinni sló hon veruliga sítt navn fast í hugaheimin hjá vanliga føroyinginum, tá hon sum seytjan ára gomul vann Prix Føroyar í 2001 við bólkinum Clickhaze. Talan gjørdist ikki um fleiri sang­ kappingar fyri ungu songkvinnuna úr Gøtu, men stutt eftir fluttu hon til Íslands, har grundvøllurin fyri hennara yrkisleið sum tónleikari av álvara var lagdur. Tjúgu ár eftir, at Eivør Pálsdóttir vann Ársins sangrødd kappingina er tað enn tónleikurin, ið eyðkennir hana, og dugur hon ikki at ímynda sær eitt lív uttan hann. – Eg havi lagt alla mína orku í tónleikin síðstu árini, og tað er ringt slíta meg leysa frá honum. Eg trúgvi ikki, at eg hevði klárað at liva uttan tónleikin, tí hann er vorðin ein partur av mær. Hann er mín máti at takla heimin uppá, sigur Eivør Pálsdóttir. 20 ár er ein long tíð í tónleika­ vinnuni, men Eivør Páls­dóttir sær fyri sær, at hetta er bara byrjanina til eina langa yrkisleið innan vinnuna, um hon er so heppin at hava lív og heilsuna við sær. – Eg vil gjarna halda fram eini fimti ár aftrat, sigur songkvinnan við einum smíli, og leggur afturat. – Eg havi altíð sæð upp til tónl­eikarar, ið ikki gevast, men halda á so leingi tey orka, so sum Willie Nelson og Bob Dylan. Tón­ leikurin er vorðin ein partur av teirra samleika. So um eg havi lív og heilsu, so vóni eg, at eg enn framføri, tá eg eri vorðin gomul, sigur Eivør Pálsdóttir. HALLUR@SOSIALURIN.FO Tað er altíð eitt sindur ræðandi at framføra nakað nýtt, tí fólk elska tað, ið man hevur gjørt, og vilja hoyra tað gamla, sum tey kenna Eivør Pálsdóttir Mynd: Sem Johnsson Mynd: Alvin Ellebye Andersen