hósdagur 26. januar 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. JANUAR 2017
SOSIALURIN 12
8
ÁKI BERTHOLDSEN
O
pera er sum at stinga ein
knív í fólk – og sangur
vellir fram heldur enn
blóð.
Soleiðis hevur onkur tikið til
um tað at syngja opera, segði Arn
finnur Thomassen, tá ið hann
bar heiðurskvøðu fram fyri Rúna
Brattaberg, eftir at tað varð avdúk
að, at hann hevði fingið Mentanar
virðisløn Landsins.
Við heiðrinum fylgir ein pen
ingagáva upp á 150.000 krónur og
tað varð handað honum á hátíð
arhaldi á Seglloftinum á Tvøroyri
mikukvøldið.
Arnfinnur Thomassen staðfest
ir, at Rúni Brattaberg hevur verið
í mongum vási sum operasangari,
tí hann hevur bæði veriði hóslag
við bæði rósukavalerar, konufólka
revar, hetjur, gandakallar, gudar
og kappar, og hann hevur staðið á
palli kring allan heimin.
– Sangurin er lykilin til hjartað
og slíkir undangongumenn eru
við til at eggja ungum, evnaríkum
sangarum til at royna seg og tað er
einki minni enn eitt bragd at hann
er komin so langt, segði Arnfinnur
Thomassen.
Lá ikki í kortunum
Tá ið Rigmor Dam, landsstýris
kvinna í mentamálum avdúkaði,
at hann skuldi fáa virðislønina,
helt hon, at tað hevði ikki ligið í
kortinum hjá hesum bóndason
inum, at hann ein dagin skuldi
standa á mætasta operapallin
um í heiminum, The Metropoli
tan Opera, í New York, og syngja
Wagner.
Fyrstu fetini sum sangari tók
Rúni Brattaberg blaðungur, tá ið
hann sang í kirkjukórinum, Ljómi,
har hann.
Annars er hann útbúgvin heim
ildarmyndamaður, men tað var
alskurin til sangin, sum dróg.
Men tað eydnaðist honum at
fáa pláss í kórinum á Den Kongelige
Opera í Keypmannahavn, áðrenn
hann nam sær víðari útbúgving í
sangi, fyrst á Sibelius Akademia í
Helsinki og síðan á International
Operastudio í Zürich.
– Rúni hevur frá náttúrunnar
hond eina serstakliga djúpa og
orkufulla bassrødd og harumframt
hevur hann vilja og ágrýtni, sum
ger, at í dag stendur honum í boði
teir mest áhugaverdu operaleiklut
irnar fyri bass og hann hevur hug
tikið áhoyrarar og ummælarar um
allan heimin.
Sjálvur er Rúni Brattaberg í
Leipzig, har hann syngur opera, so
hann fekk ikki verið til staðar, tá ið
virðislønin varð handað.
Men í eini heilsan á video takk
aði hann fyri heiðurin.
Hann helt, at hetta var ein veld
ugur heiður at fáa eina slíka virð
isløn.
– Tað fløvar og tað er ein dreym
ur, eg ikki havi droymt, segði hann,
og tískil varð hann rættiliga tikin
av fótum og tað gekst illa at fata
tað, segði hann.
Arnfinnur Thomassen segði, at
eftir eina framførslu skrivaði ein
ummælari, at nú kundi hann valla
hugsa sær nakran annan í hesum
leiklutinum enn Rúna Brattaberg.
Og ein annar ummælari skrivaði,
at Rúni var ein sangari, sum skilti
leiklutin og huglagið í sanginum.
Hann hevur verið í mongum vási sum operasangari, segði Arnfinnur
Thomassen, tá ið hann bar heiðurskvøðu fram fyri Rúna Brattaberg, eftir
at tað varð avdúkað, at hann hevði fingið Mentanarvirðisløn landsins
SANGURIN
ER LYKILIN
TIL HJARTAÐ
VIRÐISLØNIR
Sjálvur kundi Rúni Brattaberg ikki
vera til staðar á hátíðarhaldinum
í gjárkvøldið, so tað var
stórsmílandi mamma hansara,
Karin Brattaberg, sum tók
ímóti heiðrinum fyri hann
Kirkjukórið, Ljómur, har
Rúni Brattaberg fór at syngja
blaðungur, sang eisini á
hátíðarhaldinum mikukvøldið,
tá ið mentanarvirðislønirnar
hjá landinum vórðu handaðar.
Annars sungur og spældu Poul
Arne Holm og John Áki Egholm
úr Hamradun, og Teitur Lassen
spældi eitt verk á klaveri