hósdagur 26. januar 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. JANUAR 2017
SOSIALURIN 12
9
Tað varð Anna Malan Jógvansdóttir úr Nólsoy, sum fekk
virðislønina hjá Mentamálarðanum til ungt listafólk.
Steinprent í Skálatrøð í Havn er av fremstu grafisku verkstøðum í Norðurlondum
Ein av fáum ið
sluppu ígjøgnum
nálareyga
ÁKI BERTHOLDSEN
T
að varð Anna Malan
Jógvansdóttir úr Nólsoy,
sum fekk virðislønina
hjá Mentamálaráðnum
til ungt listafólk.
Virðislønin er 50.000 krónur og
endamálið við henni er at stuðla
og stimbra ungum listafólki, segði
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í
mentamálum, tá ið hon handaði
virðislønina á Seglloftinum á Tvør
oyri í gjárkvøldið.
Í 2015 gav Anna Malan Jógv
ansdóttir út yrkingasavnið Und
irfloyma, sum hon listprýddi sjálv.
– Saman við myndum og yrk
ingum ferðast vit gjøgnum ein
holdbundnan og stundum ræð
andi vakurleika ímóti einum
heimi, har eymleikin vónandi
bíðar, segði landsstýriskvinnan,
og vísti á, at Anna Malan var mill
um tey heilt fáu, sum í fjør sluppu
inn á Rithøvundaskúlan í Keyp
mannahavn.
Tá ið Oddfríður Marni Rasmus
sen, rithøvndur, helt heiðursrøðu
fyri Onnu Maluni Jógvansdóttir,
segði hann, at tá ið hann hevði
lisið yrkingarsavn hennara, varð
hann greiður yvir, at her var ein
evnisviðgerð, vit ikki hava sæð
áður.
Hann vísti á, at listafólk skapa
ikki list fyri at verða rík. Ongin
poetur kann liva av at skriva yrk
ingar, men hendan virðislønin fer
kortini at hjálpa Onnu Maluni
Jógvansdóttir, segði hann.
ÁKI BERTHOLDSEN
S
teinprent er karmur um
eitt livandi umhvørvi,
har listafólk hava góðar
umstøður at virka og har
listaáhugað kunnu uppliva list í
heimsflokki.
Tað segði Rigmor Dam, lands
stýriskvinna í mentamálum, tá
ið hon avdúkaði, at tað var Stein
prent, sum hevði fingið Heið
ursgáva Landsins, sum er 75.000
krónur.
Heiðursgáva Landsins varð
handað á samkomu á Seglloftinum
á Tvøroyri mikuvøldið og
tað er ein heiðursgáva, sum verð
ur latin mentafólki, ið hevur virkað
til frama fyri mentanarlig virði,
sum hava týdning fyri føroyska
mentan, list og mentanararv.
Steinprent er ein grafiskur verk
staður, sum varð settur á stovn í
1999, men í 2009 flutti verkstaðurin
oman á Skálatrøð og tók navnið
Steinprent.
– Her, mitt í Havnini, hava tey
bæði, Jan Hartvig Andersson og
Fríða Matras Brekku, skapað eitt
kveikjandi listaligt umhvørvi, ið
dregur at sær bæði føroysk og al
tjóða listafólk, staðfesti Rigmor
Dam.
Steinprent hevur útgerð í ser
flokki og góð framsýningarhøli,
og tað er karmur um eitt livandi
umhvørvi, har listafólk hava góð
ar umstøður at virka og miðla sína
list, og har listaáhugað kunnu upp
liva list í heimsflokki.
– Men mest av øllum eru tað
fakligu førleikarnir, skapandi til
gongdirnar, og arbeiðshugburð
urin hjá Jan Hartvig Andersson
og Fríðu Matras Brekku, sum
draga listafólk at sær, og sum hava
gjørt, at Steinprent í dag er eitt av
fremstu grafisku verkstøðum í
Norðurlondum, segði landsstýris
kvinnan.
– Eg rokni ikki við, at nakar kann
vera heilt ósamdur við mær, tá eg
sigi, at virksemið hjá Steinprenti
byggir á einastandandi avrik hjá
einstaklingum – hjá listarligum úr
mælingum, segði Kinna Poulsen, tá
ið hon bar fram heiðurskvøðu fyri
teimum báðum, eftir at tey høvdu
fingið virðislønina.
Hon staðfesti eisini, at Stein
prent er ein týdningarmikil partur
av menningini í føroyska myndlist,
sum er vorðin meira fjølbroytt, við
størri ansi fyri yrkislistini.
Hon vísti eisini á í Steinprendi
verða øll boðin vælkomin uttan
mun til hvør ella hvaðani mann er.
Og hon helt, at hetta við blíð
skapinum var ein grundleggjandi
orsøk til ta góðu gongdina.
– Her hittast øll møgulig fólk –
umframt listafólk, høvundar, sjón
leikarar og tónleikarar er onkur
námsfrøðingur, læknar, politikar
ar, maskinmeistarar, lærarar, sak
førarar – ein gávumildur útróðrar
maður hevur verið við einum kóki
og mitt í rokanum stendur Birgir
Enni, hann er komin við sjónotum
ella einari góðari søgu frá teimum
sjey høvunum.
– Tað er ikki løgið, at nógv av
teimum útlendsku listafólkunum
og miðlunum eru púra hugtikin
av hesum staðnum, segði Kinna
Poulsen.
Anna Malan Jógvansdóttir
tekur ímóti heiðrinum frá
Rigmor Dam, landsstýriskvinnu
í mentamálum.
Á myndini er tað Jan Hartvig Andersson og Fríða Matras
Brekku, ið taka ímóti heiðrinum fyri Steinprent.
DRAGA BÆÐI FØROYSK OG
ÚTLENDSK LISTAFÓLK TIL SÍN