Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. JANUAR 2017 SOSIALURIN 12 10 TEMA Cøliaki DANJAL AV RANA T ey eru ikki mong, sum hava cøliaki, og tí er kunn­leikin um cøliaki sera lítil millum manna. Hetta merkja tey í Cøliakifelagi Før­oya væl. – Ja, vitanin um cøliaki er næst­ an eingin í Føroyum og tað merk­ ist manga staðni í sam­fe­lagnum, sigur Sonja Tausen, forkvinna í Cøli­akifelagi Føroya. Í mánaðarskifti er ein bóklingur hjá felagnum klárur, sum greiðir frá um cøliaki og inniheldur mill­ um annað onkrar søgur frá fólk­ um, sum hava cøliaki. – Við bóklinginum vóna vit at fáa kunning út til almenningin um hvat cøliaki er fyri nakað og hvussu sjúkan ávirkar okkara lív. So vóna vit, at bæði fólk og tað al­ menna í størri mun fara at taka at­lit til okkum sum hava glu­ten­ við­kvæmi sigur hon. Stovnarnir eru eftirbátar Nógv hevur verið tosað um at­ komiligheit fyri rørslutarnað og hoyri- og sjónveik, men Cøli­ akifelag Føroya heldur, at at­komi­ lig­heit eisini er týdn­ing­ar­mik­il fyri tey. – Fyri okkum er tað sera týdn­ ing­armikið, at vit hava atgongd til matvørur uttan gluten. Uttan hann ber illa til hjá okkum at liva í Før­oy­um. Matvøruhandlarnir eru seinnu árini vorðnir nógv raskari at taka glutenfríar vørur inn í vøru­útvalið, men á øðrum økjum halt­ar enn, sigur hon og nevnir mill­um annað ellisheimini. – Bæði á ellisheimum og sjúkra­ hús­um kann tað koma fyri, at fólk við cøliaki fáa mat við gluten í. Onkur teirra kunnu gerast rætti­ liga sjúk av matinum. Tað er ikki altíð, at tey eru føri fyri at siga frá. Kanska eru tey dement og hava gloymt, at tey ikki tola glu­ ten. Kanska megna tey ikki at greiða heilt frá, hvat tað er, sum er galið, tá tey hava etið. Tí er tað so týdningarmikið, at starvsfólk á stovn­um eru tilvitað um, at onkur kann hava cøliaki, greiðir Sonja Tau­sen frá. Hon vónar eisini, at úrvalið á mat­stovunum fer at batna. – Fínari matstovurnar hava ofta búffar ella fisk, sum vit kunnu eta, men tey ungu eru oftast í pitsa­støðum ella grillbarrum og har er sera lítið, sum egnar seg hjá teimum, sum hava cøliaki, sig­ ur hon. Mugu als ikki eta gluten Cøliaki er ovurviðkvæmi fyri gluten og virkar á leið á sama hátt sum ovurviðkvæmi fyri nøtum ella rækjum. Hetta merkir, at tað ikki er ein spurningur um, at fólk við cøliaki ikki mugu fáa ov nógv glu­ten í seg. Tey skulu als ikki eta glu­ten. – Tað er munur á, hvussu illa fólk reagerað upp á at eta gluten. Nøk­ur føla seg illa, men klára at virka víðari, meðan onnur mest sum gerast songjarliggjandi eina tíð. Tað hevur tó einki at gera við, hvussu nógv gluten tey hava et­ið. Vit mugu ikki eta gluten yv­ir­høv­ ur, sigur hon. – Tað er ikki nokk hjá okkum at pilka pastaskrúurnar úr salatini ella taka páleggið av breyðnum og leggja tað á okkara glutenfría breyð. Tá er tað longu dálkað. Føð­ in má vera glutenfrí allan vegin ígjøgn­um tilvirkingina, sigur Sonja Tausen. Hon vónar, at bóklingurin, sum tey lata gera, fer at gera tað lættari, ser­liga hjá av­varðandi, at kunna um, hvat cøliaki er fyri nakað. Bók­lingurin verð­ ur í fyrstu løgu býtt­ur út til limir í Cøliakifelag Før­ oya, til elisheim, sjúkrahús, komm­unulæknar og matstovur. Eitt, sum órógvar arbeiðið hjá Cøli­akifelagnum eitt sindur, er at tað nú er vorðið so væl umtókt at eta glutenfrítt, tí tað skal vera so sunt. – Fólk hava lyndi til at blanda okk­um, sum mugu eta glutenfrítt og tey, sum velja at eta glutenfrítt. Fyri okkum er hetta ikki eitt val, vit gerast veruliga sjúk av at eta glu­ten. Samstundis vera vit eisini væl fylgd upp av heilsuverkinum, fyri at kanna, at vit ikki fáa nakrar mang­ulsjúkur. Tað er ikki bara, bara at fara upp á ein glutenfrían kost, sigur Sonja Tausen, sum eis­ini viðmerkir, at enn er ikki prógvað, at glutenfríur matur hev­ur nakran heilsufyrimun fyri ann­ars frísk fólk. – Bygg, hveiti, rug og havri inni­ halda jú, umframt gluten, nógva aðra føðslu, sum okkum tørvar. H a n a mugu vit so fáa aðra­staðni frá í staðin. Tað er serliga týdn­ing­ar­mik­ið hjá børnum, at tey fáa eina rætta kostætlan, sigur hon. Kenna seg einsom og uttanfyri Forkvinnan í Cøliaki-felagnum sig­ur, at ein avbjóðing hjá teimum glu­tenviðkvomu í Føroyum eru, at tey kunnu kenna seg einsom, tá tey eru til veitslur og annað. – Vit hava nakrar sosialar av­ bjóð­ingar. Fara vit í bindiklubb, í føð­ingardag ella veitslu, so hava fólk altíð baka okkurt ella gjørt mat á annan hátt. Tað er tó sum oft­ast einki, sum er glutenfrítt, og sum vit tí kunnu eta. So nógv okk­ara hava lært, at hava okkurt við okk­um. Men tað er lætt at Talan er um kroniska sjúku, sum tú ikki sleppur av við, men sum tú kanst læra teg at liva við. Og sum tú kanst liva væl við, etur tú rættan kost. Sonja Tausen, forkvinna í Cøliakifelag Føroya, vildi ynskt, at føroyingar og almenna skipanin vóru meiri tilvitað um, at tað millum okkara eru nøkur, sum ikki kunnu eta gluten. KENNA OV LÍTIÐ TIL CØLIAKI