hósdagur 26. januar 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. JANUAR 2017
SOSIALURIN 12
11
kenna seg eitt sindur
einsamallan ella utt
anfyri, tá einki er matgjørt
til tín, sigur hon. Avbjóðingin
er tó ikki størri enn so, at ein
kann hava okkurt við sjálvur,
ella minna vertin á, at ein hevur
cøliaki.
– Fólk ynskja jú at vera blíð, so
øgiliga ofta verður atlit tikið at
tær, so okkurt hóskar seg til tín.
Tað er heldur ikki so torført, tað
snýr seg til dømis um at seta nakað
av salatini til viks, áðrenn pasta
skrúurnar verða stoyttar oman
yvir, sigur Sonja Tausen.
Vita ikki at tey
hava cøliaki
Her liggur eisini eitt ynski hjá
henni og øðrum við cøliaki. At vit
onnur gerast meiri varug við tey.
– Vit vaksnu og tilkomnu
kunnu altíð spyrja um matin, um
nakað gluten kann hugsast at vera
í honum. Børn hava tó lyndi til at
gloyma sjúkuna, meðan tey ungu
kanska ikki vilja stinga seg út
sum øðrvísi. Tí hava børn og ung
kanska størri trupulleikar av hes
um enn vit vaksnu, sigur hon.
T a ð
eru um 50
limir í Cøliakifelag Føroya, men
sambært hagtølunum skuldu tað
verið umleið 450 føroyingar, sum
hava cøliaki.
– Tað er tí ein góðu møguleiki
fyri, at nógvir føroyingar ikki vita
av, at teir hava cøliaki. Tað kemur
ofta í bland við aðrar sjúkur og
kann satt at siga vera eitt sindur
torført at staðfesta, sigur Sonja
Tausen. Mátin cøliaki verður stað
fest er við einum blóðprøva, sum
verður kannaður fyri andevni. Tað
er tó ikki altíð, at andevnini sýnast
í blóðinum, hóast ein hevur cøliaki.
– Tí verður ein magakikari eis
ini brúktur og ein lítil roynd tikin
av tunntarminum, griðir hon frá.
Mælt verður tí til, at fólk hyggja
gjøgnum listan við sjúkueyðkenn
um og hugsa um, hvørt tey kunnu
hava cøliaki.
Má læra teg at
liva við sjúkuni
Cøliaki, ella kálksótt, er ein kronisk sjúka, sum tú ikki sleppur
av við. Men ber tú teg rætt at, ber til at liva væl við sjúkuni.
DANJAL AV RANA
N
ýbakaðir bollar. Ein
pitsa, júst komin úr
ovninum. Spaghetti.
Nýbakaðar vaflur við
súltutoy. Keks, ostakeks, grønar
keks, skipskeks. Og kakur. Alskyns
kakur.
Tey flestu fara at munga, tá
tey lesa ein slíkan lista. Tey flestu
skuldu fegin kunna fingið sær ein
bit ella fleiri. Men meðan hetta
eru leskiligir rættir fyri nøkur,
so eru hetta vandamiklir rættir
fyri onnur. Mett verður at ein av
hundrað føroyingum hava cøliaki
ella glutenallergi. Hetta merkir, at
tey í høvuðsheitum ikki kunnu eta
mat við gluten í. Og gluten er í so
gott sum øllum vanligum mjøli.
Cøliaki – Sprotin sigur, at tað
eitur kálksótt á føroyskum – er ein
lutvíst arvalig sjúka. Tað merkir, at
øll kunnu hava hana, men um tú
hevur foreldur, systkin ella børn,
sum hava cøliaki, eru umleið 10
prosent líkindi fyri, a tú eisini hev
ur ella fert at fáa sjúkuna.
Cøliaki er ein sjálvórinssjúka
(auto-immun), sum ger, at órins
verjan (immunskipanin) fatar
gluten sum boð um at framleiða
andevni. Hesi andevnini oyðilegga
tunntarmarnar. Nógv føðsluevni
verða tikin upp í tunntarmunum,
og tí ávirkar sjúkan í stóran mun
kropsligu vælveruna. Tá ein, sum
hevur cøliaki etur gluten, verður
trevsulta slímhinnan í tunntarm
unum slitin og samlaða yvirflatan
minkar. Kroppurin tekur ikki long
ur ímóti føðsluevnum, sum hann
skal, og fer tí at mangla lívsneyðug
evni.
Tess longur tú etur gluten,
verri
verður
standurin
á
tunntarmunum. At enda eru teir
als ikki førir fyri at taka til sín
neyðugu føðsluevnini, sum ger,
at tú kanst fáa alt frá vamli til
lívshóttandi blóðtrot.
Um tú hinvegin etur glutenfrían
mat, lekjast tarmarnir so spakuliga,
og kroppurin verður aftur førur
fyri at taka ímóti neyðugu føðslu
evnunum.
Nógv, ið hava cøliaki, merkja
serliga sjúkuna við, at tey hava
leyst lív og magapínu, men sjúku
eyðkennini eru nógv og ymisk.
Cøliaki er ein kronisk sjúka,
sum merkir, at tú ongantíð sleppur
av við hana. Tú kanst tó læra teg
at liva við henni og, etur tú rættan
kost, kanst tú liva væl við henni.
Heilivágurin móti cøliaki er
rættur kostur. Fyri ein, ið er gluten
viðkvæmur, er glutenfríur kostur
púra avgerandi
Fakta:
Sjúku
eyðkenni
Sjúkueyðkenni við
cøliaki eru ymisk og
samansett. Nøkur teirra
eru, at tú
• hevur luft í maganum
• hevur leyst lív
• hevur hart lív
• hevur magapínu
• lætt fært vaml
• lætt tapir teg
• lætt tekur uppá
• hevur liðapínu
• hevur sár í munninum
• hevur húðtrupulleikar
• hevur húðsjúku
• missir hár
• hevur trupulleikar við
emaljuni á tonnunum
• ofta kennir teg
móðan
Nógv
fólk, sum
hava cøliaki, merkja
serliga sjúkuna við,
at tey hava leyst lív
og magapínu. Men
sjúkueyðkennini eru
nógv og ymisk.
Sonja Tausen
er forkvinna
í Cøliakifelag
Føroya.