hósdagur 26. januar 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. JANUAR 2017
SOSIALURIN 12
12
TEMA Cøliaki
DÁNJAL AV RANA
26
ára gamla Elly
Lind Jóanesarson
úr Runavík hevur
livað við cøliaki so
leingi sum hon minnist. Hon fekk
staðfest sjúkuna longu sum 20
mánaðir gomul og tí hevur sjúkan
fylgt henni alt lívið.
– Eg var sera sjúk sum barn. Eg
hevði diaré í fleiri mánaðir og sá
út sum børnini, við síggja myndir
av úr hungursraktum londum. Eg
hevði uppblástan maga, var tóm
í eygunum og útholað. Tað var
púra greitt, at eg ikki tók føðsluna
í matinum til mín, greiðir hon frá.
Mamman tók hana til lækna,
sum í fyrsta umfari segði, at hon
skuldi gevast at drekka mjólk.
Eina tíð seinni bleiv Elly Lind Jó
anesarson innløgd, tí hon nú eisini
hevði fingið forstoppilsi.
– Eg var rund sum ein ballón, eg
fekk hvørki sitið ella ligið. Tá tey
kannaðu magan, sóu tey, at tarm
arnir hjá mær vóru sum á vaksn
um menniskja. Læknin helt so,
at eg kanska hevði tarmslyng, og
seinni varð eg kannað, fyrst fyri
cystiska fibrosu og síðani cøliaki.
Ein biopsi staðfesti so, at eg hevði
cøliaki, sigur hon.
Tað kann vera ein avbjóðing
at fáa rætta diagnosu, tá talan er
um cøliaki, tí at sjúkueyðkennini
kunnu minna um so nógv annað,
so ofta vera fleiri royndir gjørdar,
áðrenn læknin kannar fyri cøliaki.
Mamma hevur stórt
rós uppiborið
Hóast tað var Elly Lind Jóanesar
son, sum var sjúk, so var tað fyrstu
árini í stóran mun mamman, Vivi,
sum bar byrðina. Tað var jú hon,
sum mátti leggja kostætlanina til
rættis. Tað er jú einasta viðgerðin,
sum finst fyri cøliaki – heilt at gev
ast at eta gluten. Trupulleikin er, at
gluten er í nærum øllum matvør
um, serliga teimum, sum innihalda
mjøl av ymiskum slag.
– Mamma mátti so í gongd við at
læra seg at geva mær glutenfrían
kost. Úrvalið av glutenfríum vør
um var avmarkað, so mamma bak
aði sera nógv til mín, sigur Elly
Lind Jóanesarson.
Vivi Lind, mamma Elly Lind
Jóanesarson, stóð mest sum full
komiliga á berum, tá dóttirin fekk
staðfest sjúkuna. Kunnleikin um
cøliaki var lítil og tað var sera av
markað úrval av glutenfríum vør
um í handlunum. Hon fekk tó sera
góða hjálp frá Mariann Patursson,
kostráðgeva á Landssjúkrahús
inum.
– Mamma mátti eisini alla tíðina
vera fyrireikað upp á, at vit kundu
fáa okkurt at eta í barnagarðinum
ella skúlanum ella vera bjóðaði
heim í føðingardag. Tá mátti hon
ringja og spyrja, hvat vit fingu
bjóðað, so at hon kundi geva mær
okkurt líknandi at eta. Mamma var
ófør at gera tað lekkurt fyri meg, so
at eg altíð hevði okkurt líka gott,
sum hini fingu, sigur hon.
Tað eru serliga máltíðirnar úti
hjá øðrum og føðingardagar, sum
eru avbjóðandi hjá teimum, ið hava
cøliaki.
– Familjan hjá mær og vinkon
urnar vistu um sjúkuna, so tá eg
var hjá teimum, royndu tey altíð
at gera okkurt, sum eg eisini kundi
eta, til dømis tá vit vóru bjóðaði í
føðingardag. Eg elskaði at fara í
teir føðingardagarnar, tá eg visti,
at eg kundi eta næstan alt, sum
stóð á borðinum. Hinar føðingar
dagarnar, har eg visti, at eg mátti
ansa mær, tímdi eg ikki so væl í,
sigur Elly Lind Jóanesarson.
Minnist aftur á pínuna
Hon minnist tó aftur á eina
hending frá barnaárunum, tá hon
gloymdi at ansa sær nóg væl.
– Vit vóru heima hjá eini vinkonu
og fingu okkum Cornflakes. Eingin
vaksin var inni, og vit ótu og ótu
hjartans fegin. Meg minnist enn,
hvussu ilt eg fekk. Eg mátti renna
heim, tí pínan var so ógvuslig. Eg
haldi kortini, at hendan hendingin
hjálpti mær, tí hon minti meg á,
hvørjar avleiðingarnar eru fyri meg
at eta gluten, greiðir hon frá.
Tað er stórur munur á, hvussu
tey, ið hava cøliaki reagerað upp á
gluten. Onkur fáa útbrot á húðini
bara tey fáast við mjøl, meðan onn
ur fáa kanska bara eitt sindur ilt í
búkin. Elly Lind Jóanesarson sigur,
at hjá henni, so gongur ein lítil tími
inntil hon byrjar at merkja óbehag
í búkinum. Pínan tekur so til og
verður verri og verri, inntil hon at
enda liggur samankropin í songini
og so spýr alt uppaftur.
Viðgerðin fyri cøliaki er einføld,
men samstundis beinhørð. Tú mást
gevast at eta gluten. Fullkomiliga.
Tað góða er so, at um tú etur rætt,
ert tú líka frískur sum øll onnur
fólk. Elly Lind Jóanerson sigur,
at fyri hana merkir hetta, at hon
altíð hevur matpakka við sær, har
hon fer.
– Eg haldi tó, at tað er nógv lætt
ari í dag enn fyri nøkrum árum
síðani. Nú er úrvalið bæði í handl-
– Tað er kanska lættari hjá mær, sum er uppvaksin við sjúkuni. Hjá mær hevur
tað altíð verið okkurt, sum eg ikki kann eta, men eg kann gleðast um alt tað, sum
eg kann eta. Ein, sum hevur fingið sjúkuna staðfesta sum vaksin, hevur kanska
lættari við at iðra seg um alt, sum nú ikki er loyvt at eta longur, sigur hon.
Elly Lind Jóanesarson:
Eg elskaði
at fara í teir
føðingardagar
nar, tá eg visti,
at eg kundi
eta næstan
alt, sum stóð
á borðinum.
Hinar tímdi eg
ikki so væl í
TOSA OPIÐ
UM SJÚKUN
framhald