hósdagur 26. januar 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. JANUAR 2017
SOSIALURIN 12
22
Matgerð
TJÓÐHILD PATURSSON
T
Panzanella. Panzanella.
Tað ljóðar sum sól og
summar, ha? Í seinastu
viku fekk eg nýggjastu
útgávuna av matblaðnum Donna
Hay inn um hurðina. Blaðið er
Australskt, so tað er altíð eyka
stuttligt at sita í hyggja í (teirra
árstíðir eru umvendar av okkara,
so hesaferð er alt blaðið fylt við
leskiligum ísum og góðum ráðum
nú BBQ-árstíðin er um at byrja.
Sum um! Her hjá okkum ýlir
stormurin enn, og regni bankar
uppá vindeyguni). Stuttligt sum
orðið ‘vindeyga’ passar væl nú um
veturin, tí er nakað ið eg síggi nógv
tá ið eg hyggi út, ja so er tað vind :)
Í Donna Hay-blaðnum var,
millum alt hitt summarliga,
ein uppskrift uppá Panzanella.
Panzanella er italsk salat av
breyðrestum
og
tomatum.
Dagsgamalt ljóst breyð verður,
saman við góðum tomatum, vent
í olivenolju og møguliga pynta við
nøkrum basilikumbløðum. Tað er
ikki so ofta at eg eigi ljóst breyð. Eg
eri ikki stórur breyðátari. Men tá
ið vit hava havt døgurðar á kaféini
í Kunningarstovuni í Nólsoy (her
eg arbeiði) fái eg ofta breyðrestir
heimvið - og tað kann vera torført
at eta alt áðrenn tað verður hálv
keðiligt… Tá er tað smart, at tað júst
er hálv keðiligt og hálv turt ljóst
breyð ið skal brúkast til Panzanella
- minni smart er at tomatin er hin
høvuðssangarin í salatinum. Tí tað
kann ikki sigast at tomatir syngja
nakað serliga væl í Føroyum, í
øllum førum ikki í január. Hvat so?
Jú, hví ikki bara býta tomatirnar
um við okkurt annað grønmetið,
hvørs rødd tolir betur køldu
og stormríku vetrarkvøldini?
Nógv í bæði kál-familjuni og í
róta-familjuni trívast væl her
í Norðurlendska kuldanum. Í
italsku versiónini er tað saftin av
tomatunum, sum saman við oljuni,
umskapa hálvturra breyðið til
okkurt tú hevur hug at eta; flestu
røtur eru ikki so saftigar - kálið
heldur ikki, so ístaðin fyri at saftin
er tað ið ger turra breyðið átuligt,
so grilla vit tað í ovninum saman
við gularótunum - hetta merkir
eisisni at ein partur av salatinum
er heitt, sum er gott nú í føroyska
vetrarkuldanum.
Panzanella í vetrarhami
Panzanella, ella breyðsalat – sum
tað kundi itið í føroyum – hvørki
ljóðar ella sær út av nógvum;
men tað smakkar ótrúliga væl.
Tað riggar vanliga best við ljósum
breyði, men hendan útgávan við
gularótum og reyðkálið er ikki líka
viðkvom fyri slagi av breyðið - tað
ber sagtans til at brúka myrkari
breyð.
Til ein persón
1-2 breyðflísar
1 gularót
1 hvítleyksfet
reyðkál ella annað kál tú eigur inni
Olivenolju og sitrón/edik
Set ovnin á 200 hitastig. Toga
breyðflísarnar sundur í munnbitar.
Flys gularótina - tá ið skalið er
farið av heldur tú fram við at
flysa soleiðis at gularótin við
flyraranum, verður skorðin í tunnar
strimlar. Legg breyðbitaranar og
gularótastrimlarnar í eitt ovnfast
fat. Stoyt eitt sindur av olivenolju
út yvir gulrøtur og breyð, og
síðani eitt stórt nips av salti. Flys
hvítleyksfetið og pressa útyvir,
blanda væl. Bakað í ovninum í á
leið 15 minuttir. Ímeðan gert tú
kálið og dressingin klárar. Sker
kálið so tunt sum gjørligt. Blanda
olju við sitrónsaft (umleið 1 part
sitrónsaft til 3 partar av olju).
Massera dressingin inn í kálið.
Tá ið breyði og gularøtunar eru
liðnar í ovninum er klárt at eta.
Legg breyð og gularøtur omaná
kálið (tú kanst koyra eittsindru
meira dressing útyvir, um tú hevur
hug, men tað er ikki neyðugt). Et
salatið framanfyri vindeyganum,
ímeðan tú gleðist um allan tann
vakra vindin.
P.s. Í dag kom eitt annað gott
matblað inn um dyrnar – Vego
gourmet – eitt svenskt vegetarblað.
Tað er fantastiskt. Minnist til tað
næstuferð tit mangla eitt gávu
hugskot. Eitt árshald til eitt gott
blað (Vegogourmet og Donna Hay
eru góð boð - nú eg longu haldi tey
bæði, ynski eg mær feminisatiska
tíðarritið BANG og føroyska Vencil
– ja, hetta er eitt hint, eg havi
føðingardag fyrsta dagin ;)
PANZANELLA Í
– Aftur á sporinum við breyðrestunum!