hósdagur 26. januar 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. JANUAR 2017
SOSIALURIN 12
21
MENTAN
T
jóðpallurin hevur, við
fyrsta leikverkinum í
2017, leitað aftur til vøgg
una hjá leiklistini. Til ein
av stóru klassikarunum, ið krevur
nógv av bæði leikarum, leikstjóra og
pallmyndini. Gunnvá Zachariasen
spælir Elektra, ið er ein av stóru og
kendu kvinnuleiklutunum. Hinir
leikararnir eru Hans Tórgarð,
Durita Dahl Andreassen, Hjálmar
Dam og Beinta Clothier og tey
sleppa veruliga at vísa síni evni í
hesum álvarsama leiki við sínum
poetiska málbúna og bundna formi.
Pallmyndin hjá Jan de Neergaard
er gandakend og minimalistisk
og broytist støðugt í ljósi og liti
og er ein flottur karmur um hesa
hugtakandi og dramatisku søguna.
Hans Tórgarð hevur hegnisliga
flutt tekstin yvir í føroyskt úr
ensku útgávuni hjá Frank McGuin
ness.
Leikurin fer fram í kongshús
inum, har Elektra syrgir deyða
faðir sín, meðan hon bíðar eftir at
bróðirin Orestes skal koma heim
aftur ...
Um ELEKTRU
Atreus’ synir, Agamemnon og
Menelaos, vóru herovastar í
grikska herinum, sum fór móti
Troia at vinna aftur Helenu, konu
Menelaosar. Teir vildu hevna og
leggja í oyði býin, ið hevði rænt
hana.
Áðrenn flotin setti segl, varð
Agamemnon noyddur at offra
dóttir sína Ifigeneiu fyri at blíðka
gudinnuna Artemis, so veður og
vindur vóru teimum til vildar.
Hetta gjørdi hann, flotin vann fram
til Troia og tíggju ár eftir vendi
hann heim sum hetja. Ímeðan
høvdu kona hansara Klýtaimestra
og fríggjari hennara, Aigistos,
systkinabarn Agamemnon, gjørt
av at drepa hann tá hann kom
heim. Agamemnon varð myrdur og
Aigistos nýggjur kongur í Mýkena.
Døtrarnar Elektra og Krýso
temis livdu í deyðans húsi í mong
ár. Men yngsta barnið, Orestes,
varð fluttur burtur av einum
trúgvum tænara, sum ól hann upp
í fremmandum londum, til gudurin
Apollon beyð Orestes at venda
heimaftur og hevna faðirmorðið.
Í annaðkvøld, leygarkvøldið 28. januar, verður frumsýning á Tjóðpallinum
av grikska klassikaranum Elektru eftir Sofokles. Ein leikur um kærleika,
longsul, svik og trupla valið millum hevnd og fyrigeving. Ein leikur, sum
hóast 2500 ára gamal, nærmast tykist ræðandi aktuellur í 2017
ELEKTRA – á knívseggini
millum hevnd og fyrigeving
Fakta:
LEIKSTJÓRI:
Kim Dambæk
PALLMYND OG BÚNAR:
Jan de Neergaard
TÓNLEIKUR OG
LJÓÐMYND:
Joachim Holbek
LJÓSDESIGN og VIDEO:
Turpin Napoleon
Djurhuus