Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. JANUAR 2017 SOSIALURIN 12 20 Eingin veit á morgni at siga hvar hann á kvøldi gistur, sigur orða­ takið. Tung vóru boðini, sum komu tann 9. januar 2017, at tú ikki vart millum okkum meira. Eftir drúgva sjúkralegu mátti tú geva skarvin yvir og leggja árarnar inn. Sjálvt um heilsan hjá tær bilaði, og tað í gjøgnum nógv ár hevur verið ein tung byrða at bera, serliga hjá tær og eisini hjá Sunnevu. So vart tú ikki tann, sum klagaði ella gramdi teg men harafturímóti vart tú altíð í góðum lag og hevði lívsmót og lívsvilja. Serliga kom hetta til sjóndar, tá tú hevði tíni rundan um teg, sjálvt um tú ikki altíð orkaði at vera uppí, so gleddist tú okkara vegna tá vit hugnaðu okkum. Eg møtti tær fyrstu ferð í 1993 tá eg hevði brúk fyri einum elektrikara, tá mundu vit báðir nokk ikki rokna við, at eg nøkur ár seinni bað um honduna hjá døttur tíni Hannu. Síðani høvdu vit sum vera man nógv saman, nevnast kann stuttleika- fugla og -fiskitúrar við bátinum Streymnes, húsabyggjarí og mangt annað. Sum útbúgvin Maskinmeistari og góðkendur El-innleggjari hevði tú bæði tað bókliga, men sanniliga eisini tað handaliga við tær. Eisini hevði alt, líka frá havsins botni til tað, sum gekk fyri seg langt uppí í universinium tín áhuga. Altíð vart tú klárur tá eg hevði brúk fyri einari hjálpandi hond ella eina meining um eitt ella annað. Altíð leitaði tú eftir loysnum, sum kundi gera eina uppgávu loysiliga eftir førimuni hjá okkum, og var tað ikki uttan grund at tú millum tey nærmastu fekst tilnavni “Gearløs”, sum prestur segði til jarðaferðina. Serliga her minnist eg um streymin í stikkontaktuni sum var horvin, her vart tú skjótur og við einum smílið, at spyrja meg, um eg ikki meinti spenningurin í stikk­ kontaktuni. Humør og góðar søgur hevði tú í stórum mongdum, og var tað sera áhugavert og stuttligt at vera har tú vart. Fleiri abbabørn eru komin og sigast má, at tey øll høvdu stóra virðing og gleði av at verða saman við tær, her verður saknurin stór­ ur, nú tey hava mist ein sera fittan abba, sum altíð vísti teimum, at tey vóru nakað heilt serligt. Ísak, tú ert farin herfrá og sakn­ urin verður stórur hjá okkum øllum, men tey mongu góðu minn­ ini og løturnar okkum untust at hava saman, koma altíð at verða eftir hjá okkum. Hvíl í frið Ísak og takk fyri alt tú vart fyri okkum. Gunnar Minningarorð um Ísak B. Jacobsen, Sørvágur Føddur 23. januar 1945 Andaðist 9. januar 2017 NØVN Føðingar 5. januar fingu Rakul og Hanus Mikal Skaale Andreasen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 49 cm og 3040 gr. 12. januar fingu Henný Juul Johannesen og Atli undir Kletti, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3530 gr. 9. januar fingu Vivian Joensen & Jóhan Petur á Stongum, Sørvági, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4080 gr. 1. januar fingu Heri Eli Olsen og Elisabeth Haraldsen, Sandavági, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3700 gr. Brúðleyp Fríggjadagin 27. januar giftast Annika Fríða Wardum, Streymnes og Marnar Djurhuus, Morskranes. Vígslan verður í Selatraðar kirkju kl. 11.00. Opið hús verður frá kl. 18.00 í Hvalvíkar Missiónshúsið. Øll eru hjartaliga væl­komin at hátíðarhalda dagin saman við okkum. Annika & Marnar Gullbrúdleyp Tann 28. jan. hava Noomi og Óla Jákup Guttesen gullbrúdleyp. Dagurin verð­ur hátíðarhildin saman við børn­un­um. Silvurbrúdleyp Nú verður skjótt 25 ár síðani, vit søgdu ja við hvønn annan, og tað ynskja vit at feira saman við familju, vinum og kenningum. Veitslan verður leygardagin 8. Apríl 2017 kl. 19 í hølunum hjá Dansifrøi. Boða frá luttøku á messenger, teldupost dan.jona. olsen@gmail.com ella 210804 áðrenn Grækarismessu 12. mars 2017. Jóna og Dan 80 ára føðingardagur Fríggjadagin 10. februar fyllir Elita Falkvard í Sørvági 80 ár. Dagurin verður hildin í Hús­møðrafelags húsinum í Sørvági frá kl 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin, 4. februar, giftast Kristina Friang Obradovic og Dánjal á Lakj­uni, bæði úr Fuglafirði. Vígslan verður í Siloa í Fuglafirði kl. 13, og brúd­leypið verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18 fyri innbodnum. Gullbrúdleyp Sunnudagin 22. januar høvdu Kirsten og Anfríði Dam Jacobsen, Tórshavn, gullbrúðleyp. Um onk­ ur hevur hug at heilsa uppá tey, eru tey vælkomin til ein drekka­ munn í Samkomuni Immanuel, Brekkutún 5, Hoyvík, sunnu­dagin 29. jan millum kl. 16.00 og 20.00. Merkisdagar