hósdagur 26. januar 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. JANUAR 2017
SOSIALURIN 12
19
ÁRNI GREGERSEN
S
ambandsflokkurin krev
ur nú, at øll skjøl í sam
bandi við tær fullveldis
samráðingar, sum vóru
millum Føroyar og Danmark
um aldarskiftið verða almanna
kunngjørd.
Bárður á Steig Nielsen, for
maður Sambandsfloksins, hevur
sett Aksel V. Johannesen, løgmanni,
fleiri spurningar um málið. Hetta
er gjørt í Løgtinginum eftir grein
52 í tingskipanini.
Grundleggjandi sigur formað
ur Sambandsfloksins, at tá ið
nú ein embætismaður, Sjúrður
Skaale, fólkatingsmaður Javn
aðarfloksins, hevur givið eina
bók út, har hann avdúkar fleiri av
teimum viðurskiftum, sum ann
ars hava verið loynilig, so eigur
almenningurin at fáa atgongd
til allar upplýsingarnar frá ting
ingunum millum føroyskar og
danskar myndugleikar frá full
veldistilgongdini.
– Tá ið Sjúrður Skaale, sum
tá var embætisfólk í Tinganesi,
uttan avleiðingar kann skriva
og geva eina bók út um hansara
uppliving av samráðingunum, so
eiga føroyingar allir rætt til at fáa
innlit í øll skjølini – og ikki bert
eina versjón, sum Sjúrður Skaale
hevur valt at gera, sigur Bárður á
Steig Nielsen.
Noktað higartil
Øll landsstýrir síðani ár 2000 hava
noktað almenninginum innlit í
skjøl um samráðingarnar.
Grundgevingin er, at samráðing
arnar eru ikki lidnar, hóast eingin
samráðingarfundur um fullveldi
hevur verið í meira enn 16 ár.
Grundgevingin er tí uttan hald
í veruleikanum, sigur formaðurin
í Sambandsflokkinum. Spurn
ingurin um at almannakunngera
skjølini hevur áður verið frammi
og eisini fyrrverandi formaður
Sambandsfloksins, Kaj Leo Holm
Johannesen, fekk spurningin, tá
ið hann sat sum Føroya løgmaður.
Hann noktaði tá fyri at al
mannakunngera skjølini.
– Ja, tað er rætt, men tá var onki
komið út um samráðinganar. Nú
halda vit at støðan er munandi broytt,
tí nú hevur ein, sum var embætisfólk
undir samráðingunum, skrivað um
nøkur av trúnaðarviðurskiftunum í
eini bók. Tí halda vit at allar upplýs
ingar eiga at koma fram, sigur Bárður
á Steig Nielsen.
Lóku upplýsingar
Sambandsflokkurin
skrivar
eisini, at harumframt hevur ver
ið alment frammi, at fólk í og
kring fullveldislandsstýrið lótu
trúnaðarupplýsingar leka út til
fjølmiðlar í sambandi við fullveldis
samráðingarnar.
Um hetta er rætt, er tað bæði
politisk manipulatión og brot á
grundleggjandi reglur.
Tað undrar, at løgmaður, at
síggja til, ikki letur hesar upplýs
ingar við seg koma. Løgmaður
eigur sum skjótast at staðfesta
ábyrgd hjá politikarum og/ella em
bætisfólkum ella øðrum, ið møgu
liga hava framt lekar.
Eisini eigur løgmaður at taka
løgfrøðilig stig móti teimum, ið
framdu ella stóðu fyri møguligum
ólógligum lekum.
– Sambandsflokkurin undir
strikar týdningin av, at øll skjøl í
sambandi við fullveldissamráð
ingarnar verða leysgivnar alt fyri eitt.
– Fatanin av fullveldissamráð
ingunum, ið hava skatt Føroyar
almikið, eigur ikki bert at verða
sáldað ígjøgnum eina politiska bók
við ávísum politiskum endamáli,
sigur flokkurin í grundgevingunum
fyri spurningunum til løgmann.
Bók og trúnaðar
upplýsingar
At Sambandsflokkurin nú vil
hava almannakunngjørt, hvat
hendi um aldarskiftð í samráð
ingunum millum Føroyar og Dan
mark, hongur saman við tveimu
ymiskum viðurskiftum.
Bárður á Steig Nielsen sigur,
at trúnaðarspurningurin gjørdist
aktuellur nú viðurskifti í uttan
landsnevndini hjá Løgtinginum
av óvart komu út á Løgtingsins
heimasíðu.
Hitt er bókin, sum Sjúrður
Skaale, fólkatingslimur, skrivaði
og gav út í fjør.
– Annaðhvørt mugu lekar av
hesum slag fáa avleiðingar av
onkrum slag, ella er neyðugt at
almenningurin fær fult innlit í eitt
mál. Tað er ikki rætt, at eitt mál bert
verður lýst frá einari síðu við ávísar
politiskari slagsíðu, sigur Bárður á
Steig Nielsen, Sambandsflokkurin.
Sambandsflokkurin vil hava at løgmaður annaðhvørt syrgir fyri, at tað fær avleiðingar
at leka upplýsingar ella at øll skjøl um fullveldissamráðingar verða almannakunngjørd
Krevja at fáa at
vita hvat hendi
tá ið Føroyar
vildu loysa
1. Nær fer løgmaður at almannakunngera øll skjøl í
sambandi við sonevndu fullveldissamráðingarnar millum
landsstýrið og donsku stjórnina í árinum 2000, nú hópin av
trúnaðarupplýsingum um samráðingarnar eru liknar út í
bókini ”Tá Føroyar skuldu loysa”, sum kom út í 2016?
2. Kann løgmaður vátta, at fólk í og kring
fullveldislandsstýrið lótu trúnaðarupplýsingar leka út til
fjølmiðlar í sambandi við fullveldissamráðingarnar?
3. Um løgmaður ikki kann vátta nevndu lekar til fjølmiðlar,
hvat fer løgmaður at gera fyri at kanna, hvør ella hvørji
framdu nevndu lekar, og hvussu lekarnir vórðu framdir?
4. Um funnið verður fram til, hvussu og hvørji lótu
trúnaðarupplýsingar leka út til fjølmiðlar, hvørji stig ætlar
løgmaður tá at taka mótvegis hesum persónum?
5. Hvørji stig ætlar løgmaður at taka, eftir at fyrrverandi
embætismaður og spinndoktari hjá fullveldislandsstýrinum
í bókini ”Tá Føroyar skuldu loysa” sannlíkt hevur brotið
tagnarskylduna við at almannakunngera upplýsingar um
fullveldissamráðingarnar, ið øll landsstýrir síðani 2000
hava sagt vera trúnaðarupplýsingar?
Spurningarnir til løgmann:
Bárður á Steig Nielsen og
Sambandsflokkurin krevja, at
øll skjøl frá fullveldistinginum
verða almannakunngjørd nú
Aksel V. Johannesen, løgmaður,
skal svara spurningunum frá
Sambandsflokkinum og gera av
um skjøl skulu gerast almenn
Sjúrður Skaale var embætismaður
undir tinginum um fullveldi um
aldarskiftið. Hann gav eina bók
út í fjør og avdúkaði partar av tí
sum hendi undir samráðingunum
POLITIKKUR