Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. JANUAR 2017 SOSIALURIN 12 18 ÁRNI GREGERSEN M eðan politisku ting­ ingarnar um eina nýskipan av fiski­ vinnuni nærkast einum evstamarki, royna tey stóru fakfeløgini at ávirka politikararnar til at seta krøv um, at allur fiskur verður landaður í Føroyum. – Hetta hava vit altíð ført fram og í sambandi við nýskipanina av fiskivinnuni, hava vit endurtikið, at vit krevja at fiskurin kemur upp á land í Føroyum og at hann verður virkaður her. Soleiðis sigur Georg Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Hann hevur sitið í einum fylgibólki í sambandi við arbeiðið hjá ný­ skipanarnevndini og har hevur hann greitt lagt hesi sjónarmið fram. Føroya Arbeiðarafelag hedvur áður havt eitt stórt tal av limum, sum hava arbeitt í fiskivinnuni á landi. Talið av arbeiðsplássum av hes­ um slag eru minkað nógv gjøgnum árini og ein uppgerð í Sosialinum herfyri vísti, at seinastu 10 árini eru vorðin 800 færri fólk í fiskivinnuni á landi. – Tað sigur seg sjálvt, at skulu fólk vilja búgva í Føroyum, so er neyðugt at arbeiðspláss eru til teirra, sigur Georg Hansen. Bæði hann og vinnan vita, at tað ikki er víst, at talan verður um somu arbeiðspláss, sum vit kendu fyrr, men verður fiskurin virkaður í Føroyum í staðin fyri, at hann fer óvirkaður av landinum, so koma nýggj arbeiðspáss. Virðisøking her á landi Formaðurin í Havnar Arbeiðara­ felag, Hans Joensen, er samdur í kravinum um at fiskurin skal virk­ ast í Føroyum. – Sjálvandi skal hann tað. Vit hava ferð eftir ferð vísti á, at tað ikki er nóg mikið, at fiskurin kemur uppá land og síðani verður fluttur í eina bingju fyri síðani at verða fluttur av landinum. Vit mugu virðisøkja fiskin her hjá okkum, sigur Hans Joensen. Hann hevur eisini verið í fylgi­ bólkinum í sambandi við nýskipan av fiskivinnuni. – Og har hava vit enn einaferð gjørt vart við, hvussu álvarsligt hetta er. Vit mugu virðisøkja her á landi, tí annars gevur tað onga meining. Tað kann ikki vera rætt, at vit senda okkara dýrabarastu rávøru til onnur lond – við munandi lægri lønum – at virðisøkja. Tað skulu vit gera í Føroyum, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Ar­beiðarafelag. Hans Joensen sigur, at í løt­ uni vaksa arbeiðsplássini í fiski­ vinnuni í Havn. Har legst til alla tíðina og í Kollafirði eru fleiri av lim­um Havnar Arbeiðarafelags til arbeiðis. – Tað er sjálvandi at fegnast um, at gongdin hóast alt aftur er tann rætta vegin og eg vóni at hetta fer at halda fram, men ein fortreyt er, at fiskurin kemuir uppá land í Før­ oyum, sigur hann. Hans Joensen sigur, at sjálvandi kann tað henda, at føroysk skip eru so langt burtur heimanífrá og fiska, at praktiskar forðingar eru fyri at landa í Føroyum. – Men hetta er nakað, sum vit kunnu loysa. Hetta eigur ikki at forða fyri, at allur annar fiskur verður virkaður á landi í Føroyum, sigur formaðurin í Havnar Ar­ beiðara­felag. Krevja fiskin til Noregs at virka Tað er ikki bert í Føroyum, at fak­ feløg krevja, at fiskurin verður virk­aður í egnum landi, heldurenn í láglønarlondum. Í Noreg krevja trý fakfeløg nú, at norskur fiskur, sum verður sendur av landinum óvirkaður, kemur heimaftur og verður virkaður í Noreg. Feløgini siga, at norska rávøran eigur at skapa grundarlag fyri norsk­um arbeiðsplássum, heldur enn arbeiðsplássum í øðrum lond­ um. Tey trý norsku fakfeløgini halda, at verður virkingin og virðis­ økingin av fiskinum tikin aftur til Noregs, so fer hetta at geva 20.000 arbeiðspláss afturat í Noreg. – Vit eru noydd at kenna alla virðisketuna og politiska skipanin má taka atlit til at arbeiðsplassini verða skapt í Noreg, sigurt Jan-Egil Pedersen, sum er formaður hjá teimum sum arbeiða í matvøru­ ídnaðinum. Noreg útflytir fiskavørur fyri eina 80 milljardir danska krónur. KREVJA AT FISKURIN VERÐUR VIRKAÐUR Í FØROYUM Fakfeløgini: FISKIVINNA Vit hava sagt hetta á røttum stað, sigur Georg Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag – Sjálvandi skal føroyskur fiskur fiskast í Føroyum. Tað skal vera eitt krav, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag Virðisøkingin av rávøruni eigur at fara fram í Føroyum, halda fakfedløgini Føroysku fakfeløgini vilja hava, at allur føroyskur fiskur verður virkaður av føroyskum arbeiðsfólki í Føroyum