hósdagur 26. januar 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. JANUAR 2017
SOSIALURIN 12
17
AT KJAKAST
Hóast formaðurin metir, at
yvirtøkan sum heild er væl av
greidd, so eru ymisk viðurskiftir, ið
mugu endurskoðast.
– Hvussu alt eldraøkið verður
rikið er eitt mál, ið verður viðgjørt
á hvørjum stýrisfundi hjá Kom
munufelagnum. Tað hevur tikið
eina løtu at fáa alt økið upp at
koyra, men nú tykist, at tað mesta
koyrir. Tað eru kortini avbjóðingar
á bæði í fíggjarligu síðuni og í býti
num av uppgávum millum land og
kommunu, sigur Dennis Holm.
Felagið hevur eisini heitt á
landsmyndugleikarnar at taka
málið upp av nýggjum.
– Vit hava verið á fundi við
Fíggjarmálaráðið í farnu viku við
einum ynski um, at seta á skrá ein
felags fund, har yvirtøkan og
fíggjarligi parturin verða eftirmett,
eins og vit ynskja ein fund við
Almannaráðið at eftirmeta
innihaldsliga partin, sigur Dennis
Holm.
Fleiri gularøtur
3. mai 2012 skipaði táverandi lands
stýrismaðurin í Innlendismálum
Kári P. Højgaard fyri eini veg
leiðandi fólkaatkvøðu um kom
munusamanlegging. Uppskotið
legði upp til, at tær 30 kom
munurnar í landinum skuldi skip
ast í sjey stórar kommunur.
Fólkaatkvøðan staðfesti tó, at
lítil og eingin undirtøku var fyri
kommunusamanlegging, og sæst
tað aftur í, at fimm ár eftir fólka
atkvøðuna, eru 29 kommunur í
Føroyum. Tað vil bara siga ein færri
síðan fólkaatkvøðuna.
Sjálvur er Dennis Holm sann
førdur um, at tað er rætt at lands
myndugleikunum lata kommun
urnar um sjálvar at leggja saman.
– Í dag hava vit eina lóg um
sjálvbodnar kommunusaman
leggingar, og er tað mín sannføring,
at um man ynskir eina góða kom
munusamanlegging, har allir
partar fáa okkurt gott burturúr, so
má hon vera sjálvboðin. At tvinga
eina samanlegging er ikki ein góð
loysn fyri kommunurnar, sigur
Dennis Holm.
Um landið veruliga ynskir fleiri
kommunusamanleggingar, so eru
tað aðrir mátar at gera tað uppá,
metir Dennis Holm.
– Tað er neyðugt at skapa fleiri
gularøtur, so at kommunur ynskja
at leggja saman, heldur enn at
noyða tær til tað, sigur Dennis
Holm, ið metir at størsta av
bjóðingin er, at smærru kom
munurnar ikki ynskja at missa sítt
fíggjarliga sjálvræði.
– Eg trúgvi, at orsøkin til, at
fleiri kommunur aftra seg at leggja
saman er, at tey sum nú er hava sín
egna kommunukassa. Tað ger, at
um tey ikki hava eina stóra skuld,
og hava eina góða inntøku, so hava
tær møguleikan at gera nakrar
ábøtur og íløgur lokalt, ið betra um
umstøðurnar hjá borgarunum. Tað
óttast tey at missa, um tey gerast
partur av eini størri eind, sigur
Dennis Holm.
Avbjóðingin kann tó loysast við,
at staðbundu nevndir fáa sína egna
játtan, metir Dennis Holm.
– Um man tekur og dagførir
lógina soleiðis, at staðbundnar
nevndir kunnu fáa eina játtan, ið
tey sjálvi ráða yvir, so hevði tað
skundað undir fleiri saman
leggingar. So hevði ein bygd sum
t.d. Velbastað kunna gjørt íløgur í
lokaløkinum, sigur formaðurin í
Kommunufelagnum.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Tað er neyðugt
at skapa fleiri
gularøtur, so
at kommunur
ynskja at leggja
saman, heldur
enn at noyða tær
til tað.