Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. JANUAR 2017 SOSIALURIN 12 16 SAMRØÐA HALLUR AV RANA T að gjørdist eitt stríðsval, tá Kommunufelagið fyrr í ár skuldi skipa seg eftir, at nýggj bý- og bygdaráð høvdu skipað seg kring landið. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, lat dyrnar upp fyri onnur valevnir, tá hon á tíðindafundi í Tórshavnar kom­ munu boðaði frá, at hon ikki ynskti at gerast forkvinna í felagnum. Skjótt gjørdist greitt, at valið stóð millum Dennis Holm, borg­ arstjóra í Vágs kommunu, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, og gjørdist endin, at fyrrnevndi vann valið við sjey av teimum trettan atkvøð­ unum í stýrinum. Aðrar raðfestingar – Harvið tekur Dennis Holm við sum formaður í Kommunu­ felagnum eftir Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóra í Tórs­ havnar kommunu. At tað sostatt er ein borgarstjóri í eini av kom­ munum, ið liggur fjart frá mið­ staðarøkinum, fer væntandi at síggjast aftur í arbeiðinum í Kommunufelagnum. – Kommunufelagið hevur dugað væl at tikið eina breiða rúgvu av tingum til viðgerðar, men nú formaðurin ikki er úr mið­ staðarøkinum, so verða tað helst nøkur ting, ið fáa eina øðrvísi raðfesting enn áður, sigur Dennis Holm. Formaðurin í Kommunu­ felagnum hevur seinastu árini tikið ein aktivan lut í kjakinum um økismenning mótvegis miðsavning, og hevur fleiri ferðir víst á týdningin av at menna ymisku økini í landinum, og hevur í fleiri umførum funnist at tí, ið hann metir er ein miðsavnan av arbeiðsplássum og almennum tænastum. Tað er tó eitt kjak, ið hann hevur saknað í Kommunu­ felagnum. – Eg havi saknað fleiri yvir­ ordnað kjak í felagnum um hvussu føroyska samfelagið skal síggja út. Yvir eitt longri tíðarskeið hava vit sæð hvussu almennir stovnar og tænastur, umframt stórar privatar fyritøkur, verða miðsavnaðar í stóru støðunum, sigur formaðurin og leggur afturat. – Tað broytir samfelagið. Fyrr hevði man fyritøkur á hvørjum tanga í landinum, og tænastur og stovnar spjaddar um bygdir og býir kring alt landið. Nú verður alt miðsavnað. Vit mugu tora at taka eitt kjak, bæði í felagnum og landspolitiskt, um hetta er tað, ið vit ynskja fyri føroyska samfelagið, sigur Dennis Holm. Útjavning Eitt av týdningarmestu málunum, tá kjakið fer inn á økismenning, er spurningurin um eina kom­ munala útjavningarskipan, har tær kommunur, ið ikki hava stórar inntøkur, fáa ein part av inntøkunum hjá teimum kommununum, ið eru betri fyri. Sjálvur er nýggi formaðurin í Kommunufelagnum sannførdur um, at tað er kjak, ið felagið má taka. – Tað er eingin semja í felagn­um um málið, men tað er so relevant, at vit mugu tora at kjakast um tað, tí veruleikin er tann, at vit hava eitt land, har tað er øgiliga stórur munur á inntøkugrundarlagnum hjá fólkum í ymiskum økjum, har tað er øgiliga stórur munur á inntøkugrundarlagnum hjá kommunum í ymiskum økjum, og har tað er øgiliga stórur munur á møguleikanum hjá fólki at fáa væl lønt størv í ymiskum økjum, sigur Dennis Holm. Hetta merkir sambært nývalda formanninum í Kom­munu­fel­ag­ num, at tað eru nakrar kommunur, ið hava munandi hægri inntøkur enn aðrar, og tá útreiðslurnar eru tær somu allastaðni, skapar tað ein ójavna í hvat tær kunnu bjóða borgarum. – Eitt barnagarðspláss og eitt eldrapláss kostar tað sama alla­ staðni. Men tá inntøkugrundarlagið er so ymiskt, so fær man nakrar kommunur, ið brúkar lutfalsliga nógvar inntøkur til grundleggjandi tænastur, og hava lítið eftir at bøta um korini hjá borgarunum hjá sær, meðan man í øðrum kommunum hevur góðar møguleikar at bøta um korini hjá borgarunum, tí parturin til tær grundleggjandi tænasturnar einans er ein lítil partur inntøkunum, vísir Dennis Holm á. Nývaldi formaðurin leggur dent á, at tað er eingin ávís kommuna, ið hevði fingið ágóðan av eini slíkari skipan, tí tað ymiskt hvussu kommunurnar klára seg. – Um hugt verður eftir inn­ tøkunum hjá kommunum síðan 2000, so sæst, at summar kom­ munur skilja seg út í toppinum, men tað er ymiskt frá ár til ár hvørjar liggja niðast, í miðjuni og beint undir toppinum, sigur Dennis Holm. Skal vera ein viðspælari Sum heild leggur nývaldi for­ maðurin í Kommunufelagnum í samrøðuni stóran dent á týdningin av einum góðum dialogi og sam­ ráði. – Tað er týdningarmikið, at øll aðalráðini, almennir stovnar og onnur síggja Kommunufelagið sum ein góðan viðleikara, og ikki bara sum ein avgreiðsluspurning, ið fær eina fimm tímar hoyr­ings­ freist, sigur Dennis Holm. Tí hevur nýggi formaðurin lagt seg eftir, at betra um samstarvið millum felagið og almennu ráðini, ið felagið hevur nógv samskifti við. – Vit ynskja at brúka tíð og orku upp á at fáa eitt konstruktiv sam­ starv í lag millum Kommunufelagið og landsstýrið við øllum sínum aðalráðnum. Veruleikin er, at tað krevur nógva orku og ein vilja at hava gott samstarv. Tað hava vit til tíðir undirmett, við tí úrsliti, at onkuntíð tá eitt mál er komi frá landinum til Kommunufelagið, ella umvent, so hevur annar parturin fingið tað skeivt í hálsin. Bara tí man hevur undirmett týdningin av einum góðum samstarvi, sigur Dennis Holm. Má endurskoðast 1. januar 2015 var dagurin tá kommunurnar alment yvirtóku eldraøkið frá landinum. Síðan tá hevur støðan á eldraøkinum javnan verið til umrøðu í fjølmiðlunum, har nakrar kommunur lata væl at yvirtøkuni, meðan aðrar meta, at yvirtøkan hevur hepnast minni væl. – Fyrr hevði man fyritøkur á hvørjum tanga í landinum, og tænastur og stovnar spjaddar um bygdir og býir kring alt landið. Nú verður alt miðsavnað. Vit mugu tora at taka eitt kjak, bæði í felagnum og landspolitiskt, um hetta er tað, ið vit ynskja fyri føroyska samfelagið. Tað sigur Dennis Holm, ið fyrr í mánaðinum varð valdur til nýggjan formann í Kommunufelagnum. MUGU TORA Eg havi saknað fleiri yvirordnað kjak í felagnum um hvussu føroyska samfelagið skal síggja út. Tað er týdningar­ mikið, at øll aðalráðini, almennir stovnar og onnur síggja Kommunufelagið sum ein góðan viðleikara, og ikki bara sum ein avgreiðslu­ spurning Dennis Holm: