Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tað góða er, at um tú heldur teg til kostin, so kanst tú liva eitt púra vanligt lív, júst sum øll onnur, sigur Nicolina Højgaard, heilsufrøðingur. DANJAL AV RANA T að er fyrst og fremst foreldrini, sum mugu traðka til, um børnini hava cøliaki. Tað sigur seg sum so sjálvt, tí tað er einans ein rættur gluten-fríur kostur, sum hjálpir. Nicolina Højgaard, heilsu­frøð­ i n g ­ ur, sigur, at størsta ávirkanin, sum cøliaki hevur á gerandisdagin hjá einum barni, er við matinum. – Halda fólk seg til ein strangan glu­ten-frían kost, kunnu tey gera alt tað, sum onnur kunnu, sigur hon. Sum heilsufrøðingur starvast hon við børnum undir og í skúla­ aldri. – Fyrstu tíðina er tað sjálvandi for­eldrini, sum hava mest stríð av sjúk­uni. Tað er teirra ábyrgd, at geva børn­unum glutenfrían kost. Tey mugu keypa inn, gera mat, smyrja matpakkar, júst sum øll onn­ur foreldur, men samstundir syrgja fyri, at børnini ikki fáa glu­ten í seg, sigur hon. – Míni ráð eru, at tey leita sær hjálp og veg­leiðing hjá einum kost­ráðgeva, sum kann hjálpa teim­um, sig­ur hon. – Hetta er tó ein stór pedagogisk avbjóð­ing hjá foreldrunum, sum skulu greiða barninum frá og gera tað til­vitað um, hvat tað kann eta og ikki kann eta, sigur hon. – Á stovnunum, serliga vøggu­ stov­um, hava so starvsfólkini eis­ini eina ábyrgd. Tað er jú sera van­ligt, at smábørn taka úr mat­ pakk­un­um hjá øðrum og eta okk­ urt, sum tey ikki skulu. Har mugu starvs­fólkini vera vakin og traðka til. Hon heldur tó, at børnini veksa skjótt við uppgávuni, og tá tey koma í skúlaaldur, duga tey væl at ansa sær sjálvi og fyri mong teirra er sjúkan tá vorðin so nátúrligur part­ur av lívinum, at tey tosa op­ið um tað. Tað gevur eisini klassa­fe­ løg­unum og vinunum eitt nát­úr­ ligt forhold til sjúkuna. Nicolina Højgaard, sum sjálv­ ur hevur cøliaki, sigur at hon títt­ leikin av cøliaki bara veksur, men tí­bet­ur veksur kunnleikin um sjúk­una og kostin eisini. – Tað eru alsamt fleiri, sum fáa stað­fest sjúkuna, sum ger, at hon gerst vanligari og at kunnleikin um hana økir. Hetta kemur børn­ un­um til góðar. Fólk gerast raskari at geva teimum ans, eins og at tað gerst lættari hjá teimum at liva glu­tenfrítt, sigur hon. Hon sigur, at fyrr var kanska van­lig­ari, at fólk hugsaðu, at hesi børnini vóru eitt sindur “be­sver­ lig.” Nú er tað tó vorðið nógv van­ lig­ari at hava cøliaki ella annað ov­ur­viðkvæmi. – Nú eru so nógv sum hava cøli­aki og annað ovurviðkvæmi, at tað er vorðið vanligari hjá for­ eldrum at ringja heim áðrenn ein føð­ingardag og spyrja, hvat verður bjóð­að, so at tey kunnu fyrireika tað, um barnið skal hava egnan mat við, sigur hon. Hon peikar eisini á, at úrvalið av glutenfríum vørum er vorðið nógv betri. – Her í høvuðsstaðnum hava FK í miðbýnum og Miklagarður eitt stórt úrval av glutenfríum vør­ um. Samstundis bakar bakarin á Skála eitt glutenfrítt breyð, sum smakkar avbera væl. So tað er lættari og lættari at liva við sjúk­ uni, sigur hon. Hvat skal eg so gera, um eg havi ill­gruna um at eg sjálvur ella barn mítt hevur cøliaki. – So er at seta seg í samband við lækna sum skjótast. Cøliaki ger, at roðan í tunntarminum tek­ur skaða. Her er tað, at føðslan í mat­ inum verður upptikin og tí hevur tú gjarna fingið fleiri trot­sjúkur, áðr­enn cøliaki verður staðfest. Tí­ bet­ur lekist roðin nokk so skjótt, tá tú gevst at eta gluten, sigur hon. Mest vanligu sjúkueyðkennini hjá børnum er, at tey fáa diaré, maga­pínu, lufttrupulleikar, eru móð, gremja seg um pínu, eru óupp­løgd og kedd. – Eg haldi, at í dag leita læknar nokk so skjótt til cøliaki, um slík sjúku­eyðkenni eru til staðar. So verð­ur man vístur til barnalækna og til serlækna í maga- og tarm­ sjúk­um, sigur hon. Viðgerðin er einkul, men krevur tó sjálsvaga. – Tú mást halda teg til ein glu­tenfrían kost og tað má vera gjøgn­umført. Tú kanst ikki eta eitt sind­ur av gluten her og har. Tað góða er so, at um tú heldur teg til kost­in, so kanst tú liva eitt púra van­ligt lív, júst sum øll onnur, sig­ ur Nicolina Højgaard. FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017 SOSIALURIN 9 15 Hevur tú cøliaki, tolir tú ikki gluten. Gluten er eitt protein, sum finst í hveiti, rug, bygg og kann eisini vera í havra. Gluten kann sostatt vera í nógvum vanligum matvørum – eisini har tú minst væntar tað. Etur ein persónur, sum hevur cøliaki, gluten, verða tunntarmarnir alsamt veikari, og persónurin kann fáa fleiri sjúkueyðkenni. Gevst ein persónur, sum hevur cøliaki at eta gluten, steðgar niðurbrótingin, og per­ són­urin kann fáa tað betri. ER VORÐIÐ LÆTTARI AT LIVA VIÐ CØLIAKI