hósdagur 26. januar 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017
SOSIALURIN 9
14
TEMA Cøliaki
um og matstovum blivið so stórt,
at eg stórt sæð altíð fái keypt mær
glutenfrían mat. Tí hugsi eg ikki so
nógv um tað í gerandisdegnum, sig
ur hon. Hon sigur, at fyrr mátti hon
baka alt sjálv, men at nú er nógv
lættari at keypa glutenfrían mat
í handlunum, um hon fer ein túr
onkustaðni.
Elly Lind Jóanesarson sigur, at
sjálv roynir hon at leggja dent á
tað, sum hon kann, heldur enn á
tað, hon ikki kann.
– Tað er kanska lættari hjá mær,
sum er uppvaksin við sjúkuni. Hjá
mær hevur tað altíð verið okkurt,
sum eg ikki kann eta, men eg kann
gleðast um alt tað, sum eg kann
eta. Ein, sum hevur fingið sjúk
una staðfesta sum vaksin, hevur
kanska lættari við at iðra seg um
alt, sum nú ikki er loyvt at eta long
ur, sigur hon.
Tosi opið um sjúkuna
Enn í dag, so er lykilin at vera fyri
reikaður viðvíkjandi mati. Nógv
teirra, ið hava cøliaki, hava tí altíð
mat við sær, tá tey fara út.
– Eg havi lært, at tað er týdning
armikið at vera opin um sjúkuna
og tora at spyrja, hvat er í matinum,
um eg ivist. Hetta var kanska tor
førari sum tannáringur, tá tordi
man kanska ikki so væl at spyrja.
Samstundis var tað alt ov flóvisligt
at hava matpakka við alla tíðina,
sigur hon.
Hon sigur, at tað kemur meiri
enn so fyri, at tá hon er inni hjá
fólki viðmerkja tey, at hon ikki
etur nakað.
– Tá má eg greiða teimum frá, at
eg havi cøliaki og tí ikki kann fáa
mær av smákøkunum, sum standa
á borðinum. Tey flestu royna so tað
tey kunnu, at bjóða mær okkurt
annað, men sum oftast, so eri eg
nøgd við at njóta drekkamunnin og
kanska eta frukt, um tað stendur á
borðinum, sigur hon.
– Eg eri eitt sindur smæðin av
lyndi, so tað er ikki altíð, at eg tori
at spyrja, hvat er í matinum. Ofta
traðkar maðurin ella vinkonurnar
so til og spyrja fyri meg, tí tey eru
eisini upptikin av, at eg skal kunna
njóta sama mat, sum tey fáa, sigur
hon.
Elly Lind
J ó a n e s a r s o n
heldur, at umstøðurnar hjá
teimum, sum hava cøliaki eru
vorðnar nógv betur, enn tær vóru
fyrr.
– Sum sagt er vøruúrvalið batn
að nógv. Matstovurnar eru eisini
vorðnar nógv meiri tilvitaðar um
trupulleikan og nógva staðni ber
nú til at keypa til dømis glutenfría
pitsu. Ofta er tað sósin, sum er ein
trupulleiki. Nógv brúka mjøl at
javnað við ella supputerning fyri
eyka smakk, men har er gluten í
báðum, og so kunnu vit ikki eta
sósina. Fyri okkum hevði verði
betri, um fólk nýttu maizena, tí tað
inniheldur ikki gluten, sigur hon.
Hon heldur, at størstu avbjóð
ingarnar hjá teimum, sum hava
cøliaki, er at onnur eru so óvitandi
um sjúkuna.
– Tað eru nógv sum siga, at tað
er ikki so farligt, eg kann eta eitt
sindur, bara ein bolla ella eina
vaflu, tú fært bara eitt sindur
ilt í búkin. Tað kann eg tó ikki.
Vit mugu halda okkum heilt frá
gluten, tí vit tola tað veruliga ikki,
sigur hon.
Kakurnar eru ein avbjóðing
Føroyar eru eitt kakuland, vit
bjóða altíð smákøkur ella kaku, tá
fólk dettur inn á gólv, og til veitslur
er kakuborðið kanska tað størsta í
húsinum.
– Tað er ein avbjóðing, serliga
hjá foreldrum at børnum við
cøliaki, tí tey mugu royna at
syrgja fyri, at teirra barn eisini
Tøl í
grannalondum
okkara vísa, at millum
eitt og fýra prosent av
fólkinum hava cøliaki. Hetta
kann benda á, at fleiri
enn 400 føroyingar eru
glutenviðkvom.
hevur okkur gott at eta. Eisini er
týdningarmikið at spyrja seg fyri,
hvat er í matinum, so tú veitst, hvat
tú kanst eta, sigur hon.
– Einki er tó so gott, sum tá onk
ur hevur bakað glutenfría kaku
ella gjørt annan glutenfrían mat
til tín. Tá blívi eg sera glað. Tað er
ikki nemt at baka glutenfrítt, so eg
taki hattin av fyri teimum, at tey
ditta sær at gera eina roynd, sigur
Elly Lind Jóanesarson.
– Alt í alt, so eru tað nógv, sum
hava tað verri enn eg. Eg skal ikki
taka nakrar tablettur ella nakað.
Tað einasta er at halda seg til ein
strongan glutenfrían kost. Eina
ferð um árið taki eg so eina blóð
roynd, fyri at kanna, um eg havi
nakrar mangulsjúkur, men tað er
tað.
– Eg haldi, at tað týdningarmesta
er at vera opin um sjúkuna. Ert tú
ikki tað, kunnu nógvar misskiljing
ar standast av tí. Situr tú við tóm
um tallerki í eini veitslu, kunnu
fólk halda, at tú ert kræsin ella okk
urt sovorðið. Tí er betri at tosa opið
um sjúkuna og greiða frá. Og spyr
um matin. Tað er býtt at sita við
ongum, um okkurt glutenfrítt nú
kortini er á borðinum, sigur hon.
Leita sær
ráð í felag
Elly Lind Jóanesarson hevur
stovnað bólkin Cøliaki í Føroyum,
sum nú hevur 343 limir.
– Eg valdi at stovna hann, fyri
at vit, sum hava cøliaki, kunnu
hjálpa og stuðla hvørjum øðrum.
Eg hugsaði nógv um mammu mína,
hvussu hon stóð púra á berum, tá
eg fekk staðfest sjúkuna. Tað er
ikki lætt, at skula leggja um til ein
glutenfrían kost, og tá kann vera
gott at leita sær ráð hjá øðrum, sum
eru í somu støðu, sigur hon.
Gluten er í einum hópi av mat
vørum, eisini vørum, ein ikki vildi
trúð, og tað kann vera torført at
hava yvirlit yvir alt.
– Tað eru eisini fleiri vørur, har
gluten ikki er upplýst í vøruinni
haldinum. Onkuntíð goymir tað
seg í e-stoffum. Tá er gott at kunna
leita sær ráð. Onnur spyrja um før
oyskan mat ella hvar tey kunnu
keypa glutenfríar burgarabollar
ella siga frá, um nýggja vøru í
handlunum. Eg haldi, at fólk eru
glað fyri, at tey hava eitt slíkt stað,
har tey kunnu spyrja um ráð frá
teimum, sum hava verið í somu
støðu, sigur hon.
Einki er tó
so gott, sum
tá onkur
hevur bakað
glutenfría kaku
ella gjørt annan
glutenfrían mat
til tín. Tá blívi
eg sera glað
framhald
Familjan hjá mær og vinkonurnar vistu um sjúkuna, so tá eg var hjá
teimum, royndu tey altíð at gera okkurt, sum eg eisini kundi eta. MYND: PRIVAT
Viðgerðin fyri cøliaki er einføld, men samstundis beinhørð. Tú mást gevast at eta gluten. Fullkomiliga, sigur
Elly Lind Jóanesarson.
MYND: PRIVAT