hósdagur 26. januar 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. JANUAR 2017
SOSIALURIN 12
28
F
ramyvir kunnu læknalesandi
ikki flyta til aðrar lækna
út búgv ingar. Hetta er gjørt
fyri at fáa fleiri lækn ar til komm
unurnar í útjaðaranum í Danmark.
Lærdi háskúlin í Aalborg vil,
frá í ár, lata dyrnar upp fyri 150
lækna lesandi um árið. Danska
stjórnin hevur gjørt av at útbúgva
50 fleiri læknar í Norðurjyllandi.
Harafturat ynskir stjórnin at gera
eina kunngerð um, at læknalesandi
skulu gera útbúgvingina lidna, har
tey eru byrjaði. Hesi tiltøk eru gjørd
fyri at tryggja sær, at tað framyvir
eisini vera læknar í øllum pørtum
av landinum.
»Læknatrotið er ein stór av
bjóðing í Norðurjyllandi. Og tølini,
sum vit hava at arbeiða við, benda
á, at nýútbúnir læknar frá Aalborg
Universitet verða verandi har. Tí
hava vit eisini gjørt av at víðka
upptøkuna har«, sigur útbúgvingar
og granskingarráðharrin Søren
Pind (V).
»Nógv lesandi byrja sína útbúgv
ing í útjarðaranum og gera hana
síðani lidna í Keypmannahavn. Tað
hevur ongantíð verið meiningin. Tí
hyggja vit eisini nærri at tí trupul
leikanum og royna at forða fyri, at
lesandi flyta frá útjaðaranum til
størru býirnar,« sigur Søren Pind,
sum eisini sigur, at tað ikki er nøkur
ætlan um at seta landafrøðiligar
treytir fyri onnur lestrarøkir.
»Vit vóna, at vit kunnu vaksa um
upp tøkuna í Aalborg, uttan at neyð
ugt verður at minka um upp tøkuna
á øðrum lærustovnum. Men tað
fara vit at hyggja eftir í samband
við fíggjarlógina«, sigur Søren Pind.
Rektarin á Aalborg Universitet,
Per Michael Johansen, er glaður.
»Eyka lestrarplássini føra við
sær, at vit kunnu nøkta tørvin á
læknum í Region Nordjylland. Fyri
hægra lærustovnin merkir tað eitt
betri lestrarumhvørvi fyri lækna
lesandi. Hettar ger, at vit kunnu
menna eitt sterkari náms frøði ligt
umhvørvi og sum frá líður, eitt
sterkari granskingar umhvørvi inn
an læknavísindi«.
Er kunngerðin, um at lesandi
ikki kunnu flyta útbúgving ikki
eitt tekin um, at lestrarumhvørvið
fyri læknalesandi á hægra læru
stovn inum í Aalborg hevur verið
ov vána ligt?
»Nei. Tað hevur ikki verið ein
trupulleiki hjá seinastu tveimum
árgangunum. Tað eru bert trý frá
hvørj um árgangi, sum søkja um
at skifta lærustovn. Vit hava eina
aðra útbúgvingarskipan og ein
nær leika í sambandi við praksis út
búgv ingina, nakað aðrir læru stovn
ar ikki hava,« sigur Per Micha el
Johansen.
Politiken.dk
Tað er tú, sum tekur endaliga
avgerð um tína útbúgving, men nú
kanst tú fáa svar upp á spurningar
um lestur her í Sosialinum. Holger
Arnbjerg, sum starvast á Altjóða
Skrivstovuni við Fróðskaparsetur
Føroya, vegleiðir teg um tínar
møguleikar innan útbúgving og
um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger arbeiðir dagliga við at
vegleiða fólki, sum ætla sær
undir útbúgving í Føroyum ella
uttanlands, antin tað er styttri
ella longri útbúgving, verklig ella
ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um
útbúgvingar til post@sosialurin.
fo, og so svarar Holger tær her í
Sosialinum.
Spyr og fá svar
um útbúgvingar.
Allar. Allastaðni.
Lokal loysn:
50 nýggj lestrarpláss til
læknavísindi í Aalborg
Miðnámsskúlaábót
peikar á nýggjar
GSK-kunngerðir
Próvtøl frá ískoytisskeiðum,
ella suppleringsskeiðum, koma
væntandi at telja við í saml
aða próvtøkuúrslitinum, um
próv tølini
draga
miðaltalið
niður. Væntandi verður hetta
gald andi fyri núverandi 1. árs
næm ingar (næmingar byrjaðir
skúla árið 2016/17). Um tú eftir
lokna miðnámsskúlaútbúgving
finnur útav, at tú manglar t.d.
Støddfrøði A fyri at sleppa inn á
eina hægri útbúgving, ber t.d. til
at taka fakið sum »gymnasialt
suppleringskursus«
(stytt
GSK) ella sum staklærugrein
á HF. Fyrr vóru støðumet fyri
stak læru greinar ikki tikin við
í saml aða miðalpróvtalinum,
men nýggja lógar uppskotið
um mið náms skúla ábót, leggur
upp til, at próvtalið framyvir
verður talt við – men bara um
próv talið dregur miðaltalið
niður.
Ískoytið kann tí antin halda
miðaltalinum á sama stigi, ella
lækka tað, og tað ber ikki til at
fáa hægri miðalpróvtal.
Endurrokning verður ein ans
gjørd í samband við tað ein
støku umsóknina.
Próvtalið fyri ískoytisfakið
telur einans við í samlaða
miðal próvtalinum í teimum
før unum, tá fakið er krav fyri
at sleppa inn á ta útbúgvingina,
sum tú søkir inn á. Um tú seinni
velur at søkja inn á aðra út
búgv ing – ella hevur ein 2.
priori tet – har fakið ikki er sett
sum krav til upptøku, telur
próv talið frá ískoytisfakinum
ikki við.
Próvtalið frá ískoytisfak in
um broytir sostatt ikki títt mið
náms skúlaprógv og samlaða
miðal próv talið. Tað er einans
ein teknisk umrokning, sum
verð ur gjørd sum ein partur av
upptøku mannagongdini.
Kelda: www.ug.dk
SPURNINGAR OG SVAR
Spurningur:
Vita tit, hvar eg finni kunning um at taka Miðnáms
skúla (student, í hesum førinum) upp á 4 ár?
Svar:
Eg haldi ikki, at tílíkt er at finna á netinum. Men
hatta er vegleiðing, sum vegleiðarar plagdu at geva
einstaklingum eftir tørvi og fyrispurningi.
Tað er ikki nøkur føst mannagongd, men næmingar
kunnu taka student (gymnasialt miðnám) yvir 4 ár, um
tey eru knýtt at Musikkskúlamiðnámi, eru ítróttarfólk
á "høgum stigi" ella serlig viðurskifti eru (t.d. sálar
sjúka), sum gera, at tey illa megna at taka student upp
á 3 ár. Tað sama er galdandi á fyrireikingarbreytini, at
tú kanst taka HFprógv, sum vanliga tekur 2 ár, yvir trý
ár og tað kann leggjast til rættis í samráð við lestrar
stuðulin frá Studna.
Hendan skipan hevur verið nógv brúkt.
So set teg í samband við ein vegleiðara á miðnámi,
og so kunnu tit vónandi finna eina skilagóða loysn.
Vinarliga Holger
Spurningur:
Eg eri í iva um eg havi staðið Støddfrøði B. Til
skrivligu próvtøkuna fekk eg 5, men í ársmetinum
fekk eg 7 skrivligt og 7 munnligt eftir 13stiganum.
Svar:
Tá ein útbúgving t.d. krevur, at eitt ávíst fak á einum
ávísum stigi skal vera staðið, er tað oftast soleiðis, at
tað er eitt miðaltal av árs og próvtøkumetum (t.d. bæði
munnligt, skrivligt, ársmet og próvtøkumet), ið avger
um næmingurin hevur staðið eitt fak.
Um tú ert í iva, um hvat er galdandi í tínari støðu,
vil eg mæla tær til at seta teg í samband við lestrar
vegleiðaran á tí ávísu útbúgvingini, fyri at hoyra um
teirra serstøku krøv.
Vinarliga Holger