Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. JANUAR 2017 SOSIALURIN 12 27 byrjar á útivølli í Litava 8. Juni. Longu í øðrum umfari fáa vit vitjan av Danmark, ið er styrkismett hæst í okkara bólki. Fyrr hevur tað víst seg, at liðið blívur sterkari, so hvørt sum kappingin gongur. Tí kundi onkur hildið, at tað hevði verið betri um tann dysturin kom í seinna árinum. Tað heldur Eli Hentze tó ikki. – Tá hava vit spælt á útivølli móti Litava, so tað er á eini leið. Eg veit heldur ikki um Danmark er ein meiri spennandi uppgáva, enn hinar. Eg haldi at allar uppgávurnar eru spennandi, men tað kann gott verða, at tá vit hava spælt móti Litava, so havi eg tað øðrvísi við dystinum móti Danmark, sigur Eli Hentze. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Soleiðis sá Sosialurin út, eftir at Føroyar spældu javnleik móti Danmark í august mánaði í 2012 Dystarskráin 2017 08.06.2017 Litava - Føroyar 01.09.2017 Føroyar - Danmark 05.09.2017 Finnland - Føroyar 10.10.2017 Føroyar - Georgia 10.11.2017 Føroyar - Pólland 2018 23.03.2018 Georgia - Føroyar 08.06.2018 Føroyar - Finnland 07.09.2018 Pólland - Føroyar 12.10.2018 Føroyar - Litava 16.10.2018 Danmark – Føroyar TRÓNDUR ARGE U 21 landsliðið er ikki úttikin enn, men tað sæst á møguleikunum, at talan verður um eitt av teimum heilt spennandi árgangunum. Fleiri spælarar hava longu royndir frá U21 landsliðnum, umframt at fleiri av teimum spæla á fótbólt á høgum stigi Fyri hesa undankappingina er talan um spælarar, sum eru føddir í 1996 og 1997, ella yngri. Spælarar sum Brandur Hendriksson Olsen, Sonni Ragnar Nattestad, Hørður Askham. Ári M. Jónsson og Andri­ as Eriksen eru allir farin um aldurs­markið, men hóast talan er um góðar spælarar, so eru aðrir klárir at ganga fremstir. Spennandi lið Serliga framrættaði parturin sær spenanndi út. Helst veður tað Jákup Thomsen úr FC Midt­ jyllandi, sum kemur at ganga á odda. Hann er á gáttini at fáa fulltíðarsáttmála og taka stigið frá ungdómsfótbólti til yrkisfótbólt. Aftanfyri hann eru spælarar sum Teit Jacobsen, ið júst er seldur til Sønderjyske, Peter Kundsen, ið stendur seg væl í NSÍ, Jóannes Bjartalíð, sum tvey ár upp í slag er kosin til ársins unga spælara í føroyskum fótbólti. Eisini kann nevnast Hannes Agnasson úr B36, sjálvt um hann hevur U19 aldur enn. Afturat teimum er tveir spælarar, sum flúgva eitt sindur undir radaranum í løtuni. Teir eru Meinhard E. Olsen í Vendsyssel og David Müller í AC Horsens. Tí er líkt til, at hetta kann blíva eitt spennandi lið at fylgja. Nýggjur verjupartur Størstu broytingarnar verða í verjupartinum, har Andrias H. Eriksen og Hørður Askham ikki eru við longur. Miðvøllurin hevur royndir frá undanfarnu undankapping. Har eru spælarar sum Betuel Hansen úr NSÍ, Hákun Edmundsson úr Vendsyssel og Jákup B. Andreasen úr KÍ. Í verjupartinum kundi verið líkt til, at spælarar suum Bartal Wardum úr HB, Ólavur Niclasen úr KÍ og møguliga Bjarni Petersen úr B36 skulu berjast um plássini. Á bakkunum hava bæði Jákup V. Olsen úr Víkingi og Benjamin Heinesen úr B36 royndir á U21 landsliðnum, meðan Ari Olsen av Skála eisini slapp framat í farnu undankapping. Ungir og spennandi málmenn Elias Rasmussen hevur í eina tíð verið mettur sum ein framtíðar málverji í Víkingi, men hevur staðið í skugganum á royna Geza Turi. Nú er líkt til, at málverjin fær í møguleika. Hann hevði av­ bjóðingar á U21 landsliðnum, men hevur aftur í ár aldur til U21 landsliðið – nú við góðum royndum. Kappingarneytarnir hjá hon­ um eru allir ungir, men málmenn við evnum at bjóða av. Teir eru Kartin Hansen (NSÍ), Rói Hentze Mørk (B36) og Bárður á Reynatrøð. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Spennandi U21 landslið Tá Róaldur Jakobsen feldi Danmark TRÓNDUR ARGE Til EM 2013 undankappingina vóru Føroyar í bólki við Danmark. Tá fingu vit ein umgang í Allborg í oktober í 2011. Vit taptu 4-0 og brendu millum annað brotsspark á vegnum. Betri gekk í Gundadali í august mánaði í 2012, tá liðini spældu á ovara vølli í Gundadali. Danmark kom á odda stutt fyri hálvleik, men tríggjar minuttir fyri tíð javnaði Róaldur Jakobsen við frálíkum skoti uttanfyri brotsteigin. Føroyska liðið tann dagin: Hans Jørgensen (B68), Viljormur Davidsen (NSÍ), Erling Jacobsen (Víkingur), Rógvi Holm (HB), Bárður Hansen (Víkingur), Róaldur Jakobsen (B36), Karl Løkin (ÍF), Dánjal Rói Olsen (B36), Gilli Sørensen (TB), Páll Klettskarð (KÍ), Klæmint Olsen (NSÍ) TRONDUR@SOSIALURIN.FO Føroyska U21 landsliðið tapti greitt fyri Finnlandi farna summar Úr savninum