Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-26, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. JANUAR 2017 SOSIALURIN 12 26 ÍTRÓTTUR TRÓNDUR ARGE F øroyska U21 landsliðið er komið bólk 3 saman við Litava, Georgia, Finn­ landi, Póllandi og Dan­ mark. Hetta er sættu ferð, at før­ oyska U21 landsliðið er við í EM undankappingini. Vit hava fyrr møtt Danmark og Finnlandi. Hetta er eisini fyrst ferð, at hvørki Heðin Askham ella Bill M. Jacobsen eru partur av U21 landsliðnum. 2. juni er tíggju ár síðani, at føroyska U21 landsliðið spældi sín fyrsta dyst. Føroyskur landsliðsfótbóltur hevur fleiri spennandi ungar mans í U21 aldri, har fleiri av teimum hava royndir frá undanfarnu undankapping. Brúkar ikki eitt sekund upp karmarnar Eli Hentze er glaður fyri, at hann hevur fingið álitið at taka sær av U21 landsliðnum. Eftir at hann í fleiri ár hevur verið undirvísari og ungdómslandsliðsvenjari í fót­ bóltsambandinum, so tók hann við sum fótbóltsmennari 1. Januar. – Eg havi tað væl við tí. Nú havi eg arbeitt í nógv ár sum undirvísari og landsliðsvenjari. Tá so hetta stóð í boðið, so ivaðist eg slett ikki í, at hetta var ein fín avbjóðing, sigur Eli Hentze. Ein afturvendandi trupulleiki fyri U21 landsliðið hjá Føroyum er, at møguleikarnir fyri at fyri­ reika seg eru smáir. Tað er ongir venjingardystir og bara ein møgu­ leiki at venja saman, áðrenn farið verður til Litava í juni. – Karmarnir eru teir, at vit hava ikki nakran kappingardyst ella venjingardyst, áðrenn vit spæla í Litava. Vit hava eina venj­ ingarsamling, tá landsliðið er í Andorra í mars mánaði. Karmarnir eru nú eina ferð soleiðis, og tí arbeiða vit út frá tí, sum vit hava. So tað brúki eg ikki eitt sekund upp á at hugsa um, tí tað fái eg einki gjørt við, sigur Eli Hentze greiður á málinum. Venjarin nøgdur við lutakastið Eli Hentze, ið um ársskiftið byrjaði sum ein av fýra fótbóltsmennarum hjá FSF, er í dag høvðusvenjari hjá U21 landsliðnum. Hann tók við sum hjálparvenjari, tá Heðin Askham takkaði fyri seg í venjaratoyminum undan seinastu undankapping. Sandingurin hevur síðani fingið ábyrgdina av U21 landsliðnum, með­an Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U19. Danski Thomas Thing­gaard tekur sær av U17 lands­liðnum, meðan Øssur Hansen hevur fingið ábyrgdina av U15 landsliðnum. - Hetta var eitt spennandi lutakast fyri okkum, og dystar­ skráin sær eisini gott út. Givið er, at mótstøðuliðini eru góð, men skulu vit menna okkum, so skal sterk mótstøða til, sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari. Danmark og Pólland eru styrkis­mett hægst, meðan før­ oyska liðið tapti greitt fyri Finn­ landi í tveimum umførum í farnu undankapping. – Danmark og Pólland eru sterk­astu londini í bólkinum, og harafturat kenna vit eisini eitt sindur til Finnland, sum vit høvdu stórar trupulleikar av í seinastu undankapping. Hinvegin kenna vit ikki so nógv til Georgia og Litava, sigur Eli Hentze. Føroyar fingu bara tað eina stigi í farnu undankapping. Tað er minsta úrtøkan, síðani vit meldaðu okkum til. Liðið var nógv merkt av, at fleiri spælarar vóru frá yngri árgangum. – Nú gleða vit okkum bara at koma í gongd, og ætla okkum stig í undankappingini, samstundis sum spælarar menna seg enn meira ávegis A-landsliðsfótbólti, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF. Skáin løgd Tað er longu nú greitt hvussu spælt verður í bólki 3. Føroyska liðið KARMARNAR BRÚKI EG IKKI TÍÐ UPPÁ U21 fótbóltslandsliðið Føroyska U21 landsliðið í fótbólti er komið í spennandi bólk í til EM 2019 undankappingina. Mest spennandi liðið í bólkinum fyri okkum, er óiva Danmark, sum kom úr sterkasta styrkibólkinum. Afturvendandi trupulleiki er manglandi fyrireiking, men tað fer nýggi venjarin ikki at brúka tíð upp á Eli Hentze, nýggjur U21 landsliðsvenjari, er spentur upp á komandi EM undankapping Bólkur 1: San Marino, Hvítarussland, Moldova, Grikkaland, Kroatia, Kekkia. Bólkur 2: Norðurírland, Estland, Albania, Ísland, Slovakia, Spania. Bólkur 3: Føroyar, Litava, Georgia, Finnland, Pólland, Danmark. Bólkur 4: Andorra, Lettland, Skotland, Ukraina, Holland, Ongland. Bólkur 5: Kosovo, Aserbadjan, Írland, Norra, Ísrael, Týskland. Bólkur 6: Malta, Kýpros, Ungarn, Turkaland, Belgia, Svøríki. Bólkur 7: Gibraltar, Armenia, Makedonia, Russland, Eysturríki, Serbia. Bólkur 8: Liktenstein, Bosnia/Herzogovina, Wales, Rumenia, Sveis, Portugal. Bólkur 9: Luksemburg, Kasakstan, Bulgaria, Montenegro, Slovenia, Frakland. Tá so hetta stóð í boðið, so ivaðist eg slett ikki í, at hetta var ein fín avbjóðing Eli Hentze