Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. januar 2017 · Nr. 13 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Tíðindi síða 5 Nú er tað ikki ein bara dreymur Birgir kruse Ummæli síða 6-7 Fam­ ilj­an sum ikki riggar Tá Løgtingið í næstu viku kemur sam­an aftur, verður tað til tingfund numm­ar 37 í hesum tingárinum, sum byrjaði á ólavsøku. Tá ting­ið fór í jólafrí, høvdu verið 33 ting­ fund­ir. Í mun til undanfarin ár, so hevur Løgtingið hildið munandi færri ting­fund­ir hetta tingárið. Seinasta ting­ár vóru 49 tingfundir – og sein­ astu 10 árini hevur Løgtingið havt í mið­al 46 tingfundir frá ólavsøku til jóla. Tá løgmaður sigur, at løg­tings­ar­ beið­ið varð niðurlagt í tríggjar vikur í sam­bandi við kommunuvalstríðið, so pass­ar tað, at løgtignformaður boð­aði frá, at tað bar ikki til at halda ting­fund við so nógvum val­ evn­um til komm­unu­valið. Men tá tað er sagt, so politiski ak­tiv­i­tet­urin minni, enn hann hev­ ur ver­ið. Tað er bæði galdandi fyri sam­gongu og andstøðu, sum hava lagt mun­andi færri mál fyri tingið. Fram til jóla vórðu løgd 48 vanlig ting­mál fyri tingið. Í miðal seinastu fýra árini vórðu løgd 64 vanlig ting­ mál fyri tingið, so her er eisini mun­ andi minni aktivitetur. Løgmaður segði við Sjón­varp­ið fríggjakvøldið, at ný­skip­an­ar­ar­ beiði á ymsu økjunum hava gjørt, at tað gongur seinni við at koma við upp­skot­i­num – men at aktivi­tet­ur­ in í so máta verður størri i seinnu hálvu av tingárinum, sum er higani og fram til Løgtingið fer í sumarfrí um mán­að­arskiftið apríl/mai. Nýskipanirnar – serliga fiski­ vinnu­ný­skip­an­in, – hava bíðað leingi. Tað var fyri árslok í 2007, at Bjørn Kalsø, lands­stýr­is­mað­ur í fiski­vinnu­mál­um segði upp fiski­ loyv­ini til 1. januar 2018. Tað er tí í tøk­um tíma – og alt í verðini for seint – at pol­itiska skipanin hevur tik­ið málið til viðgerðar. Skotgravapolitikkurin, sum nú tyk­ist harðna millum partarnar, lík­ist ong­um. Nú eiga allar kreftir at ar­beiða konstruktivt saman, so­ leiðis at vit fáa ein virðliga nýggja fiski­vinnu­skipan. Semja fæst neyvan um alt, men tað er greitt, at viðurskifti skulu broyt­ast og eru broytt. Kynstrið hjá fiski­mála­ráð­harr­a­num og løg­ manni er nú at fáa fleiri partar at virka saman. Miðflokkurin meldaði seg úr við marg­hát­liga kravinum um at ger­ast partur av samgonguni. Fólka­flokk­ ur­in hevur verið strivin allatíðina, með­an Sambandsflokkurin og Nýtt Sjálv­stýri hava víst ávísan vilja. So nú ræður um at fáa tað besta burturúr. Tað hevur týdning, at tað verður ein so mikið breið semja, at hon kann verða bindandi og halda í fleiri valskeið. politikkur á lágum blussi Nýggja høv­uðs­ sæt­ið í Havn verður klárt at flyta inn í um góð trý ár Deildin hjá Tryg­ging­ar­fel­ag­ num Føroyum og Betri pen­ sjón í Saltangará flytur í inn í bygningin hjá Eik Banka á Heiðavegi 17 við somu starvsfólkum sum áður. Feløgini fara í framtíðini at hús­ast í felagshølum – og al­menn móttøka verður 3. febr­uar, kl. 15.00-17.00. – Fyri at veita við­skifta­ fólk­unum í TF Holding sam­ taki­num bestu tænastuna, er avgjørt at víðka um tvør­ gang­andi samstarvið í sam­ takinum. Fyrsta stigið í hes­ um víðkaða samstarvi var at flyta deildirnar í Klaksvík und­ir sama tak. Næsta stig­ ið er at flyta deildirnar í Saltangará saman, skrivar Tryggingarfelagið Føroyar í tíðindaskrivi. Sostatt verða Tryggingar­ fel­agið Føroyar, Betri pen­ sjón, Inni og Eik Banki øll und­ir somu lon í Sal­tang­ará. – Øll núverandi starvs­ fólk á deildini hjá Trygg­ ing­ar­fel­ag­num Føroyum og Betri pen­sjón í Saltangará fara at halda fram í sínum starvi, nú tey flyta inn í hølini á Heið­a­vegi, skrivar Tryggingarfelagið Føroyar. Fríggjadagin 3. februar, kl. 15.00-17.00, verður almenn móttøka í samanlagdu hølu­ num, har Sjókaféin borð­reið­ ir við onkrum leskiligum, og Kári Sverrisson spælir nøk­ur løg. Meðan deildirnar í Klaks­ vík og Saltangará nú eru flutt­ar, so verður deildin hjá Trygg­ing­ar­fel­ag­num Før­oy­ um og Betri pensjón á Tvør­ oyri verandi á sama stað. Herfyri samtykti nevnd­ in í TF Holding, at far­ast skal undir at byggja nýtt høv­uðs­ sæti, ið skal húsa øllum TF Hold­ing samtakinum. Nýggja høvuðssætið, sum fer at liggja í Havn, verður vænt­andi klárt at flyta inn í um góð trý ár. Tryggingarfelagið flutt í nýggj høli í Saltangará Nýskipanirnar taka ferðina av tingarbeiðinum Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Jens á Skipagøtu er settur í starvið sum varaskúlastjóri í Hoyvíkar skúla. Jens á Skipagøtu er 40 ára gamal og tók lær­ara­ prógv í 2007. Hann er son­ur fráfarandi vara­skúla­stjór­an, Ólavur Skipagøta. Eis­ini hevur hann tikið Aka­dem­i­út­búgv­ing í leiðslu í 2016 umframt at hava leiðsl­ u­royndir á priv­ata ar­beiðs­ markn­að­i­num. Hoyvíkar skúli hevur nú eitt nýtt leiðslutoymi. Í fjør fór Birgith Arge frá sum skúlastjóri, og nýggjur skúla­ stjóri er Hans Jón Thom­sen. Jens á Skipagøtu hevur ver­ið lærari í Hoyvíkar skúla eitt stutt tíðarskeið í 2007. Sein­astu átta árini hev­ur hann starvast sum lær­ari í skúla­num við Løg­manna­ breyt. Jens á Skipagøtu tek­ur við starv­inum sum vara­ skúla­stjóri í Hoyvíkar skúla miku­dag­in, sum er tann 1. mars 2017. Hoyvíkar skúla varð tik­ in í nýtslu í 1977. Fyri ta tíð húsaðist skúlin sum ein lítil bygd­ar­skúli í ein­um set­hús­ um á Hvíta­nes­vegn­um við fá­um børnum. Men síðani nýggi skúl­in varð bygdur er næm­inga­tal­ið støðugt vaksið. Upprunaliga var skúlin ætl­aður til 7 flokkar og um­ leið 120 næmingar. Mið­ skeið­is í áttatiárunum var skúla­barnatalið vaksið so mik­ið nógv, at tað var vorð­ ið ov trongligt í skúla­num. Tá var gjørt av at byggja upp í upprunaliga bygn­ing­ in. Tá ið skúlin í 1989/90 varð umbygdur og víðkaður var ætlanin, at hann skuldi rúma 14 flokkum, tveimum av hvørjum árgangi. Í 2009 fekk skúlin fram­halds­deild. Tekur við starvi eftir pápan Mikudagin leggur Ólavur á Skipagøtu frá sær, og sonurin Jens á Skipagøtu verður nýggur varaskúlastjóri í Hoyvíkar skúla